Týskarar eru klárir

Hóst onkur ivamál, so er líkt til, at allir teir týsku leikararnir eru til reiðar at takast við Føroyar, og tað tykist heilt víst, at slík stjørnuparada ongan tíð áður er sædd í Føroyum

Týskland

Teir eru allir klárir. Týsku stjørnurnar, sum koma til Føroya týsdagin. Onkur smávegis ivamál tykjast hava verið um, hvussu liðið fer at síggja út, og serliga hava tað verið trupulleikar við onkrum av stjørnuleikarunum, men sum skilst, er alt hetta beint av vegnum nú.
Christian Rau noyddist av vøllinum í dystinum móti Skotlandi við einum skaða, men tað tykist ikki, sum um hesin er serliga álvarsligur. Og í øllum førum sigur Michael Skibbe, sum er næsti maðurin hjá Rudi Völler, at Rau væntandi verður tøkur.
Tað verður Michael Ballack eisini. Stóra stjørnan á liðnum, sum tó ikki var heilt uppi í snúningum í dystinum móti Skotlandi. Hetta kemst tó partvíst av einum skaða, sum Ballack hevur stríðst við í longri tíð. Týdningur hansara fyri liðið er tó somikið stórur, at tað skal nógv til, áðrenn venjararnir seta hann av, og boðini frá Skibbe vóru í øllum førum, at Ballack er betri fyri nú, enn hann var undan dystinum móti Skotlandi.
Seinasta ivamálið hevur verið verjuleikarin, Christian Wörns, sum fleyg beina leið heim til Týsklands, so skjótt sum dysturin móti Skotlandi var av. Hetta komst av, at sonur hansara var vorðin álvarsliga sjúkur, men hetta var nú batna somikið, at Wörns er lagstur afurat týska hópinum.

Koma dagin fyri
Tað er tó avmarkað, hvat føroyskir fótbóltsfjepparar koma at síggja til týsku stjørnurnar, tá tær koma hendan vegin. Í mun til flestu mótstøðuliðini, sum koma higar, so hevur Týskland valt at bíða til dagin fyri sjálvan dystardagin, við at koma til landið, og tí verður talan helst bert um tað einu venjingina í Føroyum.
Restina av fyrireikingunum fara fram í Skotlandi, har týska ferðalagið hevur búleikast í knappa viku. Úr Týsklandi verður sagt, hetta verður gjørt av praktiskum ávum, tí týska ferðalagið er somikið stórt, at tá alt kortini er fyrireikað til fyrra dystin á ferðini, er lættast at hava alt verðandi á einum stað so leingi, sum tað á nakran hátt er gjørligt.
Hvat týskarar siga, um føroyska veðrið fer at arga vesturi á Flogvøllinum, er so annað, men fyri upplivingina, sum tað er, at fáa eitt slíkt landslið hendan vegin, er at vóna, at hetta ikki kemur upp á tal.
Niðanfyri hava vit í stuttum sagt frá, hvørjir menninir eru, sum nú koma hendanvegin.

Oliver Kahn, Bayern München 59 dystir/0 mál
Kanska er als ikki neyðugt at siga frá, hvør Oliver Kahn er. Seinastu árini munnu tað hava verið fáir, sum hava megna tikið dystin upp við hann um heitið sum heimsins besti málverji, og sæð yvir seinasta 10-ára skeiðið er helst eingin ivi um, at hann er tann størsti.
Eftir at hann síðani 6-ára aldur hevði leikt við Kaiserslautern, varð hann í 1994 seldur til Bayern München, og síðani hevur talan fyri tað allar mesta bert verið steyp, sum eru endaði á hill hansara. Fyri ein málverja at vera, var hann rættiliga ungur, tá hann sum 26 ára gamal leikti sín fyrsta landsdyst fyri Týskland, og síðani hevur eingin ivi verið um, hvør hevur verið nummar eitt á týska liðnum.

Frank Rost, Schalke 04, 3/0
Enn eru tað kanska ikki so nógv, sum hava bitið merkið í navn hansara, men eingin ivi er um, at Frank Rost í løtuni er tann, sum er næstur at taka yvir, tá Oliver Kahn einaferð leggur handskarnar í hillina. Veruliga gjøgnumbrot hansara kom ikki fyrr enn í fjør, tá hann skifti til Schalke04, men áðrenn hetta hevði hann spakuliga arbeitt seg upp ígjøgnum týsku røðirnar, og í Týsklandi er í øllum førum ikki nakar, sum ivast í dygdum hansara. Heldur ikki Rudi Völler, sum hevur givið honum dygga álitisváttan við valinum sum annar málverji.

Frank Baumann, Werder Bremen, 16/2
Í Werder Bremen hevur Frank Baumann ment seg frá at vera ein góður verjuleikari, til at vera ein hin besti í Týsklandi. Enn kanska ikki so mikið, at nakað av heilt stóru feløgunum hava verið eftir honum, men hinvegin er lítil ivi um, at Werder Bremen vil gera alt til tess at halda fast í verjuskiparunum, sum so sanniliga hevur átt sín stóra part av æruni fyri, at liðið nú aftur verður roknað millum tey bestu í Týsklandi.

