Tær endavenda Ennibergi

- Vit hava áður vaskað umborð á Ennibergi, men tað eru nøkur ár síðan. Nú verður alt skipið endavent, sigur Ása Gaardlykke, sum vaskar fyri Eysturoyar Reingering. Ása Gaardlykke var bara hálvt triðja ára gomul, tá pápi hennara doyði. Mamman sat eftir við seks børnum, hitt yngsta var nýføðingur, og hitt elsta var bert sjey ár. Sjálv var hon ikki meiri enn 13 ára gomul, tá hon eftir skúlatíð byrjaði at arbeiða í saltfiski.

Nakrar dagar fyri jól fóru nakrar kvinnur úr Eysturoy umborð á flakatrolaran Enniberg at vaska. Millum hesar er Ása Gaardlykke, ið hevur vaskað fyri Eysturoyar Reingering í eini 12 ár.

At vaska skip gevur ikki so regluligt arbeiði, at livast kann av hesum, um fólk hava fíggjarligar skyldur at røkja. Tí er tað komið væl við hjá teimum, sum starvast hjá Eysturoyar Reingering, at tey seinnu árini eisini hava vaskað fyri Tryggingarfelagið Føroyar.

Tá Portalurin vitjaði umborð á Ennibergi, var Ása saman við tveimum øðrum ungum kvinnum til arbeiðis.

- Vit hava áður vaskað umborð á Ennibergi, men tað eru nøkur ár síðan. Nú verður alt skipið endavent, øll manningarrúm, uppihaldsrúm, wc?ir og brúgv fáa ein veruligan umgang. Hvør koyggja og hvørt skáp verður vaskað, og hvør madrassa verður støvsogin. Vindeygu verða pussað, og allar gardinur og forhang verða tikin niður og vaskað í landi. Sjálvt lampustøðini verða tikin niður, og hvør skermur verður vaskaður, sigur Ása Gaardlykke, sum er ættað av Nesi, men býr í Saltangará.

Undir liðini á sær á myndini hevur hon eina av yngru kvinnunum, Astrid Gaardlykke, sum eisini hevur vaskað Enniberg um dagarnar.