Tá Stella Argus fór

Í hesum døgum eru 50 ár liðin, síðan Stella Argus fórst við 22 monnum. Tí vilja vit steðga á og minn­ast hesar okkara fiskimenn, sum vóru 15 til 53 ára gamlir. Henda frásøgn er, umframt tey almennu tíðind­ini, grund­að á samrøður við nøkur av teimum, sum vóru partur av hesi hending

Tað eru nakrar hendingar sum standa klárt í minninum hjá teimum, sum hava aldur til tess. Ein av teimum er vanlukkan við Stella Argus. Var sjálvur 14 ára gamal tá og minnist enn ófrættadámin, sum var um landið. Útvarpið var júst komið við tveimum dagligum tíðinda­sendingum, og tað var við størsta spenningi, at lurtað varð eftir útvarpinum hesa tíðina um nakað var at frætta frá Stella Argus. Vónað var inniliga, at okkurt gott var at frætta, men vónbrotið var líka stórt hvørja ferð. Onnur lurtaðu støðugt eftir Thorshavn Radio, sum var samskiftisstøðin hjá skipunum.

At enda mátti bert staðfestast, at Stella Argus var burturgingin við 22 monnum. Millum hesar vóru eisini fýra brøður. Tað var sanniliga skakandi. Tá kendist ein farri av tí, sum forfedrarnir mangan upplivdu, tá ið skip hvurvu við upp til 20 monnum, ofta fleiri úr sama húsi. Hetta var lagnan hjá føroyingum í mong ár.

 

Stella Argus fer við sildagørnum

Stella Argus hevði verið á salt­fiskaveiðu fyrr uppá árið í 1957. Teir vóru fyrst ein saltfiskatúr, sum byrjaði 6. mars og endaði 1. juni. Við vóru 29 mans.

Teir fara avstað aftur nýggjan saltfiskatúr við 33 monnum tann 6. juni og koma aftur 25. august. Hendan túrin hava teir 182 tons av saltfiski og fiskiparturin fyri túrin er kr. 1.104.

Hetta var ikki meira enn 15 kr. um dagin í eini tíð, tá ið ein dagløn á landi fyri 8 tímar táttar í tað dupulta. Hetta hevur ikki verið stór inntøka. Meira enn helvtin av veiðuvirðinum er farið til beinleiðis útreiðslur, fyrst og frem­st kol, sum manningin luttók í sambært sáttmálan. Hetta hevur ikki verið lønsamt fyri reiðaríið heldur.

Hetta man vera orsøkin til, at teir fara á sildaveiðu við gørnum, sum var roknað fyri at vera ein lønandi veiða bæði hjá fólki og skipi. Henda veiðan byrjaði tá vanliga á ólavsøku og helt fram út í oktober, alt eftir sum veðrið var.

Stella Argus var tveir sildatúrar í 1957. Tann fyrri byrjar 2. sep­tember. Hetta merkir, at teir hava mist stóran part av sesong­­­ini. August var ofta besti mánaðin. Teir koma inn 28. sep­t­ember og fara út aftur 30. september seinna, og seinasta, túrin.

Størsti parturin av garnaflota­num var sluppir, sum vanliga gjørdu ein túr til Íslands á salt­fiskaveiðu og síðani á sild.

Tað vóru eisini aðrir trolarar á hesi veiðu, tí vanliga veiðan hjá teimum ikki longur var lønandi. Trolararnir vóru munandi størri enn hini sildaskipini, teir høvdu eisini fleiri gørn og meira manning.

 

Tað einasta vissa

Tað einasta, sum er heilt vist við Stella Argus er, at sunnudagin 27. oktober fær reiðaríið fjarrit frá skiparanum við fráboðan um, at teir hava fingið 828 tunnur av sild, og at teir vóru farnir at sigla inn sama morgun. Teir væntast at vera inni mánakvøldið. Á miðdegi tosa teir á Stella Argus við Fame, og tá stendur væl til.

Eitt skip, sum fór at sigla inn samstundis sum Stella Argus, var Vørðan úr Vági, og teir hildu seg eisini síggja ljósini á Stelluni. Tá ið teir koma heim, og Stellan ikki er framkomin varnast teir sjálvandi, at okkurt er galið, tí Stellan sigldi skjótari enn teir og skuldi komið inn fyrr. Teir tosaðu um aftaná, at eitt av ljósunum av skipi, sum teir sóðu, tá ið teir fóru at sigla inn, var horvið, men tað hugsaðu teir ikki um fyrr enn seinni.

