Saman við fýra øðrum bólkum fer Týr á pall í spælistaðnum The Rock í danska høvuðsstaðnum mikukvøldið 8. oktober Eftir fjølmiðlum at døma, so er Týr høvuðsnavnið. Men sambært heimasíðunum hjá hinum bólkunum, so hava hesir eisini drúgvar royndir. Hinir tríggir bólkarnir eru Hollenthon úr Eysturríki, Alestorm úr Skotlandi og Svartsot úr Randers í Danmark.
Saman við Týr eru teir á eini konsertferð, ið kallast RAGNARÖK?S AASKEREIA TOUR 2008.
Eftir konsertina mikukvøldið 8. oktober fer Týr til Týsklands at spæla, og síðani gongur leiðin til Ameriku, har teir hava hópin av konsertum.
Konsertin á The Rock byrjar klokkan átta og endar nakað eftir midnátt.
Kelda: FO Invasion