Hví eta ísbjarnir ikki pingvinir? Tí at labbarnir eru ov stórir til at fáa veingirnar av, sjálvandi!
Henda krønika er tó ikki ein, tú hoyrir so nógv í hesum erkvisnu tíðum. Nei tú, ísbjarnir eru nú ein álvarsom søk. Tær eru vorðnar merkisberi hjá einum ovurkenslubornum propagandaátaki ætlað at sannføra okkum um, at uttan so at vit so avbera primitivt spandera eina asins rúgvu av peningi og aðramáta fara ógvusliga til verka, so druknar afrikanarin alt meðan hin eyðrænandi vesturlendingurin kolast upp.
Og tað einasta, sum fer at vera eftir av okkara kavaklædda kelivætti, verður handa myndin omaná globusinum hjá Nordisk Film.
Fyrst kom handa telduframleidda ísbjørnin í ultraopportunistiska An Inconvenient Truth, ein filmur gjørdur av hasum jettflúgvandi sektarleiðaranum, Al Gore at navni. Síðani kom handa hjartaskerandi ljósmyndin av nøkrum bjarnum eyðsýniliga komnar upp í rasshaft á einum bráðnandi ísflaka. Hjartanemandi.
Jú, og at enda kom so handa víðgitna smásøgan um hasar fýra ísbjarnirnar druknaðar vegna alheimsliga upphiting (tá ið tær faktiskt doyðu í illveðri).
Tó, tað mest kensluelvandi prógvið yvirhøvur kom við Earth, ein heimildarfilmur í spælifilmslongd, har ein neyðars ísbjørn varð filmað sum hon doyði í hungri vegna alheimsliga upphiting. Sama ger, at tað sum faktiskt hendir er, at bjørnin býttisliga leggur á eina koloni av roysningum og endar við at verða tægað sundur!
Men—hevdar grátkomna fylgisrøddin—hetta hevði ikki hent, hevði bjørnin ikki verið so hungrað og útlúgvað. Og hví var hon hungrað og útlúgvað? Jú, av tí at póljøklarnir bráðna.
Nú er tað so, at Al Gore faktiskt hevur sæð eina ísbjørn. Kortini, at hevda, at dómadagur er fyri durunum hjá Ursus maritimus, er at tamba sannleikan. Latið okkum ikki gloyma, at í 1950 vóru á leið 5000 ísbjarnir. Í dag eru 25000.
Tí er tað ikki løgið, at Greenpeace herfyri hevði trupult við at fáa handa dúnuta og fotogena skapningin á reyðalistin yvir djór, ið eru hótt. Ein fimmfaldaður stovnsvøkstur er ikki akkurát ein vanlukkulig afturgongd.
Men hey, lat aldri fakta vera snávingarstein fyri eini góðari smásøgu! Tað ætla dómadagsfanatikarnir so ikki. Hóast prógv frá US National Biological Service um at talið av ísbjarnum annaðhvørt er støðugt ella í vøkstri, og at tær sum heild stórtrívast, fara Kyoto-vitloysingarnir óivað at halda á við at blabba upp í saman um hvussu Ursus maritimus er í vanda fyri at doyggja út.
Hetta, ikki at lata fakta vera nøkur forðan fyri anekdotiskum gassi við følskum apokalyptiskum avleiðingum, og at brúka júst ísbjørnina sum ovurkensluborin merkisberi, er effinett tað, ein Theodor E. D. Olsen gjørdi fyri góðum ári síðani í hesi avís.
Í síni táravátu týðing greiddi hann millum annað frá hvussu »ein partur av ísbjarnunum er druknaður, tí tað er ov langt millum ísflakarnar, og nakrar eru farnar at eta sínar javnlíkar av berari svongd og desperatión. Summarísurin kann vera burtur longu í 2050, og harvið er ísbjørnin í veruligum vanda fyri at doyggja út«.
