Tónleikur, frásøgn og yrkingar

Klaksvík: Fríggjakvøldið 1. apríl kl. 21 verður ein heldur forvitnislig konsert í Atlantis. Tá fara bæði klaksvíkingar og gestir aðrastaðni frá fara at luttaka. Tey luttakandi eru Páll Sólstein, Karl Martin Samuelsen og Aldubáran.

Páll Sólstein hevur sítt dagliga virki sum tónleikari í Kongaliga Kapellinum í Keypmannahavn. Hann spælir horn í hesum úrmælingaorksetri, ið telist millum allarbestu í Norðanlondum. Vit kenna hann sum lim í Føroya Symfoniorkestri og Tónleikabólkinum Aldubáruni.
Páll hevur seinni árini gjørt løg til yrkingar hjá m.a. Christian Matras og William Heinesen. Afturat sær hevur hann fingið limir í Aldubáruni at leika undir, og fer Karl Martin Samuelsen at leggja rødd til.
Tað er Páll ið hevur lagt tónleikin til rættis, og luttakarnir vera hesir: Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen, sangur; Andrea Heindriksdóttir, floyta; Jógvan Zachariassen, fagot; Sámal Petersen, violin; Andras Olsen, trombon; Ólavur Olsen, trompet; Ólavur Jacobsen, guitar; Arnhold Ludvig bass og Stamen Stantchev, keyboard.
Umframt tónleikin, verður eisini frásøgn um yrkingarnar, og hetta fer Andras Sólstein at taka sær av.