Tá ráðharrar missa tamarhaldið

Tað gekk ikki eftir ætlan, tá ein sjónvarpsjournalistur hjá Danmarks Radio skuldi gera samrøðu við danska innlendis- og heilsumálaráðharran, Bertel Haarder, í DR-býnum fríggjakvøldið. Haarder gjørdist í øðini um atferðina hjá journalistinum og oysti hann undir við ókvæmisorðum. Síðan hevur DR almannakunngjørt øðisútbrotið hjá ráðharranum, og tann avgerðin hevur kynt í eitt hart orðaskifti um journalisiskan etikk

Uni Arge
------------
 
Hvussu nógvir politikarar kundu ikki hugsað sær at kallað journalistar nøkur svín, biðið teir skrubbað av og hótt við ongantíð at tosað við teir aftur? Ivaleyst nógvir. Og hetta var júst tað, sum danski innlendis- og heilsumálaráðharrin, Bertel Haarder, gjørdi fríggjakvøldið kl. 17.30, tá Danmarks Radio hevði samrøðu við hann í DR-býnum.
Samrøðan byrjaði við, at journalisturin, Kristian Sloth, vildi hava at vita, um eitt nýtt átak hjá donsku stjórn­ini at minka um talið á skurðviðgerðum fyri fiti ikki fer at raka privatu sjúkra­húsini óneyðuga hart. Journal­isturin var óskipaður í sínum máta at spyrja uppá og spurdi eisini upp í saman, men Haarder svaraði hvørja ferð tað sama. Tað snýr seg ikki um sjúkra­húsini, men um sjúk­ling­arnar.
Sjey minuttir inni í sam­røðuni, sum varð bandað, tí hon skuldi klippast sam­an til eitt innslag, spurdi journalisturin so um ein arbeiðs­bólk, ið Bertel Haard­er onki kendi til. Ráð­harrin segði sum var, at hann visti onki um hend­an arbeiðs­bólkin, og at journalisturin skuldi havt gjørt vart við, at hann fór at spyrja um arbeiðsbólkin, so Haarder var fyrireikaður at svara.
 
Skuldi á konsert
So var eldur í skálanum. Kristian Sloth royndi at siga, at hann hevði nevnt spurningin um arbeiðsbólkin fyri fjølmiðlaráðgevanum hjá Bertel Haarder, men Haarder steðgaði samrøðuni og gjørdi greitt, at nú var hann troyttur av at svara upp á tað sama og fáa spurningar um sovorðið, hann ikki hevði kunnað fyri­reikað seg uppá.
 "Jeg kan simpelthen ikke holde dig ud i dag," sig­ur Bertel Haarder við jour­nal­­istin. Upp­østur ger hann Kristian Sloth greitt, at hann helt, hann skuldi tosa um skurðviðgerðir, at hann hevði havt eitt øgiligt stríð av at koma út í DR-býin, at hann sat og át rísingreyt saman við konuni, tá hann mátti av húsum, og at hann og kon­an vóru á veg á konsert í dóm­kirkjuni.
"Nu er det anden gang på en uge, at du kan få mig op i det totalt røde felt. Det er fuldstændig skingrende sind­syge vinkler på sager," heldur Bertel Haarder fram, meðan journalisturin roynir at verja seg við, at ráðharrin eigur at vita, hvørjir arbeiðsbólkar arbeiða undir honum. Men tað ánar Haarder ikki. Ar­beiðs­bólkar eru óheftir av ráð­harr­anum, og teir leggja sítt arbeiði fram, tá teir eru lidnir.
"Ved du hvad, nu er jeg så ophidset, og du skal fandme ikke bede mig om at blive inter­viewet en anden gang. Nu kan det simpelthen være nok! Dumme svin! Du behandler mig som lort," heldur Bertel Haarder fram, áðrenn hann fer til stroks eftir gongini. Journalisturin fer aftaná og roynir framvegis at greiða frá síni støðu, men ráðharrin er bara í øðini og fer avstað.
 
Segði orsaka
Bertel Haarder sissaði seg um vikuskiftið og skilti væl, at hann var farin um mark. Hann skrivaði tí Kristian Sloth eitt bræv, har hann bað um umbering fyri, at hann hevði verið so grovur. Ráð­harrin grundgav sína øði við, at hann var í eini strongdari støðu, og at hann hevði høvuðpínu. Danmarks Radio ger so eftir hetta av at leggja alla upptøkuna við Haarder út á sína heimasíðu.
Men hetta fær Danmarks Radio ikki bara rós fyri. Með­an myndatólini eru tendrað í sambandi við bandaðar sam­­røður, verður mangan sagt sovorðið, sum ikki er ætlað til almenna nýtslu. Van­liga verður óalment tos av tílík­um slag als ikki sent, tí um keldur ikki kunnu kenna seg vísar í, at tær eisini kunnu tosa óalment við journalistar, ja, so tiga tær bara heilt.
 Men hesaferð veik DR frá meginregluni. Bæði sam­­røðan, sum var ætlað til al­menna nýtslu, og orða­drátt­urin millum Bertel Haarder og journalistin, sum heilt opinlýst ikki var ætlaður at senda, vórðu varpað út á heimasíðuna hjá DR. Bertel Haarder er tí hongdur út sum ein illur maður, ið ikki hevur tamarhald á sær sjálvum, og fjølmiðlarnir válka sær í søguni.
Danmarks Radio hevur vart seg við, at ráðharrar skulu ikki gera av, hvat jour­nalistar skulu spyrja um, og at Bertel Haarder átti at tolt at fingið spurningin um arbeiðsbólkin. Men neyv­an er hetta einasta grund­in til, at samrøðan og orða­drátt­urin eru almanna­kunn­­­gjørd. Kanska vildi DR hevna seg inn á tann hótt­andi ráð­harran? Kanska vildi støðin vísa, at politik­arar skulu váða sær at hótta journalistar?
Undir øllum umstøðum undrar tað fleiri, at júst DR ger sovorðið. Tílíkar al­mannakunngerðingar kundu líkst meira Ekstra Blaðnum. Í gjár frættist, at P3 hjá DR bjóðar lurtarunum at taka illbønirnar hjá Bertel Haarder niður sum ringitóna. Á Facebook er harður orða­dráttur um tað, sum DR hevur gjørt, og summi nevna, at WikiLeaks nú av álvara er farið at ávirka fjølmiðlarnar. Alt verður alment.