Tónleikarin má gera eitt val

Fróði Vestergaard, sum er ein av fyriskiparunum fyri Prix Føroyar 2003, er sannførdur um, at broytingarnar, ið gjørdar eru, eru tær røttu

? Vit hava gjørt hesar broytingarnar av okkara royndum, sigur Fróði Vestergaard.
? Seinastu árini hava fleiri tónleikarar verið við í nógvum bólkum, og hetta hevur ofta við sær, at ongin bólkur er nóg góður.
Fyrireikararnir, sum eru Útvarp Føroya, Sjónvarp Føroya, Norðurlandahúsið og FUT, hava valt at siga, at tónleikararnir skulu bara satsa upp á ein bólk, ístaðin fyri at vera við í fleiri. Hetta skuldi helst hækkað støðið í kappingini.
? Man kundi eisini væl sagt, at ongin sleppur at vera við í meira enn tveimum bólkum, men so koma teir, sum eru við í trimum og boða frá, at hetta dámar teimum ikki. Og um talið varð hækkað til trý, so koma teir, sum eru við í fýra. Spurningurin er bara, hvussu nógvum bólkum skal tað vera loyvi at spæla við í, spyr Fróði Vestergaard.
Hann vísir eisini á, at tað er strævið at verða við í fleiri bólkum.
? Tá ein tónleikari fer inn á pallin í til dømis eina finlau, so gevur hann alt, hvat hann hevur. So hevur hann ikki meira at geva bólki nummar tvey. Vit hava dømir frá hesum. Millum annað Rókur, sum kom við í finaluna bæði við Diatribes og Tangz, hann valdi Tangz framum, tí hann setti seg ikki føran fyri at vera við báðum, greiðir Fróði Vestergaard frá.
Fróði Vestergaard heldur sjálvandi, at tað ber væl til at vera seriøsur í meira enn einum bólki, men so eru tað eisini tónleikarar sum eru meldaðir til í fleiri bólkum, sum als ikki eru seriøsir.
? Prix Føroyar er eitt stórt og kostnaðarmikið tiltak. Vit vilja helst hava tað soleiðis, at vit fáa tónleikarar, sum veruliga eru seriøsir við tí teir gera, og soleiðis geva áskoðarunum eina góða vøru. Tað er ongin grund til at brúka eina so stóra peningaupphædd, um tað ikki var soleiðis. Tú kanst gott verða seriøsur í tveimum bólkum, men kanst tú tað í 10?

Avmarkingar

Fróði Vestergaard sigur, at ein verður noyddur at gera avmarkingar. Soleiðis er tað í øllum tónleikakappingum í londunum rundan um okkum.
? Um ongin avmarking er, so kunnu 10 tónleikarar gera fimm ymsar bólkar, sum allir enda í finaluni ? og tað gerst ein keðilig finala! Tað er altíð eitt val, og soleiðis er tað eisini við Prix Føroyum.
Allar kappingar hava avmarkingar, og Fróði metir ikki, at hetta er við til at skerja møguleikarnar hjá tónleikarunum.
? Um Prix Føroyar er einasti møguleikin hjá tónleikarunum at koma fram, so er okkurt galið í landinum. Prix Føroyar skal ikki brúkast sum ein sovi-púta. Hetta er ein fínur møguleiki hjá bólkum at gera vart við seg. Bæði hjá etableraðum bólkum og nýggjum bólkum, sigur Fróði Vestergard.
? Hetta er heldur ein eyka møguleiki, sum tónleikararnir fáa. Prix Føroyar má ikki stýra tí føroyska tónleikalívinum. Tað er heldur við til at seta tónleikin í fokus í nakrar mánaðar.