Í kvøld spælir spanska Valencia venjingardyst ímóti Nigeria All-Stars. Áhugavert er, at ein av stjørnunum í hópinum hjá Valencia, týski landsliðsleikarin, Shkodran Mustafi, ikki er úttikin til hópin. Hetta er ein greið ábending um, at týski miðverjin er ávegis til Arsenal, ið hevur sýnt Mustafi áhuga seinastu tíðina.
Hetta summarið hevur verið sum nógv onnur hjá Arsenal-fjepparum. Viðhaldsfólkini hjá London-felagnum hava havt høgar vónir um, at felagið fór at styrkja seg við leikarum, ið høvdu kunnað skumpað Arsenal tað seinasta pettið í strembanini eftir at vinna Premier League.
Higartil kenna viðhaldsfólkini hjá Arsenal seg tó aftur vónsvikin. Einasti styrkurin, sum er komin, er sveisiski miðvallarin, Granit Xhaxa, ið varð keyptur frá týska Borussia Mönchengladbach. Nú røkist tó fyri, at minst ein nýggjur leikari verður kunngjørdur í næstum.
Sambært bretskum miðlum hevur Arsenal sent eitt keypsboð til Valencia hesa vikuna, men feløgini eru tó ikki blivin samd um prísin fyri Shkodran Mustafi, ið umboðaði Týskland í farna EM-endaspælinum í Fraklandi.
Tørvurin hjá Arsenal á dygdargóðum miðverjum er stórur í løtuni. Garvaði týskarin, Per Mertesacker, er langtíðarskaddur, og sum steinur oman á byrðu bleiv brasilski miðverjin, Gabriel Paulista, skaddur í venjingardysti ímóti Manchester City sunnudagin - hann verður skaddur í seks-átta vikur. Harafturat møtti Laurent Koscielny ikki til venjing fyrr enn mánadagin eftir longda frítíð eftir drúgva EM-endaspælið hjá Fraklandi.
Sostatt er møguligt, at tað verða blaðungu bretarnir, Calum Chambers og Rob Holding, ið skulu manna miðverjuna hjá Arsenal sunnudagin, tá ið fyrsti dysturin í Premier League í hesum kappingarárinum er á skránni á heimavølli ímóti Liverpool.