Birgir Kruse
Øll tey, ið hava hug at skriva, kunnu nú royna seg í eini føroyskari stuttsøgukapping. Til Listastevnu Føroya, sum á fyrsta sinni verður hildin í august næsta ár, er kunngjørd kapping í at skriva nýggjar føroyskar stuttsøgur. Frestin er úti eftir páskir, hin 20. apríl 2001.
Millum treytirnar at verða við í kappingini er ein áseting um, at stuttsøgan endurspeglar nútíðarsamfelagið og at søgan er skrivað á føroyskum máli. Longdin á innsendu stuttsøguni eigur at vera í mesta lagi 20 A4 síður.
Virðislønirnar, ið latnar verða vinnandi stuttsøgunum eru rættuliga áhugaverdar. Er vinnandi stuttsøgan snøgt 20 síður, so fær hon túsund krónur fyri síðuna. Soleiðis at skilja, at longsta søgan er 20 síður og fyrsta virðirsløn, ið latin verður, er 20.000 kr. Ja, tjúgutúsund krónur. Onnur virðisløn er 15.000 kr og triðja virðislønin er 10.000 kr.
Í dómsnevndin eru Lydia Didriksen fyri Rithøvundafelagið, Turið Sigurðardóttir fyri Fróðskaparsetrið, Niels Jákup Thomsen fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags og Sverri Egholm fyri Útvarp Føroya.
Umframt at vinnarar í stuttsøgukappingini fáa virðisløn í krónum og oyrum, so verður eitt úrval av innkomnu stuttsøgunum eisini givið út í bók hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og lisið upp í Útvarpi Føroya. Í báðum førum fáa úrvaldu søgurnar samsýning eftir galdandi reglum.
Vinnararnir í stuttsøgukappingini verða kunngjørdir tá fyrsta Listastevna Føroya verður sett í Norðurlandahúsinum í august næsta ár. Úr Listastevnuskránni kann longu nevnast, at danski jazztónleikarin Palle Mikkelborg verður við. Longu innan tað varð kunngjørt, at Mikkelborg fær tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri árið 2001, var avtala gjørd um at hann skuldi koma til Føroya at spæla næsta ár. Ein heppin avgerð. Samskipari fyri Listastevnu Føroya er Oddvá Nattestad, meðan Helga Hjörvar er formaður í leiðslubólkinum.