Heðin Mortensen
býráðslimur, sambandsvalevni til Tórshavnar býráð www.hemorten.com
Hesum hevur Tórshavnar býráð tikið hædd fyri, og framvegis skal verða arbeitt fyri at hava skúlaøkið fullkomuliga dagført í høvuðsstaðnum.
Støðan er í dag tann, at tørvurin bara akkurát verður nøktaður, so her er neyðugt at binda um heilan fingur, tá vit hugsa frameftir.
Stig eru tikin til at betra støðuna, tí nevnast kann, at økið til skúlabygging longu er lagt av við Landavegin, so farast kann undir bygging av nýggjum skúla har í næstum, eins og ítøkiligar ætlanir eru um nærskúla í Hoyvík.
Serliga henda seinna ætlanin er spennandi, tí her verður talan um eina uppíbygging av Hoyvíkar skúla, ið kortini verður skipað soleiðis, at sjálvur skúlabygningurin verður í nánd av teimum børnum, ið skulu brúka hann.
Hetta er bara tann fyrsta royndin av hesum slagnum, ið ætlandi skal liggja sum grund undir fleiri líknandi nærskúlum, har tørvur er á hesum.
Við teimum útbyggingum, vit síggja og hava sæð í høvuðsstaðarøkinum, er náttúrligt, at fleiri av verandi skúlum verða útbygdir á henda hátt, so øll skúlabørn skulu fáa sína barnaskúlagongd í sjálvum nærumhvørvinum.
Stóra tilflytingin til Tórshavnar kommunu treytar, at fylgt verður væl við á hesum øki, tí samstundis sum skúlabarnatalið alsamt økist, skal skúlin fyrireikast til at nøkta tørvin.
Tá er ikki minst neyðugt, at neyðugu karmarnir bókstaviliga eru til tað, so tí verður arbeitt fyri, at nærskúlar gerast ein haldgóð og vælvirkandi loysn hesi mongu næstu árini!