Týr: Ætla at yvirhála Emmu

Hósdagin 10. januar kemur fyrsta fløgan hjá bólkinum Týr á marknaðin. Fløgan, ið kallast "How Far to Asgaard" kemur út í samskipan við konsertirnar Tutl hevur, ið sambandi við 25 ára føðingardagin hjá plátufelagnum. Tað er Tutl, sum gevur fløguna út

Útgáva

Progressivur etniskur metal rockur. Soleiðis kalla teir í Týr tónleikaslagið teir standa fyri. Fløgan "How Far to Asgaard" inniheldur átta løg og tilsamans er ein lítil tími av tónleiki. Ormurin Langi, sum vann sær fótafesti innan almenna føroyska hittlistan í vetur, er við sum einasta føroyska lagið. Annars er alt hitt á enskum. Týr hevði lítlan tíðindafund í Norðurlandhúsinum í gjár. Tilstaðar vóru allir limirnir í bólkinum uttan bassleikarin. Hann skuldi koma til Føroya í gjárkvøldið og við í kuffertinum skuldu nýggju fløgurnar vera. Í gjár søgdu Týr:
? Vit fóru í studio tann 24. september í fjør. Fyri umleið einum mánaða síðani var liðugt at taka upp, mixa og mastera. Fløgan er innspæld á Toccata Studio á Nørrebro í Keypmannahavn.
Sum heild var hetta ein bílig verkætlan. Góðar 15.000 krónur vórðu lagdar í fløguútgávuna, og er hetta fíggjað við peningi bólkurin hevur fingið fyri at spæla. Til dømis á Jelling, Prix Føroyar og á øðrum konsertum. Grundin til, at hetta varð so bíligt er, at studioið er stuðlað av Københavns Kommune, og býrt tú í kommununi fært tú tað bíligari enn vanligt.

? Úrslitið eru vit hampuliga væl nøgdir við. Studio var ikki tað dýrasta ella flottasta vit hava sæð, men úrslitið er bara gott.

Nýggjan guitarleikara

Eina viku aftaná Týr var farið í studio at taka upp til fløguna, gavst Jón Joensen, sum guitarleikari. Hetta hevði við sær, at Heri yvirtók alt guitarspælið og er tað hann, sum stendur fyri øllum guitarspælinum á fløguni.

Progressivi etniski metal rockbólkurin hevur nú tó fingið ein nýggjan guitarleikara. Tað er Terji Skibenæs, sum er kendur fyri at hava spælt í bólkinum Flux, sum er settur í staðið hjá Jón.

Týr hevur longu havt sína fyrstu konsert við nýggja guitarleikaranum. Tað var tann 28. desember á Tvøroyri, og gekk tað bara væl, sigur manningin í Týr. Spurdur um, hvussu honum dámar í nýggja bólkinum sigur Terji:

? Mær dámar væl. Hetta er øðrvísi enn Flux, og hetta er eisini meira tann stílurin, sum mær dámar at spæla. Harafturat so liggur ein størri avbjóðing í hesum spælinum enn í tí eg gjørdi í Flux.

Eyga fyri útlondum

Nú fløgan kemur út fer Týr at leggja seg eftir at fáa møguleikar at spæla so nógv sum gjørligt í útlondum. Fremst á skránni nú er presentatiónskonsertirnar teir fara at hava saman við øðrum bólkum í sambandi við føðingardagin hjá Tutl.

Tann 1. februar stendur slagið í Pumpehuset í Keypmannahavn. Hetta er finalan í eini kapping, sum Týr hevur ognað sær sess í fyri lítlum ári síðani. Tá vera fjølmiðlarnir tilstaðar og eisini umboð fyri ymisk plátufeløg. Sagt verður, at tað er lættari at sleppa ígjøgnum nálareygað, tá tú hevur eina fløgu at vísa aftur á.
? Vit fara at royna at sleppa at spæla so nógv sum gjørligt í so nógvum londum sum møguligt, siga kvæðarockararnir.
? Kanska vit fara aftur til Jelling, og umboðið fyri Nibe festivalin, har Clickhaze var hevur biðið um eina demo frá okkum. So vit fara at royna at sleppa við til onkrar av teimum stóru festivalunum í Danmark.
Hósdagin 10. januar tá fløgan kemur út verður fyrsta konsertin, har møguleiki eisini verður at keypa fløguna. Hon verður í Støkk høllini, tað sum fyrr var Glyvra Bio, á Glyvrum. Eisini aðrir bólkar vera við. Konsertin byrjar klokkan 20.00. Tvær aðrar konsertir vera eisini. Onnur er á Tvøroyri fríggjakvøldið og hin er í Norðurlandahúsinum í Havn leygarkvøldið.
Fløgan er í fyrsta umfarið prentað í 1000 eintøkum, men hon tekur minni enn eina viku at endurprenta um tørvur skuldi verið á tí.