Hanus Samró, Lesandi og løgtingslimur fyri fólkaflokkin
------------
Hetta er fjórða greinin av seks pørtum. Fari við hesum at viðgera evnið fráflyting, sum hevur fylt eina rúgvu í miðlunum
Greinarøðin tekur ikki bara støði í politiska gerandisdegnum, men verður harumframt grundað á gerandisdagin, sum undirritaði hevur á Setrinum. Samantvinningin av praktiskum og politiskum áhugamálum er ikki so einføld, men skal undirritaði eftir besta førimuni halda tingini atskild.
Fjórða greinin snýr seg um lestrarumhvørvið.
Íløgur í lestrarumhvørvinum
Tað hevur fyrr verið víst á, at lestrarumstøðurnar í Føroyum ikki eru so góðar. Vit hava ongar luta- ella lestraríbúðir, sum lesandi kunnu leiga fyri sømiligar pengar. Tað tykist tíverri, sum útboðið í Føroyum er darvað av soppum og vánaligum viðurskiftum, so lesandi hava ikki stóra úrvalið, tá leitað verður eftir íbúðum. Sostatt tykist loysnin ofta, at lesandi leiga frá ommum og abbum, frá nærmastu familju, ella halda fram við at búgva hjá foreldrunum. Tað er ikki beinleiðis eggjandi, tá ið vinfólkini og javnaldrarnir, ið lesa uttanlands, búgva í íbúðum og kollegium, men hetta er avbjóðingin hjá Føroyum og Fróðskaparsetrinum. Vit kappast á jøvnum føti móti lestrarumhvørvunum uttanlands, og tað er ein avbjóðing, ið skal takast í fullum álvara.
Løgtingið hevur tó ikki játtað pengar til lestraríbúðir.
Á ein hátt er tað átaluvert, men av tí at meginparturin av íløgunum verða nýttar uppá Marknagilsdepilin, hevur samgongan raðfest skúlan fram um lestraríbúðir.
Alment
Tá tað kemur til lestraríbúðir, er tað ikki altíð neyðugt, at pengar verða settir av á fíggjarlógini, tí aðrastaðni eru tað grunnar, bankar, pensjóns- og fakfeløg, ið gera stórar íløgur í íbúðarmarknaðinum.
Um vit taka politisku handfaringina fyrst, hevur Húsalánsgrunnurin fingið víðkaðar heimildir, so at hann:
“sjálvur ella saman við øðrum byggja, eiga og reka leiguíbúðir. Í hesum førum setir Húsalánsgrunnurin sjálvur pengar í verkætlanina. Við tí seinnu kunngerðini kann Húsalánsgrunnurin veita lán til íbúðarstovnar og íbúðarfeløg, sum byggja ella á annan hátt útvega íbúðarhús.”
Húsalánsgrunnurin kann sostatt byggja lestraríbúðir, um hann lýkur omanfyri nevndu treytir. Við einari eginogn uppá 603 milliónir krónur (ársroknskapur fyri 2010), hava teir eisini neyðuga kapitalin til at gera íløgur í lestraríbúðum.
Privat
Í privatu vinnuni finnast tað somuleiðis fíggjarliga sterk feløg, ið kunnu gera íløgur í lestraríbúðum. Føroysku fak- og pensjónsfeløgini kunnu gera íløgur í lestraríbúðum, um tey halda, at tað er neyðugt. Tað er púra vanligt aðrastaðni, men tað tykist, sum tað ikki letur seg gera í Føroyum. Tey skulu sjálvandi gera skilagóðar íløgur, sum tey síðani skulu standa til svars fyri, men tey hava eisini fíggjarligu styrkina til at gera stórar íløgur. Tað prógvaðu fakfeløgini millum annað í summar, tá tey bjóðaðu 35 mió. kr. uppá Tryggingarfelagið Lív.
Um síðani verður hugt eftir ársfrágreiðingini hjá Lív fyri 2010, stendur svart uppá hvítt, at Lív stovnaði partafelagið Lutaíbúðarvirkið:
“til endamáls at gera íløgur í lutaíbúðir og aðrar íbúðir.”
