Hjørdis Johansen hevur í mong ár havt dramaverkstaðin í Havn. Tað er hennara einasta arbeiði, og har arbeiðir hon serliga við barna- og ungdómsleiki. Hon hevur ígjøgnum árini luttiki á nógvum stevnum og festivalum við børnunum, og nú er hon júst afturkomin av Cuba.
Hon sigur, at tað altíð hevur verið ein dreymur at sleppa til Cuba, og at hon ikki ivaðist í at royna seg, tá høvið beyðst. ? Tað eru altjóða barna- og ungdóms sjónleikarastevnur annað hvørt ár. Annað hvørt ár í Týsklandi og annað hvørt ár onkra aðra staðni í heiminum. Luttakararnir koma úr øllum heiminum. Fleiri 1000 sjónleikarafeløg úr yvir 100 londum luttaka. Ein av høvuðsaktørunum aftanfyri tiltakið, er kendi felagsskapurin UNICEF. Men tað er hóast alt ikki bara bara at sleppa við, greiðir hon frá.
Hjørdis sigur, at tú mást søkja um loyvi, og við umsóknini skal tú senda eitt sjónband við leikinum, ið tú ætlar at framføra á festivalinum. Síðani er ein altjóða dómsnevnd, ið velur teir bestu leikirnar út. So tað er eitt slag av upptøkuroynd. Hjørdis valdi í ár at nýta sama leik sum ein annar bólkur hjá henni nýtti fyri tveimum árum síðani í Týsklandi. ? Tey fingu heilt framúr góð skoðsmál fyri leikin tá, so vit søktu við sama leiki og sluppu við, greiðir hon frá. Tey arbeiddu hart at savna pening saman, eins og tey vórðu væl stuðlað av ymsum fyritøkum. Foreldrini góvu eisini eitt ískoyti til dýru ferðina.
"Vit skiltu tykkara leik"
Nakrar av treytunum fyri at sleppa við til festivalin eru, at øll skulu framføra á egnum máli og at leikararnir ikki skulu vera meiri enn 15 ár. ? Um fólk ikki skilja dialogin í einum leiki, ert tú noyddur at spæla tað betri, so tey skilja boðskapin ígjøgnum rørðslur. Men tað setir stór krøv, serliga tí leikararnir eru so ungir, sigur Hjørdis. Hon greiðir frá, at tey arbeiddu nógv við leikinum, fyri at fáa hann skilligan bert við at nýta rørðslur. Tey hava vant hann fleiri ferðir, har ikki var loyvi at siga eitt einasta orð. Tey brotini, við nógvari samrøðu, ið ikki kundu spælast uttan orðini, vórðu heilt einfalt strikað ella umskrivað. Hetta drúgva arbeiðið vísti seg eisini at geva úrslit.
Tey spældu á national teatrinum í Havanna, fyri fullum sali. Har vóru bæði luttakarar á festivalinum, eins og gjaldandi, lokalir áskoðarar. Framførðslan gekk ótrúliga væl, onkrir smáfeilir vóru, men tað varð alt ótrúliga væl reddað, heldur Hjørdis fyri.
Ìmeðan leikurin varð spældur, hoyrdi Hjørdis, sum sjálv sat niðri í saliunum, eitt dempað suss ímillum áskoðararnar. Hon hugdi rundan um seg og varnaðist, at tað vóru cubanskar mammur, ið greiddu smáu børnunum frá hvat tað var, sum hendi á pallinum. ? Tað sigur eitt sindur um evnini hjá sjónleikarunum, tá fólkini á Cuba skilja føroyska leikin so væl, at tey umseta hann fyri smábørnunum, sigur Hjørdis. ? Eftir framførðsluna kom ein ferðaleiðari úr eysturevropa yvir til mín, við tárum í eygunum, og takkaði so inniliga fyri framførðsluna. Hann helt, at tað var heilt fantastiskt, og segði at hann ?hóast hann ikki hevði skilt eitt orð? hevði skilt alt. Tað komu eisini nógv børn yvir til leikararnar og søgdu, at "vit skiltu væl tykkara leik". Tað var deiligt, sigur Hjørdis.
Men tað vóru ikki bara meinigir spanskir cubanar, ið vístu áhuga fyri leikinum. Hjørdis varð nevniliga kontaktað av sjálvasta Chief of Arms, sum er herovastin á Cuba. Hann bað tey vælsignaði koma at spæla á einum øðrum teatrið, har Fidel Castro plagdi ganga. Tað vísti seg eisini, at hesin herovastin var beiggi Fidel Castro. Men Hjørdis noktaði. ? Børnini vóru óalmindiliga móð. Tey høvdu høvdu gingið við nervum allan dagin og høvdu akkurát givið seg meiri enn 100% til veruligu framførðsluna. Eg helt at tey skuldu hava frí, tá tey vóru liðug.
