Tórsvøllur vrakaður

Tórshavnar Býráð samtykti á býráðsfundi fyri læstum hurðum 5. november at játta ávíkavist 500.000,- og 1.200.000 til nýggjan grasvøll í Gundadali. Sostatt verður tann upprunaliga ætlaði Tórsvøllur, sum Heðin Mortensen, býráðslimur og formaður í ÍSF, hevur staðið á odda fyri, av ongum; í hesum umfari í hvussu er

Rigmor Dam.


Longu nú hevur nógv kjak verið í bløðunum millum teir báðar ítróttarpionerarnar í Havn, Poul Mikkelsen og Heðin Mortensen, og sum skilst eru teir als ikki samdir enn.


Klandur og ósemja

Býráðið setti í summar eina nevnd, sum skuldi koma við einum tilmæli um ætlanina í seinasta lagi 1. november. Í hesi nevnd vóru valdir Poul Mikkelsen og Heðin Mortensen umboðandi býráðið og ÍSF, og eisini vórðu umboð fyri Fótbóltssambandi, Tórleif Sigurðson og fyri Landsstýri, Guttormur Sørensen. Men tað kom fram á tíðindafundi fríggjadagin, at bert tvey umboð úr nevndini, nevniliga Poul Mikkelsen og Tórleif Sigurðsson, hava staðið fyri øllum fyrireikingararbeiðinum, og sostatt vóru tað eisini bara teir báðir, ið standa aftanfyri tilmælið, sum býráðið einmælt samtykti hósdagin. Nevnast skal at Heðin Mortensen fór út úr býráðssalinum undir atkvøðugreiðsluni, tí hann segði seg vera inhabilan. Á tíðindafundinum var opið kjak millum Heðin Mortensen og Poul Mikkelsen, um hvørt Heðin var boðin til fundar í fyrireikingarnevndini ella ikki. Poul tvíhelst um at Heðin var boðin til fundar, meðan Heðin segði seg ikki verða boðnan til fundar.

Heðin Mortensen segði, at hetta nýggja uppskotið, sum ferð at kosta umleið 10 mill. kr. afturímóti upprunaliga ætlaðu 26 mill. kr, ikki er eitt landsstadion, men ein lokalur fótbóltsvøllur, sum kan sammetast við eitt stálstilas.


Fíggjarætlan

Leivur Hansen, býráðsformaður, segði á tíðindafundinum, at hetta er tað næstbesta og jú, ein primitivari og bíligari loysn enn tann sum Heðin Mortensen og Tórsvallarnevndin kundi vísa fram á glæsiligum pappíri á fundi í listaskálanum fyri trimum árum síðani. Men ætlanin er so at gera eitt møguliga fyrsta stig, sum seinni kan útbyggjast. Í fyrsta umfari ein grasvøll sum skal lúka strongu krøvini hjá UEFA og so áskoðarapláss úr stáli ella betongi til 4200 fólk, sum skulu kunna flytast og útbyggjast um tørvur verður á tí. Har verður sostatt eingin rennibreyt ella onnur útgerð til frælsan ítrótt og heldur ikki umstøður til skiftirúm og líknandi.

Men Leivur Hansen helt, at vit hava slíka útgerð í HB og B36 húsunum, umframt í teimum báðum ítróttarhallunum. Leivur Hansen segði at longu við eini fíggjarætlan uppá 10 mill. er torført at fáa pening til vega, so tað fór at vera enn torførari at fáa 26 mill. til vega. Hann segði harafturat, at trupulleikin í botn og grund var ein spurningur um pening; tí sjálvt um býráðið hevur samtykt at játta 15 prosent av kostnaðinum, so er tað treytað av at fígging fæst til írestandi upphæddina. Og í løtuni er tað ivasamt um landsstýrið fer at játta tey 30 prosentini, sum roknað hevur verið við.

So tað eru í hvussu er 5.5 mill. krónur, ið skulu fáast til vega innan arbeiðið kann fara í gongd. Men Poul Mikkelsen segði at nevndin fer at arbeiða við at fáa sponsorar og aðrar stuðlar innan 1. Januar.


Tíðarætlan

Gongst eftir ætlan skulu grasvøllurin og umleið 4200 áskoðarapláss vera liðug longu 5. Juni komandi ár, tá ið Føroyar skulu spæla EM-undandyst móti Skotlandi, annars verður miðjað ímóti at vera liðug á Ólavsøku. Tí skal fyrireikingararbeiðið byrja beinanvegin, soleiðis at farast kann í gongd av álvara longu 1. Januar 1999.