Átrúnans afturkoma
Í tí slóðbrótandi skaldsøguni Niels Lyhne, frá 1880, eftir danska rithøvundin J.P. Jacobsen, ger høvuðspersónurin sær, í eini samrøðu við ein kenning, á eini matstovu í Keypmannahavn, sínar tankar um eina framtíð, tá ið menniskjan hevur lagt trúnna á Gud aftur um seg. Henda mannahugans metamorfosa fer at frígera kreftir og orku, sum nú eru niðurbundin, tænarar framman fyri einum tómum altari, og tá hon er fullførd, fer mannaættin endiliga at kunna víga allan tann kærleika, hon fyrr gav Gudi, til arbeiðið fyri at skapa eitt betri samfelag, eyðkent av góðsku, rættvísi og vísdómi.
Henda framtíðarmynd, sum seyg sær føðslu úr tonkunum hjá upplýsingarfilosoffunum og hjá heimspekingum sum eitt nú Hegel ella Feuerbach, var púra vanlig tá á døgum, tá radikalisman enn var ung og sakleys. Georg Brandes, Henrik Ibsen, Oscar Wilde, Bernard Shaw, Ellen Key, øll fingu tey eitt skifti glamp í eyguni av hesi góðtrúnu profeti.
Í dag vita vit betur. Víst hava nøkur fá lond, teirra millum Norðurlond, megnað at skapa samfeløg, sum í mongum lutum eru meira framkomin til vælferð enn tátíðar samfeløg. Men utopia er ikki í nánd, og mong stór ríkir, sum í 20. øld andbráð toygdu seg eftir bráðsjónanna gylta eldorado, sukku bara longur niður í neyð og ruðuleika. Og religiónin er hvørki viknað tíansheldur deyð í raki, men hevur tey seinnu árini ment seg og er nú tætt við, við fullum seglum, at leggja tað politiska lívið víðahvar undir seg.
Og ikki bara tað, samstundis sum vit í m.a. lívfrøði, læknakynstri og mikrotøkni taka okkum fram við risalopum, hopa vit í okkara samskifti, hvør tjóð og hvør mentan við aðra, aftureftir, so at vit nú tala og skriva um eina nýggja miðøld. Tað er sigandi, at tann franski professarin Gilles Kepel rópar eitt av sínum verkum, har hann viðger møtið millum tann arabiska heimin og vesturheimin: Tær nýggju krossferðirnar.
Fjølbroytt greinasavn
Um hetta evni hava tveir unglingar, Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen, lagt til rættis eitt greina- og essaysavn, teir rópa Krossvegir, við undirheitinum “um átrúnað og politikk”. Ritstjórarnir eru blaðmenn, annar hevur lokið prógv í stjórnmálafrøði, og hin er væl ávegis fram at sama máli. Tann, sum hevur havt eyguni eftir teimum, hevur varnast, at teir sum heild eru dugnaligir blaðmenn, og at teirra arbeiði, eisini har tað snýr seg um formalia sum málburð og stavseting, er væl frágingið. Ein uggi at vita sær, í okkara illgjørdu og gæsutu tíð.
Í hesum verki eru fimtan tekstir, sum tykjast at umboða eina veiftru av sera ymiskum vinklum, evnisøkjum, sjónarmiðum og viðgerðarsløgum. Her hitta vit menn og kvinnur, trúgvandi og tortrúgvin, ta subjektivu og ta sakligu viðgerðina, tað makrokosmiska løriftið og okkara lítla, atlantska mikro-univers. Í ikki fáum greinum finna vit, annaðhvørt sum miðdepil í viðgerðini, ella sum tann fjalda undirtekstin, spurningin um samkynd og málið um greinina 266b, sum tað lukkaðist tveimum djørvum politikarum, eftir mikið kjak og rok, at fáa samtykta á tingi í fjør.
Valayat-e Faqih
Sum dømi um, hvat hetta verk hevur at bjóða, kann eg taka greinina “Millum Eden og Armageddon” eftir Heina í Skorini. Hetta er eitt slag av sakligari yvirlitsgrein, har hugt verður at, hvussu átrúni, eftir langa tíð í gloymsli, hevur trokað seg fram í tað globala politiska rúmið. Høvundurin lýsir orsøkina til okkara átrúnaðaramnesi og nemur her m.a. við fyribrigdið eurosentrismu, leitar aftur til trúbótina og tann westfalska friðin í 1648, nemur við upplýsingartíðina og nærkast aftur nútíðini og lýsir klútateppið av religiøsum, religiøst-sosialistiskum og teokratiskum rørslum eitt nú í Miðeystri, í Suðuramerika og í USA.