Ì leikinum er eisini ein jatni, ið blakar eina lagkøku í høvdið á einum av gudunum. Hjørdis greiðir frá, at hetta er ein rættiliga týdningarmikil sena, og einki lagkøkukrem var eftir, táið framførðslan hevði verið. Teir báðir teknikararnir, sum vóru við høvdu eisini fingið trupulleikar við ljósi og ljóði á einum nýggjum palli, so tað bleiv av ongum at spæla fyri Castro. Og tað vóru leikararnir eisini fegnir um, sigur Hjørdis, sum man vera einasti føroyingur, sum hevur upplivað at siga nei til Castro. Seinni um kvøldið fingu tey aftur eina áheitan um at spæla leikin umaftur, men svarið var tað sama.
Sum ein fangalega
Tríggir av leikarunum, sum vóru við, eita Maria, Tjóðhild og Barbara. Tær siga allar, at túrurin á Cuba hevur verið sera læruríkur, ikki bert leiklistarliga. Tær greiða frá, at á Cuba er alt deilt upp í tvey. Tað eru turistarnir, sum búgva á hotellum og sum leggja pengar eftir seg, og so eru tað øll hini. Av tí, at føroyska ferðalagið ikki búði á hotelli, men á einum skúla, høvdu tey ikki somu framíhjárættir, sum vanligir turistar hava. Tey vóru sera væl eftiransað og sluppu ikki at gera sum tey vildu. ? Har var politi allastaðni. Vit kendu okkum trygg, viðhvørt næstan for trygg, tí vit slupp einki at gera. Vit sluppu ongantíð á nakra strond og heldur ikki at spáka runt í býnum. Um vit skuldu út, kom ein bussur eftir okkum og koyrdi okkum har vit skuldu. Um vit skuldu keypa, vórðu vit koyrd til ein marknað og fingu so avmarkaða tíð at keypa í. Vit sluppu ikki eingang út um skúlan fyri at fara í eina kiosk. Bussarnir komu sjáldan til tíðina, onkuntíð bíðaðu vit upp til tríggjar tímar, greiða tær frá.
? Fleiri av hinum, sum búðu á skúlanum kláraðu ikki at liva so. Tað kendist viðhvørt sum ein fangalega, so tey fluttu á hotell at búgva. Tá hevur man jú loyvi at gera júst tað, man vil. So at enda vóru tað bara vit, mexicanarar og cubanar, sum búðu eftir á skúlanum, siga tær tríggjar. Tær siga, at tær tóku tað sum eina uppliving. ? Tað var ikki so ringt, tí vit vistu at vit sluppu heimaftur. Cubanarar liva soleiðis altíð, og teir hava næstan ongan kjans at sleppa av oynni, sigur Tjóðhild.
Hjørdis sigur, at hon sum ferðaleiðari, kendi tað ógvuliga frustrerandi at vera undir so strongum eftirliti allatíðina. ? Vit máttu forhandla í langa tíð, hvørjaferð vit ætlaðu okkurt. Og svarið varð akkurát sum lagið á vaktunum var. Ein dag bar okkurt ikki til, men næsta dag var einki problem. Har vóru t.d. verðins lekrastu ísar, men bara tvær ferðir sluppu vit út at keypa okkum ís. Tað er forferdiliga ringt at umstilla seg, tá ið tú ert vanur at gera sum tú vilt, tá tú vilt, sigur hon.
Skelkandi fátækradømi
Føroyski leikbólkurin hevði ein bás á einum forti nevnt Morro. Har bregdaðu tey vinarbond, kvóðu og gjørdu ymisk dansispøl, vístu plakatir úr Føroyum og høvdu okkurt frá Sirri og Alv at sýna fram. Hjørdis heldur, at tað var ein vakur básur, men tað, ið serliga fangaði áhugan hjá cubanunum, vóru kúlupennar, viskileður, ballónir o.t., ið tey høvdu sett á borði til fólk at fáa sær.
? Tey vóru so yvirfegin um at fáa eina ballón ella ein kúlupenn. Tað var ordiliga skelkandi at síggja. Men sjálvt um tey einki eiga, so eru tey so ómetaliga glað og blíð. Tey dansa allatíðina og mussa og klemma øll. Tað gevur nakað at hugsa um, at tey eru so glað, sjálvt um tey eiga so lítið, greiða genturnar frá.
