Eingin verður vaksin fyrr enn pápin doyr, siga bretar.
Ikki tí tú mást bíða til hann doyr, men at tú dagliga livir, sum um hann ikki er her longur.
Tú skal sjálvur taka álvarsligar avgerðir, ábyrgd og møguligar avleiðingar. Fyrst tá kanst tú kalla teg vaksnan.
Avgerðin um at vera vaksin stendur upp til hvønn einstakan, men vit vita eisini samstundis, at tað mangan er vandamikið at verða vaksin, og at tú í flest øllum førðum sjálvur skal gjalda kostnaðin.
Í øllum samfeløgum í heiminum fyrireika tey vaksnu ungdómin, so hann ein dag kann velja at verða vaksin, og læra hann at seta føtur undir egið borð.
Konfirmantarnir heima hjá okkum fáa eitt nú at vita, tá tey verða fremd, at nú teljast tey millum tey vaksnu.
Hetta kennist álvarsligt, men samstundis spennandi tá hugsað verður um teir mongu møguleikar, sum bíða fyri framman.
Tað sum eg her havi nevnt, er galdandi bæði fyri einstaklingin eins væl og samfeløgini. Tey verða noydd at taka støðu til spurningin, um at tey ynskja at verða vaksin ella ikki.
Veksa ella minka
Heimskendi vísundamaðurin danin Sørin Kirkegaard, segði, at ein og hvør fyrr ella seinri verður noyddur at velja, og best er um tú sjálvur velur. Undir øllum umstøðum skal tú velja. Velur tú kki sjálvur, fara onnur at velja fyri teg, tað verið seg umstøðurnar ella tín tilvera.
Men tú mást heldur ikki gloyma, at fyri hvørja ferð tú sjálvur velur, búnast tú.
Tað er sjálvandi týdningarmikið at velja rætt, men størsta týdning hevur tað, at tú velur sjálvur, sjálvt um tú tekur skeivar avgerðir.
Flest øll eru á einum máli um, at ein tann mest álvarsliga avgerðin í lívinum er avgerðin um ynski er verða vaksin. Sjálvur at skula taka neyðugar avgerðir, men samstundis skula bøta ella fegnast um tær avleiðingar og tann kostnað hesar avgerðir krevja.
Besta gáva tú kanst geva børnum tínum er tann neyðuga hjálp og vegleiðing, so tey kunnu standa á egnum beinum.
Frígering og fullveldi
Undir og eftir seinna heimsbardaga vistu bretar, at dagarnir hjá teimum sum stórveldi vóru taldir.
Teir stríddust hóast hetta saman við teimum sameindu fyri at bjarga demokratinum, sjálvsavgerðarrættinum bæði hjá londunum og einstaklingunum.
Stórleika sín vísti Bretland í verki, tá teir einsamallir bardust móti nazistisk-facistiska devulskapinum, og enn nú meira eftir kríggið var lokið, tá teir við at vísa stórsinni hjálptu teimum mongu hjálondunum til fullveldi.
Bretskir umboðsmenn vóru sendir út um nærum allan heim fyri at toga bretska flaggið niður, meðan tey nýggju tjóðarfløggini vóru vundin á stong.
India, Pakistan, Sri Lanka, Burma, Malaysia, Nigeria, Ghana, Kenya, Tanzania, Uganda, Singapore, Cypern, Malta og mong onnur vóru millum tey lond, sum fingu sjálvstýri um hetta mundi.
Bretska Undirhúsið játtaði í 1948 millum annað átta mió. pund til at brúka í átta ár til at byggja infrastrukturin í Nigeria, so landið skuldi vera betur fyri at taka fullveldi.
Hóast Bretland um hetta mundið var so skuldarbundið, at landið var við at fara av knóranum eftir tær mongu útreiðslurnar í samband við 2. heimsbardaga.
Men hóast trongu fíggjarligu støðuna, vildu teir verða við til at hjápa sínum hjálondum til fullveldi. Her kunnu danir læra nakað.
Útbúgving
40.000 ungdómar úr Afriku vóru undir útbúgving við bretsk universitet og aðrar hægri lærustovnar í 60´unum. Bretland fíggjaði útbúgvingina hjá hesum ungdómum. Longu frammanundan høvdu fleiri túsund lesandi frá teimum mongu hjálondunum nomið sær útbúgving í Bretlandi.
Millum teirra vóru Nehru, Kenyatta, Miltom Obote, Nkhruma og nógvir aðrir, sum seinri blivu heimskendir politikarar.
Bretska hugsanin var, at skilnaðurin frá hjálondunum helst skuldi verða so vinarligur sum møguligt til fyrimynd fyri báðar partar.
Teir mongu lesandi frá hjálondunum fóru heimaftur við skjáttuni fullari av bretskari mentan, og ikki minst vitan, teir kundu brúka á fullveldisleiðini.
