Tá Sólin setur í havið

Ein stuttur gongutúrur í Gásadali.

Veðrið hevur verið gott um vikuskiftið – rættuligt summar. Fólk hava verið gongutúrar í fjøllunum, í báti, niðri á sandinum, í urtagarðinum, og fleiri hava grillað sær ein góðan bita. Hvar er tað vakrari enn í Føroyum ein summardag? Ongastaðni!

Jørgen Frantz Jacobsen, rithøvundur og persónligi vinmaður William Heinesens, segði tað so væl, at høvdu Føroyar havt veðurlagið í Nice, so hevði eingin vita um Nice.

Skagen, Toppen af Danmark, er víðagitið fyri vakurt sólsetur. Bæði danskarar og útlendingar í hópatali leita til strondina í Gammel Skagen fyri at uppliva sólina seta í havið. Har er ein ískiosk niðri á strondini, sum kallast Solnedgangskiosken, har tú kann keypa ísar í alskins støddum og litum; onkur enntá uppkallaður eftir sólsetrinum. Á henda hátt ber so til at njóta sólina seta í Skagen, meðan lekri ísurin eisini setur.

Men okkum nýtist ikki at fara av landinum til tess at síggja hetta vakra náttúrufyribrygdi. Vanligt hevur verið, nakrar fáar vikur á hásumrinum, at leita til Leirvíkar at síggja sólina seta í havsbrúnna, og fólk í Suðuroynni kunnu t.d. fara til Famjins.
Sunnukvøldið kl.21.00 fór undirritaði, saman við konuni, ein biltúr til Gásadals at síggja sólina seta í havsbrúnna. Tú skal ikki ganga langt fyri at uppliva hetta vakra náttúrufyrbrygdi, einans 5-10 minuttir at ganga. Gingu ígjøgnum bygdina, og síðani eftir traðkaðu slóðini út á eggina og eftir slóðini fram við eggini einar 75 metrar niðanfrá. Teir, sum eiga bøin, ynskja, at vitjandi nýta slóðina.

Har er gott at sita meðan ein bíðar, og útsýnið er eitt fyribrygdi í sær sjálvum – har er reyðlitta havsbrúgvin, har er Mykinesfjørður, sum spælir sær við ljósglæmuni frá setandi sóluni. Bjørgini á eystursíðuni á Mykinesi, Gáshólmur, Tindhólmur, Gásadalur og bjørgini sunnanfyri Gásadalsbygd rodna meiri og meiri í sólarroðanum so hvørt sólin kemur niður ímóti havsbrúnni.

Eitt fyribrygdi tú kann uppliva eitt skýfrítt summarkvøld í Gásadali. Men har er eingin “solnedgangskiosk.” Kanska onkur í Gásadali letur dyrnar upp inn í stovuna, har borðreitt kundi verið við eini so einklari menu sum kaffi og skuffukaku – ein “sólseturscafé” í Gásadali.