Nøgdir sviar
Ein nýggj kanning vísir, at sviar eru væl nøgdir við tey flestu viðurskiftini í samfelagnum.
Millum annað vísir kanningin, at sviar eru væl nøgdir við heilsuverkið, barnaansingina, eldrarøktina, og sum skúlaverkið verður sagt, at skúlin hevur ongantíð verið betri, enn hann er nú. Svensku myndugleikarnir hava seinastu trettan árini kannað, hvat fólk halda um tey almennu viðurskiftini, og kanningarnar vísa, at tað hevur gingið støðugt framá øll trettan árini. Hetta er ivaleyst eisini orsøkin til, at politiskir mótmælisflokkar hava ikki fingið fótafesti í Svøríki seinastu nógvu árini.
Okkurt kundi tó verið øðrvísi, treyðugt so. Tann nýggja kanningin avdúkar, at fólk eru ikki nøgd við løgregluna og hennara arbeiði, og skattamyndugleikarnir eru sambært kanningini sera illa umtóktir.
Doyðu í skalvalopi
Sjey ungfólk doyðu, tá ein skalvur leyp oman yvir tey í landspartinum British Columbia har vesturi í Kanada um vikuskiftið.
Tey sjey, seks dreingir og ein genta, gingu í 10. flokki á sama skúla og vóru farin á útferð í fjøllunum. Á vegnum møttu tey nøkrum ferðaleiðarum, sum ávaraðu tey um at fara longur niðan, tí har var stórur vandi fyri skalvalopum. Eina løtu seinni leyp ein skalvur og tók skúlanæmingarnar við sær. Tá bjargingarliðini komu á staðið, vóru sjey av ungfólkunum deyð.
Kanadisku myndugleikarnir siga, at skalvurin, sum leyp oman yvir skúlanæmingarnar, var hálvan annan kilometur breiður. Hetta er aðru ferð í vetur, at skalvalop í British Columbia hevur kravt mannalív.
Eldur kravdi 33 mannalív
33 fólk doyðu, tá eldur kom í eitt hotell í býnum Harbin har norðuri í Kina sunnudagin.
Almenna tíðindastovan, Xinhua, skrivaði í gjár, at 33 fólk vóru deyð, og at fleiri vóru løgd inn á sjúkrahús við brunasárum og øðrum løstum. Sambært Xinhua vóru fleiri teirra í lívsvanda.
Sambært myndugleikunum vóru umleið hundrað fólk inni á hotellinum, tá eldurin kyknaði. Tey vóru komin til Harbin at halda tað kinesiska nýggjárið. Enn vita myndugleikarnir ikki, hví eldur kom í hotellið.
Vilja hava navnið aftur
Nú 60 ár eftir tann stóra bardagan um russiska býin Stalingrad krevja gamlir russiskir hermenn, sum bardust við týskararnar, at býurin skal fáa navnið Stalingrad aftur. Býurin hevur annars itið Volgograd síðani 1961.
- Í mínum hugaheimi eitur býurin framvegis Stalingrad. Allur heimurin kennir hetta navnið og veit um tað, sum hendi her fyri 60 árum síðani, sigur tann 80 ára gamli Fjodor Kovalitsj, sum var millum teir russisku hermenninar, sum róku týskararnar úr býnum. Nógvir aðrir gamlir hermenn taka undir við honum.
Men Vladimir Putin, forseti er ímóti at geva býnum tað gamla navnið aftur. Fyri nøkrum døgum síðani segði forsetin, at mong fara ikki at skilja tað, fær býurin aftur navn eftir Stalin.