Henda grein er sera greið, hon tykist skrivað út frá einum yvirskoti av vitan um evnið, tónin er sakligur, og tað er vælgerandi, at eingin dygdarmunur verður gjørdur á islamskum og kristnum rákum. Tá ið høvundurin nevnir, at sharia-lóggáva byggir á Koranina, er hetta helst rætt, eg haldi meg tó hava lisið, at henda lóggáva í eini vissari vídd er eitt slag av uppískoyti, skapt av seinnu tíðar islamskum skriftlærdum, tí sonevna ulama. Í hvussu so er, hevur í Islam í øldir verið ósemja um, hvørt Koranin er lóg ella bara vanligar religiøsar forskriftir uttan lógartign.
Í eini grein av slíkum slag ber illa til at lýsa allar krókar út í æsir. So eg fari til stuttleika, í sambandi við at Khomeini ayatolla verður umrøddur, at nevna tað stak áhugaverda hugtakið Valayat-e Faqih. Við hesum gudfrøðiliga kvantlopi gav Khomeini sær sjálvum sama guddómliga og lýtaleysa myndugleika, sum upprunaliga hoyrdi tí fjalda imaminum (Ismail, sum doyði í 874, og sum nú verður dyrkaður sum Mahdi, frelsarin, sum kemur aftur á dómadegi) til. Tey, sum minnast Jim Jones og hansara ríki, munnu fata, hvat slík óhugnalig hugmóð kann hava við sær.
Átrúni og politikkur
Ikki minni áhugaverd, men á heilt annan hátt, er greinin “Illviljin móti átrúnaði er eitt álop á fólkaræðið” eftir Rúna Rasmussen. Eg kenni høvundin sum ein bæði dámligan, vitandi og høviskan ungling, og tað undrar meg ikki, at tónin í hesi grein samsvarandi er hóvligur og orðalagið mentað. Men eg eri als ikki samdur við Rúna í mongum, hann førir fram, og fari, nettupp av virðing fyri honum, at siga hví.
Ikki tí, tann akademiska viðgerðin, har greitt verður frá átrúna sum natúrligum og loyvdum parti av tí politiska rúminum og m.a. víst til Rawls og Habermas, er ivaleyst í samsvari við veruleikan. Men stórur partur av tekstinum minnir um eitt slag av skuggatelvan við ein mótpart, sum ikki er til. Politikkur er tengdur at virðum, hetta er sjálvsagt, um hetta er mær vitandi full semja, og eins og kristin hava ein moral, hava agnostikarar og ateistar eisini ein moral. Ja, tað áhugaverda er, at hesi seinastu ikki sjáldan umboða tey kristnu virðini betur enn mangur kristin.
George W. Bush er í dag ímyndin av einum kristnum statsmanni. Ivaleyst hevur hann gjørt okkurt rætt og gott. Men hann hevur samstundis sett í verk píning móti ósekum menniskjum, hann hevur skrivað undir eitt ótal av deyðadómum, hann hevur íbirt eitt kríggj, sum hevur kostað 5-600.000 fólkum lívið og gjørt tvær milliónir til flóttafólk, og tá ið ódnin Katrina herjaði í New Orleans, sveik hann tey, sum Kristus kallar “míni minstu”. Mikhail Gorbatsjov, hinvegin, bjargaði, tá USSR liðaðist sundur, við sínum politiska hóvsemi tí velduga ríkinum frá kríggi og einum uppaftur størri ruðuleika enn tí, sum tá kom. Hvør av hesum umboðaði tey kristnu virðini á meira sannførandi hátt?
Virðir og dogmatikk
Í síni roynd at umrøða sambandið millum átrúna og politikk fløkir Rúni, eftir mínum tykki, hugtøkini saman. Tí sum longu nevnt er politikkur ongantíð virðistómur. Men tað er líka so greitt, at religión, sum dogmatiskt fyribrigdi, ongan rætt hevur at valda í tí politiska rúminum. Halgabók krevur, sum vit vita, at samkynd skulu takast av døgum. Tað hevði verið nossligt, um slík lóggáva slapp fram at í Europa. Annars ræða sporini, eitt nú í Iran, har tey samkyndu, har við støði í eini aðrari halgari bók, verða steinað í hel.
Men høvuðspróvgrundin fyri, at ein samanvavstur av átrúna (í dogmatiskari merking) og politikki er vandamikil, er henda: Ein politikara, sum sigur seg umboða Gud, kanst tú ongantíð líta á, møguleikin fyri, at hann bara umboðar sína egnu, avmarkaðu, lítlu verð, ella at hann enntá er ein falskur profetur, sum kanska umboðar tað øvugta av tí, hann sigur, er altíð til staðar. Eina ferð enn kunnu vit, sum ræðandi skrímsl, nevna Khomeini, Jim Jones og – hví ikki – Adolf Hitler, sum mong kristin í hansara samtíð sóu í eini guddómligari glæmu.