So tá ið sjálvt kvívíksprestur pellar um støðuna hjá Ursus maritimus, hví skuldi Al Gore tá ikki eisini gjørt tað? Á sama falska hátt brúkar Gorurin nevniliga ísbjørnina sum ein elskuligan metafor fyri hvussu eisini kapitalistiski heimurin er ein tikkandi bumba, um ikki vit gera sum hetta neytið av einum komandi føroyavini sigur, og klemma hasa primitivu veðurlagsprotokollina, hvørs navn hann valla dugir at stava seg ígjøgnum.
Tó, tað syrgiligasta av øllum er, at grundin til An Inconvenient Truth og yvirhøvur tað, at nú eisini føroyingar skula dragast við ísbjarnaelskandi Al Gore, er hon, at hann fyri 8 árum síðani tapti eitt forsetaval, bert hann kundi tapa. Umdømið hjá hesum vatnskalla millum hasi, ið ikki eru í uppisetri við kritiskum tankum, var sjálvsagt í skeljasori.
Tað kundi Big Al bara ikki lata sær lynda: hann fór tí niður í vekt, endurnýggjaði klædnaskápið, sólbrendi seg—ikki ov nógv, ikki ov lítið—og syrgdi aðramáta fyrri eini lítlari vatnleiðing úr heilanum, sum so skuldi endurfyllast við know-how um hvussu at endurvinna sítt umdømi.
Tað skuldi tó vísa seg, at Al Gore ikki var meira av einum vatnskølti enn at hann skjótt gjørdist varugur við, at verðin gjørdist alt meiri pengagrað og at, sum úrslit av hesi somu vælferð og vantandi sensitiviteti og forstáilsi fyri øðrum mentanum, kortini hevði tørv á onkrum at vera saman um og, ikki minst, ímóti.
Og eftir sama leisti sum hin andligi svaklingurin—ið trýr upp á sálir, andar, jólamenn, spøkilsi, einglar og leiðvísarar—finnur Gud, fann Gorurin alheimsliga upphiting. Halleluja!
Fyri fyrstu ferð, og til alla fucking ólukku fyri allar heimsins íbúgvar, rakti hatta neytið av einum forsetavalevni seymin á høvdið. Honum gjørdist greitt, við hjálp frá ráðgevum, sjálvandi, at hann við einum tilgjørdum filmi um »veruliga« standin í verðini helst kundi syrgja fyri eini alheimsligari og nalvaskoðandi klemman av einum frumskjali við einum eysturlendskum heiti, og soleiðis fáa umvælt sítt sorlaða umdømi.
Eisini gjørdist hesum vísindaliga analfabeti greitt, aftur við hjálp frá ráðgevum, sjálvandi, at við tí røttu snildini kundi tú innan ikki alt ov langa tíð tosa um eitt alheimsligt átrúnaðarligt mótafyribrigdi í fremsta flokki.
At so grundin til hesa fúlt fanatisku kringan um eitt mál samtíðis tók dik á seg sum tey órógvandi langt úti á samhaldsfasta vinstrivonginum eygnaðu møguleikan fyri endiliga aftur—aftaná kommunismunar fall—at hava okkurt at flykkjast um, gjørdi so heldur ikki vánirnar hjá Gorinum um persónligt pingeling verri.
Nei, hann sjálvur, hevði eg verið tú og veruliga trúð tínum gassi um ísbjørnina og hennara hóttandi undirgang, og soleiðis eisini okkara egna undirgang, so hevði eg bílagt mær eina ferð til Churchill, Manitoba í Kanada, har hasi forherðaðu beistini (at kalla einasti skapningur, sum til tíðir aktivt livir av menniskjum) eru so gerandislig, at tey næstan verða fatað skaðadýr at vera. Tá er tað jú, at barnatrúgvin, við einglum og øðrum góðbitum, kemur í tørvi.
Og um alt bara gongur av skriðuni til, íðan, tá kunna vit altíð avskipa tey eftirsitandi til Antarktis, har—mótsett Norðpólin—ísurin tykist at vaksa. Men tá hevði krønikan verið uppaftur torførari at skilt. Hví eta ísbjarnir ikki pingvinir? Men tað gera tær, faktiskt!