Týr: Hart arbeiði at klíva upp til toppin

SAMRØÐA:

Týr fresa avstað kring heimin; 100 konsertir uttanlands bara í ár, og gittarleikarin Terji Skibenæs hevur fyri kortum undirskrivað avtalu við Ibanez, ein av heimsins størstu gittarframleiðarum.

Her heima frættist tó óvanliga lítið um bólkin, men í dagsins blaðið tosar Sunneva H. Eysturstein við Hera Joensen, familjumann, lærara, sangskrivara og oddamann í Týr, um hvat í botn og grund rørist hjá bólkinum bæði her sum úti

 

 

 

 

Týr hava ikki verið nakað serliga sjónligir á føroyska tónleikamarknaðinum seinastu árini; hvørki í miðlum ella á pallum. Tað er ikki fyrr enn nú í seinastuni, síðani fløgan Land varð útgivin í vár, at fokusið er byrjað at koma aftur á bólkin her heima á klettunum. Men hví hevur so lítið verið at sæð til Týr her heima?

- At vit ikki hava verið so nógv frammi í Føroyum seinastu árini, er okkara egna skyld. Um mann skal vera sjónligur, má mann gera tað sjálvur. Mann kann ikki vænta, at onnur gera tað fyri seg. Ert tú ikki spildurnýggjur og spennandi ella sjálvur virkin við at senda uppdateringar um tíðindi út, dettur tú niður ímillum. Men hetta hevur nú eisini verið orsakað av, at vit hava management í Eysturríki, og teirra fyrsti prioritetur fyri marknaðarføring ikki hevur ligið í Føroyum. Vit hava arbeitt hart í langa tíð fyri at koma fram aðra staðni. Tað hevur riggað, og tíðin er nú komin til, at mann aftur vendir eyguni móti heimlandinum og fjepparunum her, greiðir Heri Joensen, oddamaður í Týr, frá.

 

Umfatandi sáttmáli og freistandi tilboð

Týr skrivaðu sáttmála við útgávufelagið Napalm Records í januar 2006. Avtalan ljóðaði uppá, at teir skuldu endurútgeva fløguna Eric the Red (sum kom út hjá Tutl í 2003) umframt at geva tríggjar originalar fløgur út, sum Napalm skuldi gjalda eina ávísa upphædd fyri. Nú hava teir givið tvær originalar fløgur út hjá teimum, Ragnarok og Land, men beint áðrenn Land kom út, fekk bólkurin tilboð frá Napalm um at hækka upphæddina per fløgu, um teir søgdu ja til at gera fýra originalar fløgur ístaðin fyri tríggjar.

- Tað søgdu vit skjótt ja til. Tað er ein heiður at fáa sáttmálan víðkaðan á hendan hátt og vísir bara, at hetta samstarvið riggar, og at vit gera okkurt rætt.

- Vit royndu eina tíð í 2004 at fáa avtalu við Intromental Booking í Danmark, men har var ikki nóg stórur áhugi. Tað steðgaði tó ikki upp har. Tey høvdu nevniliga kontakt við Napalm og sendu teimum eina fløgu hjá okkum, tí tey hildu, at vit vóru akkurát nakað fyri teir. Síðst í 2004, fyrst í 2005 byrjaðu vit samskiftið við Napalm og arbeiddu í umleið hálvt annað ár við at semjast um sáttmálan. Í hesum tíðarskeiðinum vóru onnur plátufeløg, ið vístu áhuga fyri okkum, men sáttmálin við Napalm bleiv at enda so góður, at vit ikki kundu annað enn siga ja til samstarvið og skrivaðu síðani undir í 2006, sigur Heri.

 

Mongdin av konsertum fleirfaldaðist

Týr høvdu verið eitt sindur uttanlands og spælt, áðrenn teir gjørdu samstarvið við Napalm Records. Men tað var langt ímillum og fáar konsertir hvørja ferð. Nú byrjaðu teir knapliga at spæla eina rúgvu úti um landoddarnar. Bara í 2006 spældu teir 50 konsertir, harav einans tríggjar ella fýra í Føroyum.