Demokrati og teokrati
Tann greiðasta, mest pedagogiska og samstundis hvassasta greinin í hesum savni er tann, sum stendur fremst, hon hevur heitið “Demokratiskt frælsi og teokratiskt ófrælsi”, og høvundurin er Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur. Sjúrður fer beint til sakina og ger við klárum orðum greitt, hvat munurin er millum fólkaræði og teokrati, og hví religión (sum dogmatisk stevna) og politikkur eiga at verða sundurskild. Tað er í hesum sambandi sera áhugavert, at høvundurin einki hevur ímóti átrúna í sær sjálvum, tvørturímóti, tí, sum hann sigur, “kristindómurin er partur av okkara mentan og okkara siðaarvi”. Men leggur hann aftrat:
Tað er avgerandi munur millum tey, ið hava eina religión sum virðisgrundarlag, og tey, ið hava fundamentalistiska tulking av eini religión sum politiskt programm. Tað fyrra samsvarar væl við fólkaræði og frælsi hins einstaka – tað seinna ger ikki.
Betri og fyndugari kann hetta ikki sigast. Men Sjúrður heldur fram og greiðir uttan uttanumtos frá tí leikluti, fundamentalisman hevur í føroyskum politikki í dag. Hann ger hetta uttan illvilja, men, tað eg dugi at síggja, við virðing fyri sannleikanum og við at endurgeva brot úr stevnuskráum og greinum. Fyri lesaran er tað sera hent at sleppa at endurlesa og uppfríska tað, sum sagt og skrivað er tey seinastu árini.
Her er frásøgnin um trúboðaran, sum helt upp á, at Halgabók var Guds orð, men sum, tá sama orð sýntist at skurra í modernaðum oyrum, tók til tey ráð at sensurera Gud sjálvan! Er slíkt at virða halgubók og skriftina? Her er frásøgnin um ein annan gudsmann, sum spurdi seg sjálvan, um ódnin Katrina kanska var Guds revsing yvir tey samkyndu, men sum kortini var so frægur, at hann seinni tók síni orð í seg aftur.
Speglmyndin
Í Krossvegum eru aðrir tekstir, sum eg ikki fái nomið við her, um journalistikk, um kvinnuligar prestar, um føroyskar fríkirkjur, um sambandið millum stat og kirkju, um fyrimunir við sekularisering, um kvinnuvanvirðing í okkara mentan, um kristindómin og teir føroysku politisku flokkarnar, um vísindir og trúgv, um tær brotsgerðir, sum verðsligir teokratar sum Stalin hava framt. Nógvir av hesum tekstum, har nakrir umboða eina positiva støðu til religiónina, aðrir eina atfinningarsama, eru væl skrivaðir og geva rúm fyri evnanna kompleksiteti, so her er ikki lítið av veiðu til tey forvitnu ella tey, sum skulu skriva stílar ella aðrar uppgávur.
Um eg nú vendi aftur til tað makrokosmiska løriftið, sum Heini í Skorini helt upp fyri lesaranum, so fari eg at loyva mær til seinast at gera eina niðurstøðu, sum eg ikki havi sæð í bókini, og sum sostatt verður mítt uppískoyti. Tankin um yvirgang sum eitt burturav islamistiskt fyribrigdi er eftir mínum tykki ikki eftirfarandi. Víst hava hugmyndafrøðingar sum Saiyid Qutb, Ayman al-Zawahiri og aðrir aftrat borið brenni á bálið.
Men vesturheimurin hevur eisini stoytt bensin á sama bál, fjálgað um gamla Saud kong og hansara fundamentalistisku wahhabismu, stuðlað mujahedin í Afghanistan, skapt hatur – har einki var frammanundan – millum hinduar og muslimar í tí gamla India og við síni kristnu óhógv har verið við til at skapa mentaða og tolsama muhammedstrúgv um til fundamentalismu. So kanska er modernaður yvirgangur eitt tvítak, eitt andsvar, speglmyndin av okkum sjálvum, rangan, har vesturlendsk imperialisma og kristin hugmóð, við sínum blóðuga gamaltestamentliga arvi, eru rættan. Kanska eru tað tveir eingudaátrúnar, sum í mongum eru líkir, sum hittast á Armageddon.
Tann muslimska trúbótin
Men á sín hátt gevur eisini hetta bílætið eina skeiva mynd av veruleikanum. Tí Islam er, tvørturímóti tí vit halda, ikki eintýðugt, og sostatt fara bæði Samuel Huntington og Muhammed-teknararnir, við teirra manikæisku avmyndan, skeivir. Í tí islamska heiminum hevur í øldir staðið eitt stríð millum skriftlærdar (ulama) og modernistar. Millum hesar seinastu kann ein nevna Sayyid Ahmed Khan (1817-98), Chiragh Ali (1844-95) og al-Afghani (1838-97). Modernistarnir virkaðu fyri at føra upplýsing, vísindir og tolsemi inn í teirra mentan, ja, nakrir teirra førdu fram, at bæði tankin um vælferð til tey minni mentu og tankin um rættindir til kvinnur eru at finna í Muhammeds fyrsta ríki í Medina. Eitt meginhugtak í hesi rørslu er ijtihad: at lógin skal vera sjálvstøðug og óheft og sostatt leys av Koranini.