Tá Stella Argus ikki er komin á Havnina týsmorgunin, roknar reiðaríið við, at teir eru farnir inn á Vestmanna ella Kollafjørð, har tað eisini var ætlanin at seta menn av. Stórur partur av manningini var av hesum leiðum, og tá var ikki so lætt at koma úr Havn og norður eftir. Reiðaríið ringdi til ymiskar bygdir at kanna eftir, um trolarin var inni har, men har var einki at frætta.

Tá ikki fekst samband við trolaran, fóru menn at bera ótta fyri, at okkurt var áfatt. Reiðaríið setti seg síðan í samband við Marinustøðina og landsstýrið við áheitan um, at Ternan og Thetis fóru at leita. Teir fóru avstað beinanvegin.

Men tá ið einki frættist frá og um Stella Argus út á týsdagin vóru teir á reiðarínum klárir yvir, at okkurt álvarsamt var hent.

Síðan var aftur heitt á Marinu­støðina og landsstýrið um at útvega flogfar at leita. Játtað var flogfar úr Keflavík at byrja leitingina mikumorgunin.

Boð vórðu send til øll skip um at hyggja at Stella Argus. Týsdag seinnapart heitir reiðaríið á fleiri skip um at fara at leita og 30 oktober fara 20 skip og motorbátar at leita miðvíst.

Eisini var reiðaríið í samband við allar tær norðastu bygdirnar, sum sendu fólk at kanna strond­ina, um nakað kundi síggjast.

Blaðið 14. september skrivar 31. oktober, at okkurt má vera hent skipinum, men enn eru vón­ir um, at tað kortini ikki er so álv­­ar­­sligt. Víst verður á, at tað er fyrr hent, at vónirnar hava verið smáar, og tó eru skipini komin aftur.

 

Ófrættakent minningarhald

Sama dag verður lýst við minn­ingarhaldinum fyri teimum sjó­­látnu, sum skuldi vera sum vanligt 1. november. Her var skráin tann vanliga við samkomu á sjómansheiminum, har ein prestur og løgmaður, sum tá var Christian Djurhuus, talaðu. Síðan var kransalegging við tann tá nýggja minnisvarðan í viðalundini. Um kvøldið var gudstænasta í Havnar Kirkju, har Johan Weihe prædikaði. Henda gudstænasta varð útvarpað, sum tær hava verið hvørt ár síðan tá.

Tað má hava verið ein rætti­lig­ur ófrættadámur yvir hetta minn­ingarhald við óttanum fyri hesum 22 monnum, har fólk kortini framvegis vónaðu tað besta.

2. november skrivar 14. Sep­­­tember, at einki nýtt er um Stell­­una, og vónirnar um bjarging fækka. Nøvnini á manningini eru prentað í blaðnum. Men tað varð framvegis leitað.

Men tann 5. november boðar blaðið frá, at sunnudagin 3. november, varð givist at leita. Tá høvdu skipini siglt upp til 1000 fjórðingar og leitað, og nú var eingin vón longur. Mánadagin 4. november varð flaggað á hálvari stong um alt landið.

 

Leitingin

Sum sagt var skjótt, at skip fóru at leita. Eitt av hesum var Atlants­farið, har Eiler Jacobsen var skipari. Teir vóru á veg inn við 1000 tunnum, tá ið teir fáa fyrstu tíðindini um, at Stella Argus var saknaður.

Tá ið boðini um at leita koma ger Eiler skjótt av. Royndi skiparin Johan í Hoyvík stóð fyri leitingini, og Eiler minnist eisini, at hann sjálvur saman við Eli Christiansen var við at leggja leitingina til rættis á skrivstovuni hjá Baca­lao. Teir sótu við sjókortum og samráddust við skip um, hvar leitast skuldi.

Teir fóru sum skjótast sjálvir út at leita. Teir góvu sær ikki stundir at bíða eftir allari manningini. Tá verða nakrir næmingar av sjó­mansskúlanum bidnir um at koma við. Ein teirra var Olaf Olsen úr Søldafirði. Leitingin varð løgd soleiðis til rættis, at skipini løgdu seg í eina linju eystur-vest­ur, og so var miðvíst leitað. Tað var so mikið stutt millum skipini, at tey sóu væl hvørt annað, og var nakað at síggja, skuldi okkurt av skipunum rakt við tað.

