Týr rendir á »Land«

Føroyski Heavy­rokk­bólk­urin Týr gevur í næstum nýggja fløgu út á Napalm Records, og kallast hend­an »Land«. Hetta verður fjórða útgávan frá víkingunum, ið flestu føroyingar kenna best fyri sína útseting av »Ormurin Langi«. Men nógv er hent síðani »Ormurin Langi« fekk uppreisn her á klettunum

Fløgu ummæli

Líggjas Olsen

 

Bólkurin hevur m.a fingið plátusáttmála og hevur nógv at gera í øðrum londum, har hann veruliga hevur fingið vind í seglini. Menninir í Týr eru júst afturkomnir úr USA, har teir hava spælt á PAGAN­FEST, ið er ein festivalur við líknandi bólkum sum Týr á skránni.

Líggjas Olsen gevur her sína meting av nýggju fløguni hjá Týr, ið verður útgivin í morgin, 30. mai.

 

At elska ella hata

So vóru teir aftur her við sínum víkingahalløji. Heavyrokkararnir Týr, sum altíð fyri mær hava virkað sum nakrir kiksaðir, wanna­be krígsmenn við brynjum og ketum og hvat veit eg av tilhoyri. Og nú skal eg so um­­mæla teirra nýggju fløgu, sum eg eri bangin fyri ikki er stór­vegis øðrvísi enn alt hitt, teir hava gjørt av tungum víkingarokki. Men hví skuldi tað nú verið tað? Tí eg vil tað? Neyvan.

Týr er ein bólkur, sum beinan­vegin gjørdi greitt, at teir neyvan fóru at gera øll nøgd. Dámdi tær teirra tónleik, so elskaði tú hann. Um ikki, so hataði tú hann kan­ska. Eg hoyri til tann seinna bólk­in, tíverri. Havi ongantíð orkað fyri hesum øgiliga stíva, ágang­andi slagnum av rokktón­leiki, sum verður spældur uttan nakran steðg, uttan fínt­følandi elementir, ja næstan uttan dyna­mikk. Beint til sakina, allatíð! Tað verður knallað til frá byrjan til endan, og hetta skal so nokk avspegla kríggj og slátur og uppí­blandan frá norrønum gudum. Lesarin er tó vælkomin at kanna nærri sjálvur. Hetta er so tað, sum eg havi fingið burtur­úr, tá eg havi hoyrt tón­leikin hjá Týr, og sjálvt um eg havi roynt at skilt og sett meg inní osfr, so suffi eg bara og vil helst sløkkja og njóta friðin heldur enn kríggið, sum Týr so lívliga siga frá. Orsaka dreingir, tað er sikkurt eg, ikki tit.

 

»Land«

Aftaná eina gjøgnum­lurt­ing av »Land« (sum síðan varð lurtað einar 4 ferðir ígjøgnum), komi eg fram til, at hettar er Týr, júst sum eg kenni teir. Ljóðið er tungmálmsligt, men alíkavæl nokso reint. Haldi ikki, tað kann sigast, at ljóðið er serliga mod­ern­að, og í hesari sjangruni hevur tú ikki endiliga eitt modernað ljóð. Tað er eitt lítið sindur tunt, soleiðis sum fleiri av metal fløgun­um fyrst í 90'unum ljóð­aðu, og sum ikki er broytt stórvegis síðani. Røddin hjá Hera er góð og liggur væl inni í ljóðmyndini, og hann ljóð­ar til tíðir sum ein rættur víking­ur á veg í kríggj. Illur, dramat­iskur og mannligur.

»Land« byrjar við, at Hanus G. Johansen sigur frá Gandkvæði Tróndar, sum J.H.O Djurhuus yrkti. Afturat sær hevur hann ein bólk av strúkarum og eitt sindur av kvæðastemningi aftanfyri. Hetta haldi eg riggar væl í sær sjálvum, men ikki endiliga saman við restini av fløguni. Hanus er meistari í at siga frá við síni djúpu, dramat­isku rødd, sum passar perfekt til hetta Gandkvæði Tróndar.

 

Eins tempo og dynamikkur

Aftaná góðar tveir og ein hálvan minutt kemur so bólkurin stun­andi inn, og so er krígsstemn­ing­urin settur. Fløgan koyrir so í væl yvir ein tíma, og tempo og dyna­mikkur broytist stórt sæð ikki, ella sera lítið, og hetta haldi eg vera ein av fleiri veikleik­um. Tónleikurin er riff-kendur og bygdur omaná melodiir, ið fyri tað mesta eru traditionellar før­oyskar ella skandinaviskar vísur og kvæði. Fresandi gittar­solo'ir av Terja Skibenæs sleppa eisini at sníkja seg upp í part, og tað vita vit øll, at hann dugir til UG.

Teksturin skiftir millum føroyskt og enskt, meðan eitt lag, »Sinklars Vísa«, er á norskum. Dugi ikki at síggja eitt gjøgnum­gang­andi tema ella eina kon­tinuer­liga søgu gjøgnum fløguna, burtur­sæð frá, at tekstirnir allir snúgva seg um lívið og tess innihald tá einaferð afturi í víkinga­tíðini. Hetta kann sostatt ikki sigast at vera ein kon­sept­fløga, sum t.d »Ragna­rok« var. Hendan er episk og alt hattar har, men løg­ini eru ikki bundin av hvørj­um øðrum á nakran hátt.

 

Nógv, men lítið

Eg má siga, at eg haldi »Land« vera rættiliga lang­drigna og eisini mono­tona. Her hendir so nógv allatíð, men tó so lítið. Eg sakni, at tónleikurin sleppur at anda, at trummurnar halda munn eina løtu, at gittar­ar­nir halda aftur eina løtu, at okkurt, bara okkurt brýtur frá hesum ævigu harmon­iunum av dómi og kríggi. Tí tað er júst tað, hendan fløgan er. Hon byrjar, og hon endar ikki, fyrr enn ein lítið broytt endur­inn­spæling av »Hail To The Hamm­er (How Far To Asgaard)« slær tað fast. Og tá hevur tú staðið í einari ódn í meira enn ein tíma, uttan at hava flutt teg serliga nógv.

Júst hví hendan endurinn­spæl­ingin av »Hail To The Hammer« er komin við á »Land«, veit eg ikki. Kann vera, at teir hildu seg mangla eitt »hitt«, tí eisini tað er sera ringt at hoyra her, kanska líka burtursæð frá skering tvey, »Sinklars Vísa«, sum hevur eitt nokso fangandi niðurlag.

So nei, eg haldi bestemt ikki, at Týr við »Land« hava sligið seymin á høvd­ið. Okkurt meira má til fyri at sannføra meg. Kanska toran slær niður á meg og ger júst tað.

Tað skuldi eisini undrað meg, um »Land« fær stór­vegis rós á metal orienter­aðu tónleika­miðl­unum, men hvør veit. Tað kann vera, eg havi mist okkurt.

2 útav 6 stjørnum herfrá, og tá skal man minnast til, at eg hoyri til tann bólkin, sum bara ikki ordiliga skilir Týr.

Fløgan er sett at koma út í morgin, fríggjadagin 30. mai, og møguleiki er eisini at ogna sær eina dupultfløgu, harav tann eina er ein konsert DVD frá Wacken 2007.