Tórgerð Høgnesen 80 ár

Í dag, fríggjadagin 17. september, fyllir Tórgerð Høgnesen í Klaksvík 80 ár.

Ættsøgan hjá Tórgerð er ein partur av lýsingini av, hvussu bygdarlív, búseting og flyting, familjulív og forløg í Norðoyggjum hava myndast seinastu hálvtannað hundrað árini:

Fyri áttati árum síðani stóð vøggan í Keldhúsinum í Hattarvík, hagar bæði foreldrini vóru tilflytarar.

Mamman, Elsebeth Maria, var ættað av Kirkju. Foreldrini vóru Mikkjal á Fløtti og Johanne Fredrikka, sum var av Húsum. Tey fingu fýra børn, og Elsebeth Maria, sum var fødd í 1896, var næstelst.

Pápin, Símun Petur Thomassen, var úr Svínoy. Mamma hansara var dóttir Líggjas í Keldhúsinum í Hattarvík. Kona Líggjas, Sigga Sofía, var úr Eyðastovu í Svínoy. Hon doyði frá seks døtrum. Ein doyði sum smágenta, og allar hinar giftust av bygdini – ein yvir á Kirkju, ein inn til Viðareiðis, ein í Horni í Klaksvík og tvær til Svínoyar. Tey eru mong kring landið, sum eru ættað frá hesum fimm døtrunum hjá Líggjasi í Keldhúsinum í Hattarvík.

Onnur av teimum báðum, sum fóru til Svínoyar, var Anna Katrina. Hon tænti har Heimi í Svínoy, og har rann saman millum hana og Jósup Niclasen, sum var ættaður úr Køk í Havn, og sum eisini tænti har Heimi.

Tey bæð giftust og búsettust úti á Bø, og tey fingu sjey børn – fýra dreingir og tríggjar gentur. Næstelsti drongurin, Líggjas, fór út til abban í Keldhúsinum, og í 1918 giftist hann inn við Elsebeth Mariu. Stutt eftir doyði hann av tuberklum. Og so var tað, at tað rann saman millum Elsbeth Mariu og Símun Petur, sum var næstyngsti beiggi fyrra mann hennara. Tey giftust í 1923, og Símun Petur, sum var føddur í 1891, var umleið 32 ára gamal, tá ið hann flutti úr Svínoy og út til Hattarvíkar.

Elsubeth Maria og Símun Petur fingu tvær døtur:

Tann eldra var Alisa, sum var fødd í 1927, og sum doyði í mars 2000. Hon var gift Torbjørni Hjelm úr Vági, og tey búðu í Klaksvík. Og so var tað Tórgerð, sum í dag hevur rokkið teimum áttati. Eisini hon var ung, tá ið hon fór yvir til Klaksvíkar, har hon tænti eitt nú hjá Rasmussen, presti, og hjá Símuni P. Zachariassen, ið var ættaður av Kirkju, og sum var lærari og løgtingsmaður. Tórgerð seymaði eitt skifti hjá Skraddaranum, og hon tænti eisini hjá Evaldi Kjølbro.

20. november 1954 giftist Tórgerð við Hjørleifi Waag Høgnesen úr Klaksvík. Tórgerð og Hjørleif giftust inn á Vágsheygnum til mammu hansara, Turid, sum var einkja. Tey reistu húsini upp, og tey bæði búðu í erva, og Turid í miðhæddini. Í kjallaranum var nógvu tey fyrstu árini bilstøð.

Fyri knappliga seks árum síðani hátíðarhildu Tórgerð og Hjørleif 50 ára brúdleypsdagin við sera hugnaligari og væl vitjaðari samkomu í kjallaranum í Christianskirkjuni. Tá hildu tey bæði talu fyri hvørjum øðrum, og tað var bæði hugtakandi og uppmuntrandi at líða á, tá ið tey lýstu hvønn annan og greiddu frá, hvussu stór gleði og signing tað hevði verið fyri tey at kenna seg elskaðan og virdan av hjúnarfelaganum, hvussu stóran týdning tey sóu í hjúnarbandinum, og hvat trygga familjulívið hevði havt at siga fyri tey.

Tórgerð stuðlaði og stóð saman við manninum í øllum tí margfalda virkseminum, sum hann fekst við. Hjørleif var røkin, nágreiniligur, trúfastur, arbeiðssamur og áhaldin, og tað sást aftur í tí tímiliga, har hann hevði bilstøð, bilverkstað og handil, og á tí andaliga, har hann var organistur í Christianskirkjuni og í Emmaus, har hann var organistur og eisini av og á hevði kór. Tað hingu eingir lepar við hjá honum, og hann visti, at á heimafrontinum syrgdi konan fyri, at tað var bæði fjálgt og gott.

Hjá Tórgerð var tað ein dyggur smeitur, tá ið Hjørleif eftir stutta sjúkralegu andaðist 3. jóladag í fjør. Hjúnarlagið var signað við fýra børnum: Turið, Eyð, Lív og Leif, sum øll búgva í Klaksvík, og fyri Tórgerð er tað ein stór gleði, at hava síni næstu so tætt upp at sær.

Tórgerð er sera familjukær og trúgv. Hon vitjar, og hon ringir og spyr og fregnast og uppmuntrar, og hon er gestablíð og gávumild.

Í 1956 fluttu tey gomlu úr Hattarvík og til Klaksvíkar, og nakað seinni keyptu Tórgerð og Hjørleif Kelduhúsini. Tað mundi vera sjáldan, at tey høvdu umstøður at fara frá dagsins uppgávum, men í nógv ár vóru tey og børnini onkra vikuna í Hattarvík. Húsini eru framvegis í familjuni.

Tá ið Elsebeth Maria og Símun Petur komu til Klaksvíkar, vóru tey rættuliga farin at eldast. Tey búðu á Bumshamri. Símun Petur hevði verið skipsmaður – eitt nú hevði hann siglt við svágrinum Jóannesi á Váli, sum førdi Harald, og við Olivuri í Gøtu, sum fór at føra Harald, tá ið Jóannes druknaði í 1937, og sum seinni var við Polarfarinum. Eftir at tey vóru komin til Klaksvíkar, arbeiddi Símun Petur í grótbrotinum í nøkur ár.

Tey bæði vóru sera familjukær, gestablíð og takksom. Lívsins skúli hevði lært tey so nógv. Elsebeth Maria hevði mist fyrra mannin, og Símun Petur var tann einasti av børnunum hjá Onnu Katrinu og Jósupi, sum gjørdist gamal. Allir tríggir beiggjarnir fóru ungir: Líggjas og Niclas doyðu av tuberklum, og Tummas fórst við Ernestinu. Eisini Sigga doyði av tuberklum, og Anna Sofía og Birita vóru heldur ikki gamlar, tá ið tær fóru.

Tað sigur ikki so lítið um hjartalag og trúfesti, at mamma Hjørleif, Turid, búði alla sína tíð undir somu lon sum elsti sonurin, og at foreldrini hjá Tórgerð fluttu heim til dóttrina og versonin at búgva, tá ið tey vóru vorðin veik og gomul. 

Góða Tórgerð! Vit heilsa tær og ynskja tær hjartaliga tillukku og tær og tínum Harrans signing á leiðini. Tú og pápi vóru systkinabørn, og hann helt so sera nógv av Tórgerð, systkinabarninum, sum hann plagdi at taka til. Tú vart trúføst ímóti honum heilt til tað síðsta, og framvegis ert tú trúgv. Tað takki eg tær fyri. 


Jóannes Hansen