Eftir leirskriðulopið í býarpartinum Ask í Gjerdrum kommunu í Noregi vóru at enda 10 fólk saknað, sum stór leitingarlið royndu at finna. Sum dagarnir gingu, vórðu sjey lík funnin - og ein lítil hundur, sum var á lívi. Men, trý av teimum saknaðu eru ongantíð komin afturíaftur.
Millum tey trý saknaðu, er 50 ára gamla, Ann-Mari Næristorp og dóttir hennara, 13 ára gamla, Victoria. Tað harmar tey avvarðandi almikið, at eingin leiting verður aftur í leivdunum av leirskriðulopinum fyrr enn í næstu viku.
- Vit eru ógvuliga órógvað, nú vit framhaldandi mugu bíða, sigur Åse-Lill Næristorp, sum er systir til saknaðu, Ann-Mari Næristorp og soleiðis eisini mostir 13 ára gomlu, Victoriu, sum báðar eru á myndunum omanfyri.
Tað var týsdagin í hesi vikuni, at løgreglan boðaði frá, at nú verður ikki longur leitað eftir livandi fólki í leivdunum, men eftir líkum. Mikudagin søgdu umboð fyri leitingarliðini, at tey helst ikki fóru aftur at leita fyrr enn í næstu viku.
Åse-Lill Næristorp sigur, at hetta harmar hana og familjuna almikið. Familjan sær veruleikan í eyguni, at móðir og dóttir neyvan eru á lívi longur, men tað verður trupult at koma víðari í lívinum, áðrenn tey hava fingið eitt svar.
- Tað er týdningarmikið, at Ann-Mari og Victoria verða funnar, soleiðis at familjan fær eina grøv at vitja. Eg vil ikki, at tær skulu vera liggjandi í leivdunum. Vit vita, at tær eru har, men vit vita ikki hvar. Hetta er ein vónleys støða, sigur Åse-Lill Næristorp.
Sambært henni sigur løgreglan, at tey nú bíða við leitingini í nakrar dagar, tí neyðugt er at leggja til rættis, hvar leitast skal. - Húsini, sum løgreglan helt, at fólk kundu vera í, eru kannað, og nú skal leitast aðrastaðni, sigur ein sorgarbundin, Åse-Lill Næristorp, við norskar miðlar í dag.
In.fo kann skoyta upp í, at lítli hundurin, sum varð funnin á lívi í leivdunum seks dagar eftir leirskriðulopið, var nevniliga hundurin hjá Ann-Mari og Victoriu Næristorp, og hann varð funnin í kamarinum hjá Victoriu, sum saman við mammu síni er horvin í leivdunum.
Sambúgvin hjá Ann-Mari Næristorp, Odd Steinar, var eisini í húsunum, tá tey vórðu rakt. Hann sá seinast sambúgvan og dóttrina, tá tær royndu at sleppa sær út úr húsinum, og sjálvur lá hann fastur í leivdunum inni í húsinum og slapp ongan veg.
##med2##