Leitað var norðuri í 65 stigum, har mett var, at tað var sannlíkast at síggja nakað, um tað fanst. Mest varð leitað í dagslýsi. Tey skip, sum høvdu radara, leitaðu eisini í myrkri. Men tað fanst ikki tað minsta sprek.

Fríggjadagin 2. november kom eisini eitt flogfar úr Danmark at leita.

 

Hvat kann vera hent?

Tað vóru gitingar um, hvat ið kann hava verið hent, men niður­støðan hjá øllum man hava verið, at skip­ið er koppað so skjótt, at menn ikki fingu møguleika at geva boð frá sær.

Tað er alment kent, at hesir trolarar ofta høvdu trupulleikar við stabiliteti. Tað hevur ikki bøtt um hjá Stella Argus, at einki kol og vatn var í afturskipinum.

Tað var eisini tann munur á hesum trolarum og sluppunum, at hesar høvdu vanliga egningarskúr. Tí var vandin nógv minni at fáa sjógv inn á dekkið, tá ið tað breyt. Trolararnir høvdu ikki slíka verju, og tí skuldi nógv minni til hjá teimum, áðrenn tað gekk galið.

Eiler roknar við, at Stellan hev­ur fingið eina fylling inn á síðuna og er koppað í einum broti.

Tann 12. november var sjófrá­greiðing í rættinum í Havn, men har kom einki avgerandi nýtt fram.

 

Fritiof var sanndroymdur

Tað hava verið nógvar frá­sagnir um, at fólk hava verið sanndroymd í samband við slíkar hendingar, og tað er eisini dømi um hetta í samband við Stella Argus.

Fritiof Petersen úr Kollafirði var við Stella Argus í fleiri ár fram til 1954. Í 1957 var hann við íslendskum trolara.

Ein dagin fara teir út av Flat­­­eyri. Tá greiðir hann stýri­manni­num frá, at hann hevði júst hesa somu náttina droymt, at hann var umborð á Stella Argus. Hann droymdi, at teir sigldu undan, og at hann fór fram á dekkið at binda okkurt. Tá rópar Andrass, sum var skipari vanlukkutúrin, á hann um at fara burtur av dekkinum. Her kann skoytast uppí, at júst tað at sigla undan varð roknað sum tað vandamiklasta hjá hesum trolarum.

Dagin eftir sigur stýrimaðurin við Fritiof, at tað var nú merkiligt við hasum dreyminum, tí fjar­rit­arin hevði júst fortalt, at Stella Argus var saknaður!

 

Rakti hart í Kvívík

Serliga var smeiturin stórur í Kvívík. Tað fórust 10 mans í sóknini. Tað var serliga ein familja í bygdini, sum varð hart rakt. Tað vóru nevniliga fýra brøð­­ur, sum vóru við Stelluni. Teir vóru Andreas, 32 ár, Niels, 29 ár, Ólavur, 21 ár og Tórur Andreassen, sum var 15 ár.

Vit hava hitt eina systir teirra, ta nú nú 84 ára gomlu Jakobu Christiansen, sum býr á Stykkinum.

Pápin Hans Martin sigldi longu undir krígnum sum kyndari við Stellu Argus við Kvívíks Tummas sum skipara.

Har stóð eina ferð á hjá teim­­um. Teir høvdu saman við Norðbúgvanum verið í Fleetwood á bretsku vesturstrondini og landað, og teir fylgdust heim. Tá verða teir álopnir av týskum flogfari. Seks ferðir fleyg flogfarið yvir Stella Argus, og hvørja ferð slepti tað eini bumbu. Eingin rakti. Samstundis varð skotið, og tá ið teir koma heim taldu teir 162 skothol í skipinum. Norðbúgvin fekk sama umgang.

Men Hans Martin fór í land sjúkur í 1945. Tá gerst kona hans­ara Marin sjúk. Hon gekk við tí 12 barninum, og hon doyr frá seks synum og fimm døtrum.

Í 1945 fer Andreas hjá Hans Martin, 20 ára gamal, umborð á Stella Argus. Hann var ikki sloppin burtur, meðan kríggið var, so hann hevði róð út heima. Hann var alla sína tíð til skips við Stelluni. Hann hevur kortini verið í landi og tikið skiparaprógv, og nú var hann skipari við sum avloysari fyri tann fasta skiparan Petur Joensen úr Vestmanna, sum hevði frí hendan túrin.

