Sjúrður Skaale
-----
Fyri einum góðum mánað síðani boðaði Høgni Hoydal frá at eg skuldi hava sagt, at Atlantsflog bara skal flúgva til Danmarkar.
Tað passar ikki. Tað visti Høgni Hoydal – men hann segði tað kortini. Hví? Jú, tí tað hóskaði til hansara politisku agitatión.
Grækarismessudag ger hann sama nummar í Rás2 og in.fo. Nú eru boðini, at ”okkara fólkatingslimir” fullkomiliga havi svikið sína uppgávu í stríðnum millum Føroyar og ES. Í staðin fyri at leggja trýst á, hava vit brúkt orkuna uppá at pakka støðuna inn í eina dýnu, og fjala útyvir hana. Og heldur enn at verja føroysk áhugamál, hava vit nýtt orkuna uppá at verja Danmark í hesum málinum.
Tann, sum hevur fylt bara nøkulunda veit, at hetta er ósatt.
Eg havi – sjálvsagt í tøttum samskifti við Føroya Landsstýrið – gjørt tað, eg havi kunnað. Bæði tá tað hevur snúð seg um at fáa donsku stjórnina at skilja og taka til sín føroysku sjónarmiðini, og tá tað hevur snúð seg um at umboða føroysku sjónarmiðini alment í pressuni. Tað hevur munað væl. Og tað veit Høgni.
Men hetta er sum við kjakinum um Atlantsflog: Høgni Hoydal sigur tað, sum passar til hansara politisku agitatión. Og har er sannleikin ikki altíð ein so avgerandi faktorur, tíverri.