- Vit komu ordiliga í gongd sum bólkur, tá vit høvdu skrivað undir avtaluna við Napalm. Hetta er eitt plátufelag, sum hevur eitt nógv størri marknaðarføringsapparat, enn nakar her um leiðir hevur. Og tað hevur gott samstarv við booking felagið Listen Up, sum hevur staðið fyri at bóka okkum allar tær mongu konsertirnar, ið vit hava spælt tey seinastu trý árini.

Um heystið tað árið gav bólkurin fløguna Ragnarok út, sum blásti alt um koll, og spældi eisini í fjør umleið 50 konsertir uttanlands. Í mai í ár góvu teir seinastu fløguna, Land, út, og koma at hava spælt í minsta lagi 100 konsertir uttanlands, tá hetta árið er av, sum er stórt met hjá teimum. Higartil hevur Týskland, Eysturríki og Sveits verið høvuðsmarknaðurin hjá Týr, tí har eru nógvir festivalar, og teir hava nógvar trúðfastar fjepparar har. Men nú er Amerika møguliga eisini komið upp í part.

- Vit vóru í Amerika í mai í ár fyri at promovera Land, og tað gekk yvir allar vónir; bæði viðvíkjandi sølu, uppmøting og móttøku yvirhøvur. Vit eru í grundini blivnir betri móttiknir í Amerika enn í Europa. Har er avgjørt potentialið fyri okkum, og vit arbeiða eisini longu nú við einum túri næsta ár, tá vit eftir ætlan skulu geva eina fløgu út afturat.

 

Ibanez gjørt seravtalu við Terja Skibenæs

Terji Skibenæs, gittarsnillingurin í Týr, hevur fingið avtalu gjørda við heimskenda gittarframleiðslumerkið Ibanez. Hetta er nokk ein tann størsti heiðurin, ein gittarleikari kann fáa, ið áður er givin heimsins bestu gittarleikarum, harav teir kendastu (í hvussu er her á leiðum) munnu vera Joe Satriani, Steve Vai, Mick Thomson úr Slipknot, James »Munky« Shaffer úr Korn, og Martin Hagstrom og Fredrik Thordendal úr Meshuggah.

- Tá vit spældu í Los Angeles í vár kom ein maður frá Ibanez at tosa við Terja. Eg veit ikki, um teir høvdu hitst fyrr, men teir avtalaðu í hvussu er tá, at Terji skuldi fáa hesa avtaluna. Hann fer nú at fáa nakrar gittarar ókeypis frá teimum; tey senda honum teir gittararnar, hann skal brúka, tá vit fara á konsertferð, soleiðis at honum ikki nýtist at taka teir við sjálvur; og so skulu tey gera ein spildurnýggjan gittara til Terja. Tað verður helst ein »Terji Skibenæs signature«, also eitt slag fyri seg, sum Terji hevur sagt, hvussu skal síggja út og hvat skal á.

- Tað er ikki ein og hvør, sum fær eina slíka avtalu bjóðaða. Nógvir stórir gittarleikarar hava fingið heiðurin. Sjálvandi eisini minni kendir, og rúgvan er nokk eisini vorðin rættiliga stór eftir hondini, men tú skalt hava nakrar ógvuliga góðar dygdir, fyri at sleppa uppí handan flokkin. Tað er heldur einki at ivast í, at Terji er ein fantastiskur gittarleikari. Tekniskt er hann klárt tann besti í Føroyum, og er eisini vorðin kendur fyri tað við tíðini. Tað er tað nokk eingin, sum hevur sæð hann live, ið ivast í. Hann er eitt talent, sum Ibanez vil satsa uppá, og eg rokni við, at tað kann fáa navnið hjá honum væl fram, um tey fara at brúka hann í marknaðarføringini hjá sær. So tað er avgjørt gott bæði fyri Terja og fyri Týr, staðfestir Heri.

 

Útlendska móttøkan av tónleikinum

Her í Føroyum hoyrist frá degi til dags, at tað gongur framúr væl hjá Týr í útlondunum. Men hvussu hevur í roynd og veru gingið, og hvussu er tónleikurin blivin móttikin uttanlands?

