Tórshavn Open

Um vikuskiftið fara børn og vaksin at kappast í sonevndur Tórshavn Open kappingini í badminton

Badminton

Árliga kappingin hjá Havnar Badmintonfelag verður leikt í Badmintonhøllini um vikuskiftið.
Talan er um einstaklingakapping fyri bæði børn og vaksin. Børini spæla leygardagin, og leggja tey yngstu fyri klokkan 10.30. Børn 11-13 ár byrja kl. 13.00, meðan tey 13-15 ára gomlu byrja kl. 15.30.
Sunnudagin spæla unglingar og vaksin, og tá verður byrjað kl. 13.00. Tey bæði fremstu í øllum aldursbólkum fáa steyp til ognar, og hartil spæla tey vaksnu eisini um ferðasteyp.