Tórbjørn Mikkelsen var havnarmaður, sonur Ásu, f. Haraldsen og Gunnar Mikkelsen. Hann vaks upp á Trapputrøðni við Tinghúsvegin. Øll síni virknu ár var Tórbjørn í starvi á Gjaldstovuni – seinni Toll- og Skattstovuni, har hann var í meira enn hálva øld, og fyri hetta varð hann heiðraður við riddarakrossinum frá Margretu Drotning.
Tórbjørn Mikkelsen var virkin á nógvum økjum, ikki minst innan ítrótt. Serliga tilknýtið var hondbóltsfelagið Kyndil og fótbóltsfelagið B36. Í fleiri ár var hann í hondbóltsnevndini hjá ÍSF. Í september í 1970 vóru Eyðbjørg og Tórbjørn á hondbóltskongress í Madrid at fáa føroyskum hondbólti altjóða viðurkenning. Á veg heimaftur 26. september í 1970 datt flogfarið niður í Mykinesi. Tórbjørn kom skjótt fyri seg aftur eftir vanlukkuna, men Eyðbjørg fekk eina longri sjúkralegu. Nakað seinni fekk føroyskur hondbóltur altjóða viðurkenning.
Í 1971 varð Tórbjørn valdur í umboðsráðið hjá Havnar Sjúkrakassa og kom í nevndina í 1980. Hann bleiv valdur til formann í Havnar Sjúkrakassa í 1990, og var hann tað, til hann segði seg frá í 1998, men ístaðin var hann valdur til nevndarlim. Hann hevur verið formaður í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya síðan 1986. Hann var sostatt framvegis virkin sum samskipari í hesum týðandi samfelagstátti, sum m. a. stendur fyri samráðingum við læknar í lønar- og øðrum málum.
Nú hann doyði, var hann formaður í Felagsnevnd Føroysku Fráhaldsfelaga. Hann var eisini í redaktiónsnevndini av 100 ára ritinum hjá losjuni Støt Viljen, sum kom út í 2005.
Tórbjørn var giftur við Eyðbjørg, f. Joensen, sum eisini er virkin í fráhaldsrørsluni. Tey eiga dóttrina Brynhild, fødd í 1964 og sonin Regin, føddur í 1968. Barnabørnini eru 6 í tali.