3. juni 2003 bleiv Tórbjørn Mikkelsen, ið er stjóri á Toll-Skattstovu Føroya, útnevndur til riddara av Dannebrog-heiðursmerkinum eftir at hann tann 1. apríl 2003 hevði starvast á stovninum í 50 ár.
28. mai 2003 bleiv Heðin Mortensen tryggingarmaður útnevndur til riddara av 1. stigi av Dannebrog-heiðursmerkinum. Hendan heiður fær Heðin fyri tað arbeiði hann hevur gjørt innan ungdómsarbeiði, felagsarbeiði, lokalpolitikk, landspolitikk, umframt at hann hevur verið upp í og virkað fyri altjóða samstarvi á ymsum økjum. Heðin bleiv eisini Riddari av Dannebrog í 1991.