Túsundtals blivu tó verandi í Onglandi og vóru settir í størv, har teir fingu vitan og royndir, sum teir seinni kundu ríka síni lond við, tá teir settu kósini heimaftur fyri at hjálpa til við fullveldinum.
Tey fyrrverandi bretsku hjálondini sum hava valt at standa á egnum beinum og varðveita demokratiið, eru øll limir í Bretska Samveldinum »British Commonwealth of Nations«. Felags fyri londini er, at tey virka fyri felags áhugamálum.
Einstøk teirra góðtaka bretsku drotningina, sum teirra drotning, onnur hella meiri til tjóðveldið. Men felags fyri øll hesi lond er, at her er ongin »ovasti myndugleiki« - eingin statur. Øll eru á jøvnum føti.
Ískoyti til danska búskapin
Sum flest øllum kunnugt so arbeiða túsundtals føroyingar dagliga innan ídnað, landbúnað, fiskivinnu, handil, heilsurøkt, í handilsflotanum, innan kunningararbeiðið og vísund á flatlondum.
Hesar kreftir eru við til at vaksa um danska búskapin. Teir eru vællýddir og sera sínar skyldur móti tí danska samfelagnum á jøvnum føti við tann innfødda danan.
Hesir landsmenn okkara kunnu í stuttum sigast at vera ein »gávuútflutningur« til Danmarkar, men ein flutningur sum samstundis minkar um møguleikan fyri rakstrarmøguleikum á mongum økjum heima á landi.
Ungir føroyingar
Einir 1500 ungir føroyingar eru undir útbúgving í Danmark í løtuni. Ein stórur partur av teimum fara heimaftur eftir lokna útbúgving - til ein almennan stól, meðan ein partur verður verandi eftir í Danmark, tí møguleikin fyri at fáa starv í Føroyum ikki er til staðar.
Orsøkin til hesa óhugnaligu gongd í føroyska samfelagnum skal fyrst og fremst finnast í tí samfelagsmynstri, at langt tann størsti parturin av uppsparda føroyska kapitalinum - her er talan um milliardir hjá bankum, tryggingarfyritøkum eins væl og einstaklingum og fyritøkum, verða brúktar til at keypa donsk virðisbrøv, og koma á henda hátt at hjálpa danska búskapinum, meðan Føroyar og føroyska vinnulívið situr eftir við sviðið soð. Tí er eingin møguleiki fyri fígging av nýggjum fyritøkum ella nýhugsan av nøkrum sum helst slag - ei heldur til viðlíkahald av skipum ella virkjum.
Danskur vinningur
føroyskt tap
Føroyar hav alíka síðani Føroya banki fór undir virksemi sítt fgyri skjótt 100 árum síðani verið við til at »útflyta« stórar nøgdir av føroyskum kapitali til Danmarkar.
Kapitalútflutningurin til Danmarkar er sum felst øllum kunnugt vaksin nógv síðani heimskreppuna í 30?unum samstundis sum fleiri og fleiri føroyingar eru fluttir av landinum.
Henda gongd undrar ikki tey mongu, sum hava innlit í hjálandasøgu og búskaparviðurskifti.
Ta er júst hetta fyribrigdi sum ger, at eitt sokallað »móðurland« ynskir at varðveita síni hjálond - fyri egnan vinning og einki annað.
Men tað hendir tó í einstøkum førum, at eitt »móðurland« fær vaksandi áhuga fyri at hjálpa einum hjálandi at standa á egnum beinum. Hetta er Bretland eitt talandi dømi um. Men sjálvt um tey formellu bondini loysna og til seinast heilt hvørva til hjálandið, hevur »móðurlandið« tó framvegis møguleika at hava eina týðandi ávirkan á tað nýggja samfelagið - við at nýta tann sokallaða »ósjónliga kapitalin« og ikki misnt sum vit so væl kenna fyribrigdi í Føroyum - eina hjálpsama 5. kolonnu«, sum letur esg keypa fyri »ussel mammon« og makt.
Dulsmál
Ilt er í løtuni at gera upp í rónum, hvat eksporturin av teimum mongu túsundtals føroyingum til Danmarkar hevur kosta føroyska samfelagnum, og enn meiri trupult er at finna útav, hvussu stórur tann danski vinningurin er og hevur verið av hesum útflutningi og ikki minst teimum avtalum við NATO og USA um at brúka Føroyar til hernaðarlig endamál.
Men vónandi verður slørið lyft fyri hesum og enn fleiri dulsmálum, tá føroyska sendinevndin kemur til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina um eitt komandi føroyskt fullveldi.
PS: Hesa grein um leiðina til eitt møguligt føroyskt fullveldi, skrivaði pápi okkara bert fáar dagar áðrenn hann andaðist.
Elin og Sigga Nolsøe