Týskur trolari tikin

Vaktarskipið Brimil kom sunnudagin á Havnina við týska trolaranum Bianca, sum fiskaði í einum stongdum kassa norðanfyri Fugloynna

Skiparin segði seg ikki vita av, at henda leiðin er stongd hesa tíðina á árinum. Hon er stongd frá 1. februar til juni.
Skiparin hevur fingið sektaruppskot, sum tilsamans er 304.000 krónur, og hann hevur tikið við bótini. Hald er lagt á veiðuna og fiskireiðskapin, og skiparin skal rinda 100.000 krónur í bót. Veiðan er virðismett til 60.000 krónur og reiðskapurin til 144.000 krónur.
Skipið hevur bara verið í føroyskum sjógvi í tveir dagar og hevði bara eini tólv tons í lastini, tá Brimil kom fram á tann lítla týska trolaran Bianca, sum hevur heimstað í Cuxhaven.