Arne Friedrich, Hertha Berlin, 9/0
Friedrich er ein av teimum nýggju monnunum á týska landsliðnum, og fekk hann sín fyrsta landsdyst stutt fyri føroysku vitjanina í Hannover. Eingin ivi er tó um, at Friedrich sjálvur fegin vildi verið hendan dystin fyriuttan, og ikki minst málið, sum hann stútaði upp á innleggið frá Jákup á Borg. Líkt er tó til, at venjarin hevur fyrigivið honum hetta, og í dag telist hann vanliga millum føstu leikararnar í týsku verjuni.

Michael Hartmann, Hertha Brlin, 2/0
Hartamnn er ein av teimum heilt óroyndu leikarunum á týska liðnum. Higartil er talan bert blivin um tveir landsdystir fyri leikaran, sum heldur sín 29 ára føðingardag á dystardegnum, men tað er tó ivasamt, hvørt hann sleppur at halda hendan millum teir fyrstu ellivu, tó at margfaldu dygdir hansara gera, at hann kann spæla fleiri pláss á liðnum.

Andreas Hinkel, Stuttgart, 2/0
Við sínum bert 21 árum er eingin ivi um, at Hinkel verður roknaður sum ein av framtíðar monnunum á týska liðnum Enn hevur hann sjáldan fingið loyvi at víst sínar dygdir á altjóða støði, men bara tað at hava vunnið seg fram ígjøgnum ungdómsrøðirnar og upp á besta liðið hjá Stuttgart sigur nakað um,at her ein leikari við framúr evnum.

Tobias Rau, Wolfsburg, 4/1
Ein annar av ungu monnunum, sum Rudi Völler hevur tikið upp á liðið. Hevur seinastu tvey árini spælt við fólkavognsliðnum úr Wolfsburg, og hevur her veruliga fingið sítt gjøgnumbrot sum ein kvikur og terkniskt sterkur verjuleikari.

Marko Rehmer, Hertha Berlin, 32/4
Nú 31 ára gamli Marko Rehmer fekk sítt gjøgnumbrot saman við upptúrinum hjá Hertha Berlin í týskum fótbólti. Kendur sum ein botnsolidur verjuleikari hevur hann átt stóran part av æruni fyri hesum, og á týska landsliðnum hevur hann uttan stórvegis trupulleikar tikið sær av áleyparum í sonnum heimsflokki, uttan at tað á nakran hátt hevur nervað róliga spæl hansara. Verður tó neyvan millum teir tríggjar í týsku miðverjuni frá byrjan, men kann roknast sum eitt gott alternativ, skuldi nakað borist á hjá øðrum leikarum.

Christian Wörns, Borussia Dortmund, 46/0
Er generalurin í verjuni hjá bæði Borussia Dortmund og týska landsliðnum. Kropssterkur og skjótur sum hann, eru tað teir fægstu álopsleikararnir, sum klára at renna hann av, men onkun tíð tykist hann tó hava trupulleikar, um spælt verður skjótt fram við jørðini, men um føroyingar fáa møguleikan fyri hesum, er so ein opin spurningur.

Michael Ballack, Bayern München, 33/12
Enn telist hann ikki millum teir royndastu á týska liðnum, men sæð burtur frá Kahn, er tað neyvan nakar leikari, sum hevur sama týdning fyri týska spælið. At tað eisini var júst hann, sum varð kosin at taka yvir eftir Stefan Effenberg í Bayern prógvar eisini, at tað býr nakað serligt í honum. Er mest av øllum at rokna sum ein komplettur modernaður fótbóltsleikari. Sterkur, skjótur, málsøkin og tekniskt góður. Einasti veikleikin er kanska sinnalagið, sum við hvørt hevur ov góða tendring, og sum millum annað viðførdi, at hann var leikbannaður, tá Týskland í fjør leikti HM-finaluna móti Brasilia.

Paul Freier, Bochum, 10/1
Er ein av ungu monnunum, sum longu nú er um at bíta seg fastan á liðnum. Er ikki altíð millum teri fyrstu ellivu, men tó altíð millum teir, sum kunnu vænta at fáa spælitíð, og við framrættaða spælistíli sínum er hann ofta eisini ein hóttan fyri kantarnar á mótstøðuverjuni.

Torsten Frings, Borussia Dortmund, 23/2
Sterki miðvallarin hjá Borussia Dortmund stendur kanska onkun tíð í skugganum á Jeremies og Ballack, men eingin ivi er um, at leiklutur hansara á miðvøllinum eisini er sera stórur. Megnar at renna sólina svarta í síni støðugi verjan av allari síðuni, og er í so máta ein av orsøkunum til, at týskarar yvir høvur kunnu halda fast í 3-5-2 spæliskipanini, uttan at hetta kostar úti á síðuni.