Fyrsti stýrimaður var beiggi hansara Niels, sum gjørdist 29 ár. Hann hevði siglt við Viggo í Skúlanum, pápa John Dam. Síð­­an hevði hann siglt við trolara vest­uri í Vágum. Hann giftist í 1954 við Elisabeth f. Danielsen, sum eisini var úr Kvívík, og tey fingu tvær døtur Maiken og Eydna.

Ólavur var sum ungur farin at læra til elektrikara hjá Frants Petersen inni í Runavík. Frants var giftur við Marnu, sum var systir brøðurnar. Men hann gavst við læruni og fór til skips við beiggjanum.

Tórur var bert 15 ára gamal, og hann var kokkadrongur við. Hann hevði verið við alt árið.

 

Seinasta minnið hjá Kobu

Eitt tað seinasta minni Koba hevur um Andreas er, at hann, áðrenn teir fóru seinasta túrin, kom inn at spyrja um tey áttu nakran náta. Jú, tað áttu tey, men Koba helt ikki, at hann var íligin. Tað helt maður hennara ikki mundi bila, so Andreas fekk sín náta. Tað er Koba framvegis fegin um. Hon hevði ikki komið yvir tað, um hon hevði verið orsøkin til, at Andreas ikki fekk hetta sítt síðsta ynski inni hjá teimum uppfylt!

Koba minnist eisini tann sunnu­dagin, tá ið Stella Argus fór at sigla inn. Tann dagin fekk hon vitjan av sínum systkjum Magnhild og Paula og frá teim­um fekk hon at vita, at Stell­an var væntað inni dagin eftir. Tað tyktist at vera illsligt veður hendan dagin. Tað var brimgangur, og tey eygleiddu eini hús við flagtaki, har tekjan hevði hug at lyfta seg upp frá.

Týsdagin fer pápin burtur í haga, og hann kemur inn á gólvið hjá Kobu. Hann fær sær ein drekkamunn og fer avstað aftur beint áðrenn útvarpstíðindini á middegi. Tá hoyrist í útvarpinum, at Stellan er ikki framkomin sum væntað. Soleiðis frættu tey flestu um støðuna.

Pápin kemur aftur úr haganum og veit av ongum. Hann hittir menn í túninum í Kvívík, og teir skilja, at Hans Martin einki veit. Tá tekur ein maður hann til síðis, og greiðir frá, hvussu støðan er.

Síðan komu nakrir dagar við eini ræðuligari óvissu, sum so aftur varð avloyst av eini eins ræðuligari vissu.

Fýra brøður og synir, umframt allar hinar umborð vóru burtur. Hetta var ringt at trúgva. Sum vanligt er í eini slíkari støðu verður roynt at finna okkurt hálmstrá av vón. Pápin hevði ta vón, at skipið var tikið av russarum, og at manningin í hvussu er var á lívi. Hetta var eisini galdandi fyri onnur av teimum nærmastu. Tey kundu leingi yvirhøvur ikki góðtaka, at ein teirra var farin med alla.

Koba og tey kendu eisini ein stóran part av manningi. Tað vóru átta kvívíkingar við. Men úr Norðstreymoy vóru teir 12. Ein var úr Leynum, ein av Válinum og fýra vóru úr Vestmanna. Hetta var alt fólk sum kendist, og nógvir vóru jú kammeratar hjá beiggjunum og plagdu at koma inn á gólvið. Tað var púra óveruligt, at allir hesir nú vóru burtur.

 

Vuksu upp uttan pápa

Maiken, dóttir Niels var 2 ára gomul, tá ið hetta hendi, so hon minnist sum so einki. Men hon og systir hennara komu so at vaksa upp uttan ein pápa.

Hon minnist, hvussu væl fólk vóru um hana og systrina, og her var talan um báðar ættir. Mamman, Elisabeth, syrgdi altíð fyri, at tær skuldu fasthalda sam­bandið við pápafamiljuna og tað varð eisini gjørt. Maiken minnist, hvussu hon plagdi at vitja systkini hjá pápanum. Til Stykki og Skæl­ings var farið til gongu, og hon varð eisini væl móttikin tá sum nú.