- Hendan seinasta útgávan hjá okkum, Land, hevur ikki verið so væl móttikin, sum tann síðsta, Ragnarok, ið kom út í 2006. Eric the Red fekk heilt góða móttøku, tá hon varð endurútgivin í 2006. Eg rokni við, at tað var tí, at fólk ikki høvdu hoyrt hetta fyrr og vóru forvitin eftir, hvat hetta var fyri nakað. Tá so Ragnarok kom út, vóru øll á einum máli um, at tað var fantastiskt og spennandi, og hon bleiv róst til skíggja.

- Land hevur fingið eina heilt aðra móttøku og ikki so góð ummæli. Onkur heldur hana vera líka góða og betur enn Ragnarok, onkur heldur hana ikki vera líka góða sum Ragnarok, men tey flestu eru samd um, at hon er tann ringast atkomiliga. Hetta er nokso løgið, tí at faktiskt var tað øvugta meiningin. Eg royndi at gera hana einfaldari, meira beint fram, men hon hevði fullkomiliga øvugta effekt. Tey flestu eru tó eisini samd um, at Land er stórsligin, sum eisini var meiningin, og tíbetur er komið ígjøgnum. Men hetta vísir bara, at mann kanska skal gera tað enn einfaldari, enn mann roynir, greiðir Heri frá.

 

Endamálið røkkur

Tað kann ikki sigast annað enn, at tað gongur væl hjá Týr á leiðini niðan bakkan at náa toppin. Men kunnu teir liva av tónleikinum? Og hvat er málið hjá teimum sum bólkur?

- Fremsta endamálið hjá einum tónleikara er nokk altíð at tjena pengar, soleiðis at mann kann liva av tí. Vit eru allir til arbeiðis, tá vit eru heima og kunnu enn ikki reiðiliga liva av tónleikinum aleina, men mann ger tað jú ikki bara fyri pengarnar alíkavæl. Bara tað at kunna fara út vit sínum tónleiki, er løn í sær sjálvum.

- Tað, sum eg royni at fáa ígjøgnum við okkara tónleiki, og tað, sum eg gangi uppí, er Norrønu felagsmentanararvur. At kunna brúka hesa stóru fortíðina uppá ein dagførdan máta, siga frá ígjøgnum ein viðkomandi miðil og gera tað atkomiligt fyri øllum teimum, sum vilja lurta at tí. Tað vísir seg eisini at rigga væl. Nógv fólk kenna okkum millum annað frá »medieval reenactment groups«; amerikanskum felagsskapum, sum liva seg ígjøgnum hetta við at uppstilla bardagar og spæla víkingar. Eg haldi, at tað er eitt sindur barnsligt, men tað er stuttligt at síggja, hvussu høgt fólk ganga uppí tað, seta seg inn í søguna, læra seg føroyska málið og so framvegis. Eg havi møtt í minsta lagið 20 persónum, bæði týskarum, amerikanarum og póllendingum, sum hava lært seg føroyskt; summi betur enn onnur. So eru tað eisini summi, ið ikki ganga so høgt uppí alt tað, men bara halda, at tónleikurin er góður, og tað er eisini gleðiligt.

- Tað gongur væl hjá okkum í løtuni, og eg vóni, at vit um fimm ár kunnu vera akkurát har, sum vit eru nú, bara ganga inntøkurnar við fimm. Vit eru nú í gongd við at leggja eina stóra konsertferð til rættis næsta ár. Og so arbeiða vit eisini við tilfari til eina nýggja fløgu, sum vónandi kemur út næsta ár. Hetta kann eg tó ikki siga so nógv um beint nú, tí tað er ikki fastlagt enn. Annars skulu vit á konsertferð nú í august mánaða til millum annað Ísland, Danmark, Niðurlond, Belgia, Sveits, Italia, Týskland, Eysturríki, Kekkia og Ungarn. Og so taka vit tað harfrá.

 

Vitja Týr á myspace.com/tyr1 og hoyr tónleik av Land (2008), Ragnarok (2006), Eric the Red (2003) og How Far to Asgaard (2002)

Sí annars fløgusavn, live myndir og videoløg og les meira um bólkin á tyr.net