KONSERT
Tíðindaskriv
Kórið hevur í allan vetur vant eina konsertskrá í sambandi vid, at kórið fer til Slesvig, nú býurin hevur 1200 ára hátídarhald.
Nógvir føroyingar vera í Slesvig í døgunum 5.-9. august. Har verdur kappróður, listaframsýningar, kórtónleikur og mangt annað.
Tórshavnar Kamarkór fegnast um stuðulin, sum kórið hevur fingið frá Mentanargrunninum, Tórshavnar Býráð og Norðurlandahúsinum. Harumframt hevur kórið fingið til vega fígging við at syngja eitt nú í SMS, í miðbýnum tá mentanarnáttin var, og til einstakar privatar veitslur, til tess at kunna gera ferðina so lagaliga sum til ber.
At kórið nú hevur konsert í Listaskálanum er eitt slag av nýhugsan - og samstarvið millum listargreinar, har tú sum áhoyrari fært eina heildaruppliving av kórtónleiki og málningalist. Harumframt ber til at keypa sær ein kaffimunn í hugnaliga umhvørvinum í Listaskálanum.