Hesa vikuna hevur Tórshavnar kommuna gestir frá Esbjerg kommunu. Úr Esbjerg eru borgarstjórin, Johnny Søtrup, komin til Havnar saman við fylgi. Umframt borgarstjóran eru politikarar úr teknisku nevnd og embætisfólk úr teknisku umsitingini.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók ímóti gestunum á ráðhúsinum seinnapartin í gjár. Á vitjanini fara gestirnir at gera seg kunnugar við ymiskt á tekniska økinum.
Aktiviteturin á tekniska økinum í føroyska høvuðsstaðnum, eitt nú við skúlabygging, bygging av røktarheimi og býarplanlegging í síni heild, hevur eisini áhuga hjá gestunum.
Ferðalagið fer eisini at vitja í Kollafirði, Kaldbak og í Koltri. Ferðalagið kom til Føroya um miðdagsleitið í gjár og fer avstað aftur fríggjadagin.