Tær bestu føroysku kappast við tær bestu í heiminum

Trý føroysk gentulið í fimleiki fóru fyrst í vikuni til Tallin í Estlandi, har tey skulu kappast um heimsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki. Talan er um gentulið frá Støkk, Havnar Fimleikafelag og Ljósinum.

Hetta er fyrsta ferðin at so nógv lið úr Føroyum luttaka í hesari kapping. Gentuliðið úr Havnar Fimleikafelag var sum vinnari av stórkappingini við í fjør, og eydnaðist hetta so væl, at fimlekasambandið gjørdi av at senda trý lið avstað í ár.
Estetiskur fimleikur er so nýggjur í Føroyum, at tað er sera umráðandi, at føroysku fimleikararnir sleppa at síggja, hvat tað er fyri ein ítróttargrein, tær nú eru partur av, og hvat tær hava at liva upp til, um tær vilja vera bestar.
Ferðalagið úr Føroyum fór avstað týsdagin, komu til Tallin mikudagin, og innleiðandi kappingin verður fríggjadagin, har øll føroysku liðini skulu kappast. Við í kappingini eru 22 lið, sum koma frá londum: Russlandi, Kanada, Kekkia, Finnlandi, Spaniu, Estlandi, Danmark, Ukraina og Føroyum.
Dagin eftir er so finalan á skránni, har tey bestu liðini frá degnum fyri vera við.

Eisini venjingar
Umframt kappingina, so er eisini venjing á skránni, har tær føroysku genturnar sleppa at venja saman við einum av teimum bestu liðunum í heiminum. Eisini hetta verður gjørt fyri at fimleikurin í Føroyum skal hava eitt so gott støðið at byrja á, sum gjørligt.
Í Estlandi er sera kalt hesa ársins tíð, og tí hava genturnar pakka nærum hvørt ullaplagg í skápinum at hava við, tí hallirnar, ið vant verður í har yviri eru ikki hitaðar á sama hátt sum hallir her, so tað verður eisini ein uppliving fyri genturnar.
Umframt íðkararnar, so eru eisini tveir føroyskir dómarar við til kappingina. Fyri at gerast góðkendur altjóða dómari innan estetiskan fimleik skulu dómarar á trý skeið, og millum hesi skeið skulu tær døma altjóða kappingar. Fleiri føroyskir dómarar vóru í januar mánað á skeið í Spaniu, og av hesum eru tvær, sum eru við sum dómarar í Tallin.