Bayern byrjaði dystin væl betri og vóru fleiri ferðir nær við at leggja seg á odda. Serliga Ivica Olic og Bastian Schweinsteiger vóru nær við. Meðan Bayern leitaði eftir málinum, fingu teir bráddliga Franck Ribery útvístan fyri eina ógvusliga takling. Lyon hevði ringt við at fáa nakað burturúr yvirtals støðuni í fyrra hálvleiki.
Seinni hálvleikur var bara tíggju minuttir gamal, tá Lyon fekk franska landsliðsleikaran, Jeremy Toulalan, útvístan eftir tvey gul kort. Eftir hetta setti Bayern seg á dystin aftur og tá tjúgu minuttir vóru eftir bragdaði. Arjen Robben rekur úr høgru inn mitt fyri, har hann smekkar til. Bólturin tekur líka í skallan á Thomas Muller og endaði í málinum. Arjen Robben varð útskiftur fimm minuttir fyri tíð. Tað dámdi honum einki og venjarin hjá honum, Louis Van Gaal, segði nøkur borgarlig orð við hann á veg út.
Bayern var nærri við at økja enn Lyon var at javna. Seinna hálvfinalan verður í komandu viku í Lyon.
Bayern Munchen ? Lyon(0-0) 1-0
1-0 Arjen Robben (69)