Tørva tíð fyri at raka rætt næstu ferð

At leita eftir olju og gassi er ein tilgongd, sum tekur langa tíð. Hetta mugu eisini føroyingar venja seg við sigur nýggju jarðfrøðiligi leiðarin hjá Statoil í Føroyum, Arnt-Eirik Rørnes

Oljumessa
Jan Müller úr Stavanger

Arnt-Eirik Rørnes, sum kemur at standa fyri tí tekniska partinum av leitiarbeiðinum við Føroyar, var eisini við í Føroyum, tá Statoil í farnu viku hevði fund við Oljumálaráðið. Hann tekur væl ímóti hesi nýggju og spennandi avbjóðing og sigur, at fundið Amerada Hess gjørdi kom rættiliga óvart á leitifólk, tí tað var ikki í tráð við tey leitimodell, sum oljufeløgini høvdu bygt upp við boringunum vestan fyri Hetland sum grundarlag. Tað hevur gjørt, at nógvar av kanningunum og metingunum mugu gerast av nýggjum. Hann heldur føroyingar eiga at hava tol við oljufeløgunum, tí leiting er ein langtíðartilgongd.
? Tað er sera umráðandi, at vit nú brúka neyðugu tíðina, soleiðis at næstu ferð vit seta borin í undirgrundina, raka vit rætt. Mong eru so ótolin og halda, at hetta við leiting er nakað, sum skal geva ítøkilig úrslit her og nú, men hetta er ein langtíðarprosess. Arnt-Eirik Rørnes vísir á, at tá Statoil byrjar at arbeiða í nýggjum økjum er tað ein tummulfingraregul, at tað vanliga ganga 10 ár frá leitiloyvi er latið til framleiðsla kann byrja, tvs. at fyri Føroyaøkið skuldi tað merkt fyrstu framleiðsluna í ár 2010. Hetta kann sjálvandi broytast alt eftir hvussu einstaka leitingin gongur. Taka vit Snøvit gassfeltið í Barentshavinum, sum fer undir framleiðslu í 2006, so varð tað fundið gjørt í 1985. Men tað kann eisini gerast uppá stytri tíð. Nornefeltið er tað, sum hevur tikið minst tíð at byggja út, seks ár.
Arnt-Eirik Rørnes viðgongur tó, at tað er sera positivt, at Amerada Hess longu í tí triðja brunninum á føroyskum øki ger eitt fund. Vísir tað seg, at hetta fundið er lønandi, so fer tað at ganga skjótari við at fáa eina framleiðslu í gongd. Vísir avmarkingarbrunnurin, sum Hess skal bora í bretskum øki í næstum, at fundið er lønandi, so fara ikki at ganga fleiri enn 5-7 ár, til fyrsta oljan er veruleiki.