Týskland: WHO er besta íløgan í koronakreppuni

Fleiri lond taka frástøðu frá avgerðini hjá Donald Trump um at steðga fíggjarligum veitingunum til heilsufelagsskapin hjá ST.

At stuðla Heimsheilsustovninum hjá ST (WHO) er ein av bestu íløgunum, vit kunnu gera, sigur týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas.

Tað sigur hann, eftir at amerikanski forsetin hevur gjørt av  ikki longur at fíggja WHO í vreiði um handafaringina hjá felagsskapinum í koronakreppuni.

– At peika eftir øðrum hjálpir einki. Virusið kennir einki morg, skrivar Maas á Twitter.

– Vit eru noydd til at arbeiða tætt saman ímóti Covid-19. Ein av bestu íløgunum er at styrkja ST, og serliga undirfelagsskapin WHO fyri at menna og býta út kanningarevni og vaksinu, heldur hann.

Í nátt segði Trump um WHO, at »øll vita, at hvat gongur fyri seg har«. Hann ákærir ST-felagsskapin fyri »eina katastrofala avgerð um at vera ímóti ferðaavmarkingum yvir fyri Kina og øðrum tjóðum.

Hann hevur fleiri ferðir ákært WHO fyri at renna ørindi fyri Kina og fyri at fjala veruliga umfangið av korona í landinum.

Kina heitir á USA um at lúka sínar treytir yvir fyri WHO. Á einum tíðindafundi verður talsmaður fyri uttanríkisráðið í Beijing spurdur, um Kina fer at gjalda tað meira, sum USA rindar minni til WHO.

– Kina umbugsar viðkomandi tiltøk alt eftir tí tørvi, sum verður av støðuni, svarar hann.

Men hann minnir á, at næstan tvær milliónir eru smittað við koronavirus kring heiminm og at farsóttin er í eini kritiskari støðu. Tí ávirkar amerikanska avgerðin øll heimsins lond.

Tað er framvegis ógreitt, um talan er um fyribils steðg í veitingunum hjá USA til WHO, ella um Trump ætlar, at tað skal vera so altíð.

Forsætisráðharrin í Australia, Scott Morrisn, sigur seg skilja atfinningarnar hjá Trump av WHO um, hvussu felagsskapurin hevur uppført seg í Kina, har nýggja koronavirusið spreiddi seg frá síðst í 2019.

– Men tá tað er sagt, so er WHO eisini ein felagsskapur, sum ger nógv týdningarmikið arbeiði, sigur hann.

/ritzau/Reuters

 

 

Ein sjúklingur er innlagdur við Covid-19 á sjúkrahúsið Dos de Mayo í høvuðsstaðnum í Peru, Lima. Samstundis er kjak um arbeiðið hjá Heimsheilsufelagsskapinum., eftir at USA hevur tikið stuðulin til WHO aftur. - Mynd: Stringer/Reuters