– Eg trúgvi, at menniskjan tolir at fara ígjøgnum rættiliga nógv uttan at fáa varandi mein, um bert handfaringin er sunn, sigur Sigbritt við Neyst, sálarviðgeri, sum í døgunum 15.og 16. mars skipar fyri ráðstevnuni “Lagnubørn – tigandi arvurin” í Brekkustovu í Klaksvík.
Á ráðstevnuni verður millum annað viðgjørt, hvussu vit handfara kreppur í Føroyum, hvør meinurin av kreppum kann verða og hvat ein sunn handfaring er.
– Søguliga hava føroyingar verið illa raktir av vanlukkum, missi og sjúkum. Samstundis hevur fakligi kunnleikin um fysiska og sálarliga viðgerð ikki verið nøktandi. Fyrr var lívið krevjandi, og tað vóru ikki stundir at steðga á og dvølja við pínu og sorg, sigur hon.
– Í míni gransking og í tilfarinum, sum eg havi lisið um vanlukkur, kreppur og hendingar í Føroyum, er tað gjøgnumgangandi at kenslur og reaktiónir hava verið trýstar til viks. Fyrr var hildið, at besti hátturin at handfara kreppur á, var at tiga og fjala tær burtur, sigur hon um granskingina, hon hevur gjørt.
Hon greiðir frá, at hesin sami hugburðurin var eisini ráðandi, tá børnini skuldu møtast kensluliga.
– Børn kundu verða ignoreraði ella niðurgjørd, um tey vístu kenslur. Tey vóru stór og røsk, um tey ikki grótu og megnaðu at fara víðari uttan at skula tosa um skakandi hendingar. Og tey vóru veik og sart, um tey blivu ávirkaði í ymiskum støðum, sigur hon.
Hon heldur, at hesin tigandi arvurin sæst aftur í føroyska samfelagnum í dag í og við, at vit síggja tað sum eina styrki og eina dygd at hava tamarhald á okkara kenslum og reaktiónum. Fer eitt mennikja tó ígjøgnum eitthvørt, sum tað ikki megnar, so hendir nakað við bæði kroppi og sinni.
–Tað er eins og tá vit fáa ein kropsligan skaða. Tá fer ein reperatiónstilgongd í gongd. At byrja við kann skelkurin gera, at vit einki merkja. Hetta er ein góð verjuskipan, sum ger, at vit megna at yvirliva, ella megna at handla uttan at blíva yvirtikin av kenslum. Í tíðini aftaná fer organisman í eina tilgongd, at fáa kropp og sinn í javnvág aftur, sigur hon.
Tað er her, at tigandi arvurin, við tamarhaldinum sum dygd, kann verða ein forðing fyri lekjandi tilgongdini, greiðir Sigbritt við Neyst frá.
– Tamarhaldið kann gera, at organisman ikki sleppur av við løstin. Hetta kann millum annað seta seg sum kroppsligt og sálarligt órógv og føra til hægri blóðtrýst, hjartatrupulleikar, psykosomatiska pínu, møði, strongd, angist og tunglyndi, sigur hon álvarsliga.
Vit menniskju eru tó ofta ótilvitað um, at slík sjúkueyðkenni kunnu botna í hendingum, sum vit hava verið fyri, og tí fáa vit heilivág og viðgerð, sum doyva sjúkueyðkennini, men als ikki fáa fatur á rótini, greiðir hon frá.
– Eg havi eisini fleiri ferðir í míni gransking rent meg í, at fólk hava nýtt rúsdrekka og onnur rúsandi evni fyri at fáa órógv burtur, og hetta kann so víðari gerast sera oyðileggjandi, sigur hon.
– Í míni gransking vóru tað nógv fólk, sum eftirlýstu einum staði, har tey kunnu fáa traumaviðgerð. Í neyð síni hava tey sjálvi verði noydd til at funnið hjálpina, og sjálvi samskipa eftirviðgerð av hendingum tey hava verið fyri, sigur hon framhaldandi.
Eisini hevur hon í fleiri førum sæð, at fólk við trauma hava valt onki at gera við pínuna, hóast hon hevur verið vaksandi.
– Eftir at hava tosað við nógv fólk, sum hava sagt frá sínari søgu, havi eg eina sterka kenslu av, at vit í Føroyum hava tørv á einum traumadepli. Ein depil við fakfólkum, sum hava førleika at veita bráðfengishjálp, og sum kann stuðla og viðgera bæði fysisk og sálarlig árin og seinárin av trauma. Har miðvíst verður arbeitt fyri at veita kunnleika til stovnar og fyritøkur um sálarliga fyrstuhjálp, og sum kann veita supervisión til fakfólk, sum arbeiða við kreppuraktum menniskjum, staðfestir hon.
– Eg síggi tað sum av alstórum týdningi, at vit viðgera hetta evni og hetta er orsøkin til, at eg valdi at skipa fyri eini ráðstevnu, har vit kunnu fáa eitt fakligt og samfelagsligt orðaskifti, sigur hon framhaldandi.