Í Sosialinum í gjár stóð ein samrøða við Malan Helgudóttir, eftirlitskvinna og økisskrivai hjá heimarøktini í Vágunum, har hon greiddi frá, at uppsagnirnar eru ein beinleiðis avleiðing av sparingum.
Hesum er leiðarin fyri heimarøktini í øki tvey, Sonja Klein, tó ikki heilt samd í. Við útvarpið mánadagin segði hon, at uppsagnirnar eisini komu av, at tørvurin á heimahjálp er so nógv minkaður.
Sonja Klein segði eisini við útvarpið, at tørvurin á heimahjálp var óvanliga stórur í Vágum til á vári í fjør. Men so er tørvurin minkaður, tí tímatalið hjá brúkarunum er minkað.
Sonja legði so afturat, at hetta og ein nátúrlig frágongd, gjørdu sítt til, at tørvurin minkaði.
Men søgan um Dinnu og foreldur hennara er eitt dømi upp á júst tað øvugta.
Hetta ásannar Sonja Klein. Hon leggur tó dent á, at tað, sum hon segði við útvarpið var útfrá uppsagnunum.
? Eg havi ikki hug at fara meira út í fjølmiðlarnar við hesum sum nú er, so eg havi ikki aðrar viðmerkingar enn tað, sum eg segði við útvarpið mánadagin, sigur Sonja Klein, økisleiðari fyri heimarøktini í Vágunum og Norðstreymoy.