Týr spælir í Føroyum

Síðan Týr gav fløguna Ragnarok út hevur eitt ótal av konsertum í Mið- og Eysturevropa verið á skránni, men nú verða tvær konsertir á heimavølli.

Á heimasíðuni hjá Týr ber til at lesa, at bólkurin 20. apríl fer á pall í Høllini í Trongisvági, og at Norðurlandahúsið dagin eftir stendur á skránni.

 

Týr hevur seinastu tíðina verið á konsertferð í Pólandi, Holland og Týsklandi saman við finsku Ensiferum, týsdagin var seinasta konsertin hildin í Flensborg.

 

Føroyavinurin Arne List var á konsertini, hann sigur, at luttøkan hjá Týr sum upphitingarbólki als ikki var lýst, tí var hann einasti maður ímillum áskoðararnar, ið var komin fyri at hoyra Týr, men hóast hetta vóru áskoðararnir sera væl nøgdir.

 

Týr spældu fimm løg, millum hesi vóru evergreens sum Hail to the Hammer, Regin Smiður og Raimund hin Unge, hesi fullu væl í smakkin hjá áskoðarunum.

 

Arne List hevur latið okkum myndir frá konsertini, og hesar finnast undir myndafrásagnir.