Týr tók sær góða tíð

Tí eru seks ár liðin síðani seinastu útgávu hjá føroyska rockbólkinum

Týr – tónleikabólkurin við tí sermerkta rockstílinum – gevur í mars út nýggja fløgu. Seks ár eru liðin síðani seinastu útgávuna, og tí verður við spenningi bíða eftir nýggja útspælinum frá Týr.

Nýggja útgávan kallast »Hel« og verður útgivin av plátufelagnum Metal Blade Records. Hetta verður áttandi útgávan hjá Týr, sum fyri aldarsskiftið fekk gjøgnumbrot í Føroyum við kvæðarocki og serliga »Orminum Langa«.

Tað er ikki uttan orsøk, at seks ár eru liðin, síðani Týr gav seinastu útgávuna út.

– Eg fann út av, at hildu vit áfram at geva tónleik út, sum vit høvdu gjørt, fór eg at doyggja av hjartatilburði, áðrenn eg fylti 50. Tað var ein orsøk til, at vit løgdu nýggjar ætlanir og hava tikið okkum góða tíð við hesari nýggju útgávuni, sigur Heri Joensen, sangari og gittarspælari í Týr.

– Tað var sera stórt trýst á okkum, tá vit innspældu onkrar av undanfarnu útgávum. Tá ið tú fert í eitt kostnaðarmikið studio, og allur tónleikurin er ikki heilt liðugur, er sera stórt tíðartrýst á at fáa alt liðugt, meðan tú ert í studio. Tað hevur við sær, at onkur mistøk verða gjørd, og sumt ikki verður nóg gott, og aftaná hevur tú eina keðiliga kenslu, greiðir Heri Joensen frá.

– Tað vildu ikki fara ígjøgnum einaferð afturat, og tí hava vit tikið okkum góða tíð við nýggju sangunum, og hetta er okkara mest gjøgnumarbeidda útgáva nakrantíð, sigur hann.

13 sangir eru á nýggju útgávuni, og millum sangheitini eru »Ragnars kvæði«, »Empire of the North«, »Gates of Hel« og »Alvur Kongur«. Fyrsta staklagið, »Fire and Flame« er komið út og finnist eitt nú á Spotify.

Almenni útgávudagurin av »Hel« er 8. mars.