Tórshavnar býráð fer at hækka eitt avgjald

Tað verður dýrari at grava vegir og gongubreytir upp

Ein tað fyrsta uppgávan hjá nývalda býráðnum í Havn, er at hækka gjaldið fyri at fáa graviloyvi. Í Býráðnum halda tey, at tað er ov bíligt at fáa loyvi til at grava vegir og gongubreytir, ella annað, upp, har kommunan skal asfaltera aftur.

Í samband við at fólk fáa graviloyvi, skulu tey eisini gjalda fyri asfalteringina aftan á, og tað er eitt arbeiðið, kommunan tekur sær av. Sum er, verður rokning skrivað eftir, hvussu nógvir fermetrar skulu asfalterast og í nógvum førum er talan bara um heilt fáar fermetrar, kanska bara ein fermetur. Tá er rokningin bara upp á 250 krónur, umframt mvg.

Tá ið hugsað verður um at manning við lastbili og asfaltamboðum skal avstað til uppgávur av hesum slag, heldur býráðið, at eitt fast byrjunargjald, eigur at verða ásett. Og umsitingin hjá býráðnum er komin til tað úrslit, at eitt hóskandi byrjunargjald er 1.500 krónur, umframt mvg. Og afturat tí skal so eisini gjaldast fyri teir fermetrarnar, sum skulu asfalterast.

Tað merkir, at tá ið ein fermetur av gongubreyt skal asfalterast, fer tað ikki longur at kosta. 250 krónur, umframt mvg, men 1.750 krónur, umframt mvg. Men er talan um koyribreyt, sum skal asfalterat, er prísurin 400 krónur fyri fermeturin, umframt mvg, so at asfaltera ein fermetur av koyrivegi, fer at kosta 1.900 krónur, umframt mvg.

Málið hevur verið til umrøðu í Teknisku nevnd og í Fíggjarnevndini hjá býráðnum, og har er semja um at taka undir við tí. Sostatt er tað neyvan meiri enn ein avgreiðsluspurningur, tá ið Býráðið fer at atkvøða um tað.