Tíggju milliónir krónur vóru settar av til partafelagið, “men enn er felagið ikki byrjað sítt virksemi.”
Hvørjar orsøkirnar eru, skal undirritaði ikki gera seg klókan uppá, men tað er ikki óhugsandi, at altjóða fíggjarkreppan hevur ein leiklut. Um so er, setur tað kjakið um lestraríbúðir í perspektiv, tí fíggjarliga sterku grunnarnir, stóru fak- og pensjónsfeløgini eru ávirkaði av fíggjarkreppuni. Tey aftra seg við at gera íløgur.
Onkur vil sostatt vera við, at tað er orsøkin til, at lestraríbúðir skulu á fíggjarlógina, men tað letur seg ikki gera, tí samgongan raðfestir skúlan við Marknagili framum.
Ungdómurin
Lestraríbúðir skapa ikki av sær sjálvum eitt sprellandi lestrarumhvørvi. Tað mugu tey ungu sjálvi gera. Gamaní, nógvur dentur verður lagdur á, at meginparturin av ungdóminum fer uttanlands at lesa, men tað finnast hóast alt ung, ið lesa á Setrinum. Tey hava ikki bestu útlitini, tí Fróðskaparsetrið er spjatt í millum fleiri bygningar, tað er torført at finna bíligar íbúðir, men tey fáa heldur ikki beinleiðis ágóðan av pengunum, sum verða játtaðar til MFS á hvørjum ári. Endamálið við felagsskapinum er at røkja áhugamálini hjá teimum lesandi.
MFS
Meginfelag Føroyskra Studenta fær 181.000 kr. um árið frá landinum. Pengarnir skulu síðani býtast millum lestrarumhvørvini í Danmark og í Føroyum, og tað er ikki heilt lítið, sum tey fáa fyri pengarnar. Tey skipa fyri fyrilestrum, ráðstevnum, kjakkvøldum, eins og tey geva viðkomandi lestrarbløð út. Hetta er sjálvandi at fegnast um, men hvat verða pengarnir nýttir til?
Sambært roknskapinum fyri 2011 verða umleið 130.000 krónur nýttar uppá lønir, húsaleigu og skrivustovuhald í Keypmannhavn, meðan lestrarbløðini kosta 30.000 kr. Í prosentum fara 72% av játtanini til umsiting.
Sostatt er tað avmarkað, hvussu nógvir pengar fara til tiltøk!
Hevði tað ikki verið skilabetri, um pengarnir vóru markaðir til lestrarumhvørvið í Føroyum? Her verður ikki tosað um, at MFS skal skipa fyri fleiri ráðstevnum ella kjakkvøldum, sum sjálvandi eru viðkomandi, alt til sína tíð, men pengarnir verða nýttir til at birta undir lestrarumhvørvið í Føroyum. Alt frá veitslum til ferðir uttanlands. Tiltøkini noyðast ikki at vera ókeypis, tí so nógvar pengar hava tey heldur ikki, men MFS hevur fíggjarligu orkuna til at samansjóða ymisku deildirnar við gleði og gleimi.
Gongur rætta vegin
Havi í undanfarnu greinunum víst á, at ongantíð áður hava so nógvir næmingar verið á Setrinum. Ítøkiliga fóru 605 næmingar undir hægri lestur í 07/08, meðan 876 næmingar byrjaðu við skúlabyrjan í 10/11. Í prosentum er hetta ein øking uppá 46%.
Hetta er ein støðug framgongd, men um vit veruliga skulu steðga fráflytingini, er tað neyðugt, at lestrarumhvørvið mennist. Hetta er ikki bara uppgávan hjá almenna Føroyum, tí løgtingið skal taka sær av yvirskipaðu kørmunum, sum t.d. játtanir til almenna- og heilsumál, mentan og útbúgving v.m.
Tískil er tað neyðugt fyri víðari menningina av lestrarumstøðunum í Føroyum, at fíggjarligu risarnir ikki bara sova á pengunum, men seta pengarnar í umferð!