Europeisk mentan hevur, fyrst og fremst í Norðurlondum, takkað veri trúbótini, humanismuni og teimum sosialu rørslunum, lagt sín barbariska arv aftur um bak. Henda tilgond í okkara kristnu siðmenning, sum vit kunnu rópa sekularisering og humanisering, hevur tikið 2.000 ár. Verkirnir hava verið harðir og ófatiliga blóðugir og fatað um krossferðir, heksabrenning, tríatiárakríggj, nazismu, stalinismu, jødatýning og tvey heimskríggj. Ýta vit av eftir hesum tunga og drúgva burði, so koma muslimar ikki at okkara marki fyrr enn í árinum 2.622. Og møguliga hevur Islam, borin í heim sum ein sigursreligión, innbygdar forðingar, sum verða ringar at basa.
Hvørji ráð eru so, meðan vit bíða eftir tí muslimsku humanismuni, til at taka? Um vit venda aftur til Niels Lyhne, so hevði hann, hetta góðtrúna umboðið fyri eina horvna radikalismu, eina grunna og óbúna mynd av menniskjanum. Seinni komu Freud, Jung og aðrir, sum skiltu tað, sum eisini Shakespeare fataði, at menniskjað er ein irrationel vera, við evnum til kærleika og mildleika, men eisini við oyðingarhugi og thanatostrá. Vaska vit talvuna reina, so eru tað hesi seinastu, sum fylla hana aftur.
Tí paradoksið er jú, at tann holdleysa rationalisman, tann kantska abstraktiónin, tann trúar- og tjóðskaparleysa tóma talvan, ikki fyri øllum, men fyri mongum, og ivaleyst serliga óbúnum og einfaldum sálum, nettupp er tað feitilendi, har religiónin etur seg spikafeita og mangan vísir seg í yvirspentum, avskeplaðum og ørligum hami.
Óvissunnar vísdómur
Tað er tí eftir mínum tykki tápuligt, í anda Gellners, at vísa tjóðskapi frá sær, ella í anda Lenins, at vísa átrúna frá sær. Tjóðskapur og religión eru ein neyðugur, enntá virðismikil, førningur hjá mongum menniskjum, ikki sum kravsom dogmatikk, men sum ein eyðmjúk mentan, sum í sínum vísdómi letur onnur hava frið og heldur seg frá valdi og politikki.
Og mong vilja halda, at religiónin er vakrast og sannast, tá hon ikki dyrkar nakran gud, men letur seg upp fyri undran, opinleika, óvissu og iva. Hesin vísdómur er vakurt og fyndugt borin fram í sjónleikinum Nathan hin Vísi eftir týska rithøvundin Lessing (1729-81), har jødin, tann kristni og muslimurin, ítí teir semjast um (í søguni um ringin) at lata seg úr síni átrúnaðarskykkju, hittast, naknir og átrúnaleysir so at siga, í kærleikans vísdómi og spekt. Persiski yrkjarin og sufi-mystikarin Jalal al-Din Rumi (1207-73) tekur soleiðis til:
Eg krøki meg hvørki í átrúna ella trúgv,
eri hvørki eystur- ella vesturlendskur,
muslimur ella vantrúgvin,
zoroastriari, kristin, jødi ella heidningur.
Mítt heim er handan stað og navn.
Eg fevni alt og eri partur av øllum.
Krossvegir er eitt stak áhugavert og virðismikið íkast, um aktuell og viðkvom evnir, til orðaskiftið í Føroyum. Eyðkent fyri allar tekstirnar er, at teir, hvassir sum hóvligir, objektivir sum persónligir, eru skrivaðir við einum lagaligum og mentaðum tóna. Málburðurin er sum heild góður, og bókin er somuleiðis væl frágingin, hvat rættlestri og stavseting viðvíkir.
Bókin umboðar sjónarmið, sum undirritaði kann taka undir við, men eisini, tíbetur, tankar og sjónarmið, sum eg, hóast eg virði tey, ikki kann taka undir við. Sostatt er hetta ein bók, sum talar til mong, ymisk fólk, við ymiskum, enntá mótsettum, sjónarmiðum um religión og politikk. Hon átti at verið kærkomin, sum tilfar hjá skúlum, miðnámsskúlum og lærdum háskúlum.
Krossvegir. Essay-savn um átrúnað og politikk. Ritstjórn: Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen. Forlagið Sprotin 2007. Kr. 260.