Hjørdis sigur, at orðið kræsni eisini fekk eina nýggja meining fyri tey flestu á túrinum. Handilsbannið bleiv sett í verk ímeðan tey vóru har, og tað merktu tey væl, serliga á matinum, sum ikki var nakað serliga góður. ? Einasta kryddið var salt, og sera lítið av grønmeti og frugt var at fáa. Tað var mest rís, vit ótu. Men tey royndu veruliga at gera sær ómak og vit høvdu hvønn dag fleiri ymiskar rættir at velja ímillum, sigur Hjørdis frá. Men tað var ringt hjá forvandu føroysku børnunum at skula eta mat, sum ikki smakkaði serliga væl. Í byrjanini vóru bakkarnir framvegis fullir av mati, tá teir vórðu bornir til uppvaskidamuna. Men tá komu cubansku bussførararnir rennandi við plastikkposum, og bóðu um at fáa restirnar. Hjørdis tosaði eisini við tey ungu um hesa damuna, sum stóð og tók ímóti bakkunum, eftir at tey høvdu etið. Hon hevði allarhelst børn og ongan mat at geva teimum. Og so skuldi hon standa allan dagin og tveita mat í skrellispannina, tí føroyingarnir vóru so kræsnir. ? At enda bleiv tað næstan ein sportur hjá teimum at eta upp, og tey ansaðu eisini betur eftir hvat tað var, tey fingu sær upp á bakkan, sigur Hjørdis. So onkra ávirkan hevur tað havt.
Maria, Tjóðhild og Barbara halda eisini, at tað avgjørt hevði stóra ávirkan á tær. Serliga tað, at cubanar eru so kúgaðir í egnum landi, og at teir ongan møguleika hava at sleppa burtur úr vesaldóminum. ? Vit høvdu sjálvandi lisið um Cuba og vit høvdu eisini hoyrt hvussu tað var. Men tey flestu sum hava verið har og tey sum hava skrivað bøkurnar, hava verið har sum turistar. Vit upplivdu eina aðra síðu av Cuba enn tey. Tað var rættiliga skelkandi at síggja og merkja hvussu tey verða viðfarin, siga tær.
Tær greiða eisini frá um vanlig føroysk gerandisting, so sum heitt vatn í brúsuni og rein vesi við setri og lási á hurðini, sum tey máttu klára seg fyriuttan.
Góður íblástur
Leiklistarliga fingu tey eisini í posa og sekk av at síggja allar hinar framførðslurnar. Tær greiða frá, at tey flestu av hinum bólkunum nýttu nógvan dans í teirra leikum. ? Okkara framførðsla var ein av teimum fáu, sum bert var leikur. Og vit skiltu ikki so nógvar av hinum leikunum heldur. Men hóast tað, so ber til at hyggja at ljósi og ljóði, búnum, rørðslum o.ø. Hini spældu heilt onnur sløg av leiki og tað er altíð gott at síggja okkurt annað, siga tær.
Og kanska nýggi íblásturin fer at koma Dramaverkstaðnum til góðar komandi summar, tá barnasjónleikarastevna fyri triðju ferð verður hildin í Havn. Har kunnu øll verða við, einasta treyt er, at luttakararnir eru undir 14 ár.
? Vit eiga ótrúliga góðan og evnaríkan ungdóm, og vit mugu royna at stuðla og eggja honum. Sjónleikur er so ómetaliga góður, serliga í einum samfelag sum okkara, har tú allatíðna møtur avbjóðingum, og har tú ofta má geva upp. Nú hugsi eg eisini um skúlan, sum allatíðina setur avmarkingar og veggir upp, til tey ungu at renna seg í. Tá er tað gott at kunna sleppa burtur við at spæla eina løtu, heldur Hjørdis.
? Eg eri hørð við tey, men tað er tí, at eg veit hvat tey hava og hvat tey megna. Tað gevur eina stóra gleði at prógva, at tey kunnu fara útum múrarnar, sum tey renna seg ímóti. Tá tey ungu sjálvi síggja, at tey megna meiri enn tey hildu, gevur tað teimum sjálvsálit og mót. Og tað er gott. Teirra leiklistarligu evnir eru eisini á sera hørðum støði, tað fingu vit prógva á Cuba, staðfestir Hjørdis. Hon heldur fyri, at tað í grundini var spell, at tað ikki var ein kapping. So høvdu tey funnið útav júst hvar tey flóta á altjóða støði.
Sjálv ivast hon ikki í, at úrslitið hevði verið sera gott, møguliga eitt fyrsta pláss. Og vit mugu bara staðfesta, at tá tú kanst spæla ein leik um norrønu gudalæruna á føroyskum, og fáa øll í eini alheims áskoðarafjøld at skilja leikin, tá liggur væl fyri við leiklistarligu evnunum.