Týsk rás ger innslag um Føroyar

Í hesum døgum er ein týskur sjónvarpsmaður í Føroyum og ger eitt innslag um Føroyar og nakrar føroyskar landsliðsleikarar til sjónvarpsrásina ZDF. Endamálið er at geva týskarunum eitt innlit í, hvør tað er, sum teirra fótbóltslandslið skal møta í landsdysti mikudagin 16. oktobur

Týski sjónvarpsmaðurin Jochen Bouhs frá týsku sjónvarpsrásini ZDF kom til Føroyar fríggjadagin. Hann var í Klaksvík og hugdi at seinasta dystinum í føroysku landskappingini í millum KÍ og NSÍ. Og so helt hann saman við NSÍ-arunum leygarkvøldið og var til silvurveitslu í Runavík.
Hesar dagarnar, hann hevur verið her, hevur hann fylgt við landliðsleikarunum Jákup á Borg og Hjalgrím Elttør í teirra dagliga starvi. Henda dagin skal hann eisini hitta Jens Martin Knudsen í Runavíkar Kommunuskúla.
Hann sigur, at við at fylgja landsliðsleikarunum í teirra størvum, kann hann vísa hyggjarunum, at føroysku landsliðsleikararnir, sum hava fingið fleiri flott úrslit í altjóða fótbólti, noyðast at hava arbeiði við síðuna av fótbóltinum.
- Og nú vit eru her í Runavík, fari eg sjálvandi eisini at nýta høvi til at tosa við hjálparvenjaran Jógvan Martin Olsen, sigur týski sjónvarpsmaðurin.
Innslagið, sum verður sýnt á ZDF seinnapartin sunnudagin, kemur at vara umleið 10 minuttir. Tað verður sýnt sunnudagin, tí at tað er dagin eftir dystin millum Litava og Føroyar og tríggjar dagar, áðrenn dystin móti Týsklandi.
- Føroyar eru eitt avbera vakurt og grønt land. Her hevur regnað eitt sindur allatíðina, meðan eg havi verið her. Men eg kann ímynda mær, at tað kann regna meira, sigur hann og leggur aftur at, at hann ringdi til konuna heima í Týsklandi sunnudagin og segði við hana, at tey áttu at komið til Føroyar í feriu næsta summar einaferð, tá Týskland og Føroyar skulu leika landsdyst her.
- Kanska ikki í fýra vikur, men tvær, skoytir hann skemtandi uppí. Hann heldur, at ein fær ov lítið burtur úr nøkrum fáum døgum. Tá hugsar hann um, at ein so at siga bert sær meginøkið.
Hann sigur, at hann bleiv sera bilsin av, at fleiri av føroyingunum, sum hann hevur hitt, kenna sjónvarpsrásina ZDF, sum hann arbeiðir fyri.
- Tað kemur óivað av, at so nógvar parabolantennur eru í Føroyum, heldur hann.

Samstarv við SvF
Hann hevur fólk frá Sjónvarpi Føroya at hjálpa sær. Kamera ? og ljóðfólkini Bjørg Mohr Anderssen og Hallur Thomsen.
Tá Sosialurin hitti hann, var hann staddur á Fiskamarknaði Føroya á Toftum, har tey skuldu taka myndir av bátum, sum landaðu har.
- Tað er fyri at geva hyggjarunum hjá okkum eina mynd av vinnulívinum her í Føroyum. Í gjár vóru vit millum annað á Eiði og í Gjógv, og eisini nýttu vit høvi at vitja eina smoltstøð. Við hesum vil eg vísa, at føroyingar leggja stóran dent á at menna tykkara fiskivinnu ístaðin fyri bert at fiska og harvið møguliga tøma allar grunnarar, greiðir Jochen Bouhs frá.
Hann sigur, at hann hevur sett seg í samband við sjónvarpsrásir, sum vísa landsdystin millum Týskland og Føroyar fyri at vita, um tað er møguligt at seta kostnaðin á rættindunum til dystin niður.
- Tað geri eg, tí eg havi fingið nógva og góða hjálp frá mínum føroysku starvsfeløgum í SvF. Men tað er alt á samráðingarstøði enn, og eg havi onki frætt aftur sum er úr Týsklandi.
Hann heldur fram, at hann í sínum royndum hevur sett seg í samband við aðrar týskar sjónvarpsrásir, sum ZDF deila rættindini til landsdystin við, og heitt á fólk har, sum hann kennir at virka fyri, at minka kostnaðin, so dysturin kann verða vístur í SvF. So verður tað spennandi at vita, um tað fer at eydnast honum.
Annars veit Jochen Bouhs ikki so nógv um føroyskan landsliðsfótbólt, tí enn hevur hann ikki sæð tað føroyska landsliðið leikt.
Men hann sigur, at hann fer at síggja landsdystin millum Føroyar og Skotland á sjónbandi, tá hann kemur aftur til Týskland. Og fer hann tá eisini at síggja landsdystin móti Litava, sum verður sýndur í týskum sjónvarpi.
- Tá eg havi sæð teir dystirnar, fari eg at kunna gera onkrar viðmerkingar til landsliðið sum heild, sum eg so kann eisini kann nýta til innslagið sunnudagin.
Tá vit byrja at práta um sjálvan dystin móti Týsklandi, og um hvat eitt møguligt úrslit kann fara at verða, er hann ógvuliga varin við at siga nakað, hóast lítil ivi man vera um, hvør fer at vinna tann dystin.
- Alt kann henda í fótbólti ? tað hava tykkara landsliðsleikarar prógvað fleiri ferðir. Spyr bara skotarnar og eysturríkarar, sigur Jochen Boyhs at enda. Hann fer heimaftur til Týsklands í morgin.