 

Hans Martin hart raktur

Við í hesi søgu hoyrir eisini, hvussu hart raktur Hans Martin annars var. Pápi hansara Andreas Dam Andreassen, ættaður úr Kollafirði og búsettur á Eiði, fór sjálvur fjórði 19. juni 1901 til Oyndarfjarðar eftir einum nýbygdum 4-mannafari. Men báturin kom ongantíð fram. Hildið varð, at at teir høvdu kollsiglt norðanfyri Eiðiskoll og møguliga eru farnir í eini glaðu.

Longu í 1904 verður familjan aftur rakt. Tá drukna tveir beiggj­ar hjá Hans Martin suðuri á Vatni á Eiði. Teir vóru tann 13 ára gamli Georg og 9 ára gam­li Niels. Teir vóru farnir í torv saman við mammuni. Veðrið var gott, og teir høvdu hug at fara útí, og mamman loyvdi tí. Fyrst fór tann yngri beiggin, men har var marbakki beint við land, og hann fór undir. Hin beiggi fór til hjálpar, men endin varð, at báðir druknaðu.

Henda neyðars mamma hevði eisini eina tunga lagnu. Hon hevði sum sagt misti mannin í 1901. Tá misti hon eisini ein beiggja. Árið eftir datt ein mammu­­beiggi hennara oman. Sum ung misti hon pápan og tveir beiggj­ar samstundis.

Nú misti Hans Martin fýra av seks synum. Teir sum vóru eftir vóru Palli og Øssur. Palli giftist til Norðadals og er deyður fyri nøkrum árum síðani. Øssur giftist í 1955 við Almu úr Rókini á Saltnesi, og her búsettust tey eisini. Men eftir Stella Argus gera tey av at flyta aftur til Kví­víkar, har tey flyta inn til pápan.

Øssur, sum er føddur í 1934, hevði eisini sum ungur siglt við Stella Argus. Hann var kokka­drongur við í 1951 og dekkari í 1954. Hann fekk skipara­prógv og fór í desember 1957 sum bestimaður við tí tá nýggja línuskipinum Brestir, har Júst í Túni var skipari. Hann var við Brestir nærum alla ta tíð, hetta skip var í flotanum.

 

Hørð lagna

Onnur dømi eru eisini um, hvussu hart lagnan kundi raka. Ein av manningini var Joakim Hansen úr Hósvík, sum doyði frá konu og sjey børnum. Konan lá á song við tí yngsta. Við Nólsoynni í 1934 fórust ein beiggi og tríggir pápabeiggjar hansara. Umframt teir fórst eisini eitt systkinabarn og maður eina fastur.

Kitti Davisen av Sandi hevði ein beiggja, sum var jagarapilotur, og sum var deyður av vanlukku árið fyri.

 

Guttorm misti eisini pápan

Guttorm Zachariassen í Havn var ein av teimum sum misti pápan við Stella Argus, og sum eisini minnist til tað. Hann greiðir soleiðis frá:

Tað er ein leygardag í oktober 1957. Tá var eg 12 ára gamal og gekk í 1. flokki í Færøernes Mellem- og Realskole. Tá gingu vit eisini í skúla leygardag.

Tá ið eg henda dag kom úr skúla og nærkist heiminum í Varðagøtu, kemur mamma mín, Astrid, oman ímóti mær og sigur, at mostir mín var vorðin sjúk, hon hevði fingið heilabløðing. Læknin hevði verið, og nú vóru boð send eftir sjúkrabilinum, tí Anna-mostir skuldi á sjúkrahúsið. Mamma vildi siga mær hetta, so eg ikki skuldi koma brestandi inn og einki vita. Støðan hjá Annu-mostur var hættislig, men hon livdi kortini til 5. januar í 1958.

Hesin leygardagur var ein sorg­ardagur, men tað skuldu ikki ganga meir enn tríggir dagar, tá vóru aftur sorgarljóð.

Henda týsdagin høvdu mamma og eg júst etið døgurða og lurtaðu nú eftir tíðindunum í Útvarpinum, tá ið røddin í tólinum sigur, at leitað verður eftir trolaranum Stella Argusi, sum skuldi vera á veg inn av sildaveiðu. Pápi mín var við Stella Argusi. Meg minnist, at mamma stóð framman fyri stovuvindeyganum og hugdi út. Eg spurdi nokk, hvat ið tað var, ið hann segði, men mamma svaraði: "Far tú bara í skúla aftur." Eg fór í skúla og skilti vist ikki álvaran í øllum hesum.

