Nú farið verður undir at gera Sandoyartunnilin í summar, er framvegis ikki greitt, hvat skal gerast við alt grótið, sum kemur úr Tunlinum á Gomlurætt.
Upprunaliga ætlaði tunlafelagið at tyrva grótið í haganum, men nógv hildu tað vera spell at tað soleiðis skuldi fara fyri skeyti.
Síðani varð tosað um brúka grót til at gera eitt ídnaðarøki á Gomlurætt, men síðani varð tann ætlanin slept. Men nú er hon so drigin fram aftur og í hesum sambandi skal býráðið nú taka støðu til, um farast skal undir at gera eitt ídnaðarøki við at fylla upp norður eftir, ímóti Velbastað.
Í hesum sambandi hevur tunlafelagið vent sær til býráðið við eini loysn, har tunlafelagið ger økið, sum verður 30.000 til 50.000 fermetrar og at kommunan síðani skal yvirtaka tað fyri 28 milliónir.
Men tá er tað bara grovplanerað, so kommunan skal brúka nakað av pengum upp á tað afturat, áðrenn tað kann brúkast.
Tað fer annars at kosta einar 40 milliónir at gera tað, men tað hevði kostað tunlafelagnum 12 milliónir at tyrvt grótið og tær milliónirnar er tunlafelagið sinnað at brúka upp á at gera ídnaðarøki á Gomlurætt ístaðin.
Og tað skal Tórshavnar býráð nú taka støðu til men tað eru fleiri snávingasteinar á vegnum. Byggisamtyktin má broytast, friðingarmyndugleikarnir skulu góðtaka tað og Umhvørvisstovan skal geva loyvi til at koyra grótið á sjógv.
Men av tí, at talan er um brimpláss, verður eisini neyðugt at gera eitt 19.000 fermetrar stórt grótbrot beint við fyri at fáa stórt grót at leggj ytst at verja fyri brimi.
Men støðan er eisini tann, at Gamlarætt er ogn hjá Landinum, so tað krevst eisini, at Landsverk tekur undir við tí, soleiðis at kommunan fær økið til keyps frá Landinum.
Umsitingin heldur, at hetta kann vera til gagns hjá Kommununi.
– Kommunan misti møguleikan at gagnnýta Gomlurætt, tá avgerðin um at gera tunnilsmunnan til Sandoyartunnilin niðri á Gomlurætt varð tikin. Men við at víðka um økið norðureftir, verður aftur møguleikin hjá kommunini at fáa nyttu burtur úr Gomlurætt.
Í sambandi við at gagnnýta Gomlurætt, so hevur tað serliga verið nógv umrøtt at gera hana til eitt serligt ferðavinnuøki burturav, kanska ein frítíðardepil.
Og møguleikin at gera Gomlurætt størri, kemur ikki aftur, so skal tað vera, skal tað vera nú.
Men samstundis verður upplýst, at friðingarmyndugleikarnir eru longu komnir væl ávegis at viðgera málið og Landsverk skal viðgera málið í sambandi við ognarviðurskifti.
Umhvørvisstovan hevur gjørt eina árinsmeting av ætlanunum og niðurstøðan er, at tað fer ikki at hava munandi ávirkan á náttúru og umhvørvið.