Tær royndu skulu bera tað heim hjá KÍ

(SportBoxin) Hoyr samrøðuna, sum var venjarin hjá KÍ-kvinnunum, Alexandar Jovevic í SportBoxini á Rás2

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin, har prátað var við høvuðsvenjaran hjá KÍ-kvinnunum, Alexandar Jovevic.

 

FM-finala verður í bestu kvinnudeildini í Hólmanum á Eiði í morgin klokkan 12.30. EB/Streymur/Skála er á odda við 51 stigum, og KÍ er nummar tvey við 49 stigum. Vinnur EB/Streymur/Skála ella spælir javnt, so verður EB/Streymur/Skála FM-vinnari á fyrsta sinni. Megnar KÍ at vinna verður KÍ FM-vinnari 18. árið á rað.

 

 

Liðini hava møtst fimm ferðir higartil í ár í landskappingini, og í steypakappingini. Í landskappingini hevur KÍ vunnið 3-1 og 2-1 við Djúpumýru í Klaksvík. Og í Hólmanum á Eiði hevur EB/Streymur/Skála vunnið 4-1 á KÍ. 

 

 

Liðini møttust í hálvfinaluni í steypakappingini. Dysturin á Eiði endaði við javnleiki 1-1, og EB/Streymur/Skála vann 2-1 norðuri í Klaksvík. Í finaluni vann EB/Streymur/Skála 3-2 á HB.

 

 

Alexandar Jovevic undirstrikar, at tað verða tær royndu á KÍ-liðnum, sum skulu bera tað heim hjá KÍ. Tær hava gingið undan, og hava drivið á til venjingarnar.

 

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum millum EB/Streym/Skála á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 12.