Annar hellir til KÍ, og hin hellir til NSÍ í oddadystinum millum NSÍ og KÍ, sum verður spældur við Løkin í Runavík sunnudagin klokkan 15. Ein dystur Rás2 sigur frá.
Annar hellir til HB, og hin hellir til Víking í dystinum millum HB og Víking, sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali í Havn sunnudagin klokkan 15. Ein dystur Rás2 sigur frá.
Tórður Thomsen og Hanus Thorleifsson (myndin) vóru gestir hjá Tróndi Arge í fótbóltspanelinum á Rás2 í dag. Tórður Thomsen og Hanus Thorleifsson tóku eisini samanum avrikið hjá landsliðnum ímóti Ungarn, mettu um teir fimm dystirnar, sum verða spældir í effodeildini hetta vikuskiftið, og mettu eisini um stóra brakið í Premier League millum Manchester United og Manchester City, sum verður spældur á Old Trafford leikvøllinum í Manchester klokkan 12.30 í morgin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr dagsins fótbóltspanel.