Eftir við hús var mamma mín. Hvat ið hon hevur hugsað, veit eg ikki, men eg haldi, at tankar hennara hava leitað tíggju og eitt hálvt ár aftur í tíðina til ársskiftið 1946-1947, tá ið Fuglberg, sum pápi mín, Símun Michael Zachariasen, Poul Justinussen og Poul Jacobsen høvdu keypt úr Danmørk, var á veg til Føroya í ódnarveðri, og leitað varð eftir honum í einar fjúrtan dagar. So ringt var veðrið, at eina ferð fór Fuglberg heilt runt. Torvald Thomsen úr Gøtu var eisini við henda túrin.Ta ferðina eydnaðist at bera boð í bý. Hóast mamma nú aftur hevði fingið ófrættatíðindi gjøgnum Útvarpið, so hevur vónin kortini birt henni í barmi, at tað eisini hesu ferð fór at eydnast at koma til lands.

 

Vildi ikki lurta eftir útvarpinum

Útvarpið segði í tíðindunum frá, hvussu støðan var, men meg minnist, at eg vildi ikki hoyra tíðindini, so radio var sum oftast sløkt. So fingu vit tíðindini frá grannunum. Hetta var nokk mín máti at taka tað.

Ein dagin eg kom úr skúlanum til døgurða, kom eg í fylgi við einum læraraskúlanæmingi, Pauli Joensen, í Sumba, seinni lærari á Skála. Hann búði nakað oman fyri okkum. Eg spurdi hann, hvussu tað mundi ganga við at leita eftir Stella Argusi. Tá svaraði hann mær, at teir fóru ikki at koma aftur.

Eg segði honum, at pápi mín var við. Tá tók hann og legði armin um herðar mínar og kroysti meg inn at sær. Eg skilti, at hann visti ikki, at pápi mín var við.

Eg var burtur frá skúlanum í nakrar dagar, eina viku ella so. So varð farið aftur í skúla. Henda morgunin til morgunsang heitti Chr. Lützen, sum tá var skúlastjóri, á næmingarnar at vera friðarligar í skúlagarðinum, tí nú var eingin vón um at finna Stella Argus.

Tað var helst ein heilt annar dámur yvir fríkorterunum henda dagin.

Meg minnist, at eg, uttan at hugsa um tað, gjørdi eitt ella annað, tá segði ein drongur við meg: "Minnist tú ikki, hvat ið Lützen segði í morgun." Tað fór sum ein knívur ígjøgnum meg, men hesin næmingur mundi ikki vita, at pápi mín var við Stella Argusi.

 

Nógv hjálpsemi

1. november var sum vanligt minningargudstænasta í Havnar kirkju fyri teir sjólátnu. Vit vóru ikki í kirkju, men nú lurtaðu vit eftir gudstænastuni í Útvarpinum. Johan Weihe, prestur, prædikaði, og hann segði millum annað, at vit livdu í vón móti vón. - Enn var kanska ein ógvuliga lítil glotti av vón eftir, so hetta árið var manningin á Stella Argusi ikki nevnd millum teir farnu. - So minningargudstænastan, har teir vóru nevndir, varð 1. november 1958, tá prædikaði Jákup Joensen, próstur.

Serliga minnist meg, at tvær grannakonur komu ofta inn á gólvið. Onnur var á aldur við mammu, hon var ófør at spyrja, um hon skuldi hjálpa til við einum ella øðrum. Hin var eldri og kom ofta at práta og troysta. Eisini minnist meg, at mostir mín, sum búði í Froðba, og kona mammubeiggja mín úr Vági ofta vóru leingi og ferðaðust hjá okkum hesa tíðina eftir tað, at Stella Argus var farin.

Eina hending fari eg at nevna aftrat. Eini 3-4 ár eftir at Stella Argus var farin, fór eg inn í klædna­handilin hjá Essaba, har Café Natúr nú er, at keypa mær ein regnfrakka. Eg spurdi Hans Petur Jacobsen, vanliga kallað­ur Hans á Lag, um tey høvdu regnfrakkar. Jú, vit funnu ein, sum hóskaði til mín. Hann kostaði antin 12 kr. ella 16 kr. Hans pakkaði hann inn og gav mær pakkan. So segði hann, at eg skuldi eiga hann. Har stóð eg, sum eitt stórt spurnartekin, men eg fekk kortini sagt takk fyri. Tað var hugaligt at uppliva slíkar hendingar.