Jens Jeremise, Bayern München, 47/1
Jarnmaðurin á týska landsliðnum, sum altíð er við, har sum tað gongur fyri seg. Er kanska ikki altíð so øgiliga sjónligur í spælinum fram eftir vøllinum, men tað er ofta fyrst og fremst hansara arbeiði, sum ger, at meira framrættaðu leikararnir yvirhøvur kunnu loyva sær at hugsa so nógv aftureftir. Effektivetur og stríðsvilji eru kanska størstu kennimerki hansara, men tað slepst tó ikki undan, at talan samstundis er um ein sera tekniskt sterkan leikara, sum eigur fyrstu og næstu avleveringarnar í nógvum týskum álopum.

Sebastian Kehl, Borussia Dortmund, 17/3
Hevur nú gott og væl trý ár á baki sum týskur landsliðsmaður, men enn tykist hann ikki hava fingið heilt sama gjøgnumbrot her, sum hann hevur í gulu troyggjuni hjá felagsliði sínum. Enn hevur hann tó góða tíð at bíða, og við sínum bert 23 árum er eingin ivi um, at hann fer at teljast millum føstu álitini á liðnum í nógv ár framyvir.

Carsten Ramelöw, Bayer Leverkusen, 39/2
Hevur bæði í Leverkusen og á týska landsliðnum talst millum stýrandi verjuleikararnar, men hevur ikki havt eitt eins gott ár hesaferð, sum hann vanliga hevur havt. Ivaleyst hevur hann eisini verið merktur av niðurtúrinum, sum felag hansara hevur havt. Enn er hann tó fastur fúsur millum teir fyrstu ellivu hjá Völler, men tað kann vera, at hann verður ein av teimum, sum ikki fær afturval til dystin móti Føroyum.

Bernd Schneider, Bayer Leverkusen, 25/1
Leverkusen miðvallarin hevur í nógvar mátar staðfest seg um lyklaleikara á týska landsliðnum, har hann saman við Ballack er millum mest týðandi liðirnar, tá mótstøðuverjan skal latast upp. Tí er heldur eingin ivi um, at hann verður við á vøllinum, tá dómarin bríkslar dystin mikukvøldið ígongd, og so er spurningurin bara, hvørt hann í størri mun ger seg uppibornan til hetta, enn hann gjørdi móti Skotlandi.

Fredi Bobic, Hannover 96, 25/6
Hóast hann í nógv ár hevur verið roknaður millum teir vandamestu álopsmenninar í Týsklandi, so hevur Bobic enn ongan tíð veruliga sligið ígjøgnum her. Málið móti Skotlandi var bert hansara sætta, síðani hann fyri 9 árum síðani debuteraði á landsliðnum, men tað hevur eisini ofta verið langt ímillum dystir hansara. Eftir ´leigumálið til Bolton fyri tveimum árum síðani tykist hann tó veruliga at verða vaknaður, og í Hannover hevur hann spælt somikið væl í ár, at hann nú aftur verður roknaður millum favorittarnar til annan álopssessin.

Miroslav Klose, Kaiserslautern, 28/14
Er kanska tað nærmasta, sum týskarar koma einum heimsklassa-álopsmanni seinnu árini. Er kanska ikki millum teir størstu og sterkastu, men er ótrúliga sterkur í luftspælinum, har hann hevur sera gott hegni at smoyggja sær framat bóltunum úti frá kantunum. Mál í øðrum hvørjum landsdysti ? millum annað móti Føroyum í fjør ? hava eisini givið ekkó í altjóða fótbóltsheiminum, og einki er at ivast í, at skulu Føroyar hava eitt gott úrslit mikudagin, so er hesin millum teirra, sum fyrst skulu steðgast.

Kevin Kuranyi, Stuttgart, 3/0
Er upprunaliga griggi, men hevur fingið týskt pass, og hetta munnu týskarar flestir fegnast um. Hóast hann enn ikki hevur skotið nakað mál á landsliðnum, so rokna nógv við, at hann kann verða framtíðar maðurin í álopinum, og fyri Stuttgart hevur hann longu sýnt, at máltevið í øllum førum er framúr.

Benjamin Lauth, 1860 München, 3/0
Við sínum bert 22 árum er Benjamin Latuh millum teir fesku leikararnar á týska liðnum, og enn eigur hann so eitt veruligt gjøgnumbrot til góðar her. Við sínum skjótleika á fyrstu metrunum og einum álopsrevi sum Völler sum lærumeistara eru tó øll útlit fyri, at dystartalið á landsliðnum fer at verða nakað væl meira í framtíðini enn á teimum núverandi trimum.

Oliver Neuville, Bayer Leverkusen, 42/4
Lítli Oliver er í mangar mátar ein favorittur hjá týsku áskoðarum. Eisini hóast Ollie ikki telist millum teir álopsmenn, sum hava skorað mest fyri týska landsliðið. Hóast hann telist millum teir minstu, so er hann kvikur á ágangandi sum teir fáu, og tað telir eisini rætta vegin fyri áskoðararnar, at hann altíð tykist spæla við hjartanum.