Tá ið eg kom heim, fekk eg at vita, at drongur Hansinu, dóttur Hans á lag, var við Stella Argusi. Hann æt Hilbert Johannesen og var úr Vestmanna. Ætlanin var, at tey skuldu giftast heilt skjótt.

Stundum havi eg hugsað, at vit kundu fingið boðini øðrvísi enn gjøgnum Útvarpið. Men hugsar ein um, hvussu viðurskiftini vóru tá, og kanska júst um tað mundið ella í tí løtuni, so skilir ein tað væl. Tá var ikki bilur á hvørjum geilarhorni og ikki telefon í hvørjum húsi.

Vit høvdu onga telefon. Stand­­­­urin á skrivstovuni hjá Poul Hansen man nokk heldur ikki hava verið tann besti, og um eg seti meg í teirra stað, so hevði eg nokk ikki viljað verið tann, ið skuldi bera slík boð. Vit vóru heldur ikki gloymd fleiri jól eftir hetta, tí hvørji jól fingu vit ein kassa við súreplum frá Poul Hansen, og tað var forkunnugt tá í tíðini.

Nú eftir fáum døgum, vóru tvey farin úr okkara heimi, mostir mín og pápi mín. Nógv kom at verða øðrvísi, men lívið skuldi halda fram hjá okkum, ið eftir vóru, og tá ið ein nú kagar aftur í tíðina, so kemur ein kortini til tað, at hann, sum øllum valdar, hevur verið góður.

 

Einki varð tosað

Asger Højlund var prestur í Kvívík hesa tíðina. Hann hevði sum vera mann nógv um at vera at ganga til allar hesar familjurnar, sum høvdu mist so nógv. Men tá var einki, sum æt kreppuhjálp. Í dag verður ásannað, at besti háttur at koma víðari eftir eina slíka sorg er, at tað verður tosað um tað. Men tað gamla var, at tað skuldi tosast minst møguligt, og hetta longdi bert pínuna. Sjálvt í dag aftaná 50 ár hava fleiri ringt við at tosa um hetta.

Tann 10. november varð minn­ingargudstænasta hildin í Kvívíkar kirkju, og her var sum vera man nógv fólk.

 

Reiðaríið

Tað hevur sjálvsagt staðið nógv á reiðaranum Poul Hansen og soni hansara Aksel, sum vóru nevndarformaður og næst­formað­ur í p/f Kimbil. Tann 4. november hevði p/f Kimbil nevndarfund, sum man hava verið tann tyngsti í søguni hjá felagnum. Dagsskráin var Stella Argus. Í fundarbókini varð greitt frá gongdini, soleiðis sum hon er lýst í hesi grein.

Fundarbókin endar soleiðis, aftaná at staðfest er, at givist er við leitingin:

”Vit mugu tí gera okkum klárt, at tað var hend ein ólukka, so­leið­­­is at Stella Argus var gingin burtur av eini ella aðrari orsøk við allari manning síni, tilsamans 22 manns.

Henda ólukka sum kostaði 22 mannalív er somikið syrgiligari av tí, at eftir sita 8 einkir við 21 faðirleysum børnum.

Fundurin endaður.” Seinni vóru Poul og Aksel eisini til minningargudstænastur í Kvívík og Hósvík.

Í 1959 kom Fríðrikkur kongur til Føroya á vitjan. Hann kom tá eisini til Kvívíkar. Tá var gjørdur ein minnisvarði fyri manningini á Stella Argus og kongur avdúkaði hann. Tað var Asger Højlund sum skipaði fyri hesum minnisvarða.

Tað er ein sjálvfylgja, at henda dapra hending verður mint, nú 50 ár eru farin. Hetta verður millum annað gjørt við at ein minnisvarði, latin av teimum hjá reiðaranum Poul Hansen, verður avdúkaður í Kvívík komandi sunnudag. Vit koma eisini at hava frásøgn frá hesi hending eins og vit fara at hava meira tilfar um hana.

Henda grein er eisini skrivað fyri at æra minnið hjá hesum 22 fiskimonnum.