Tað verður mett, at 800 – 900 fólk í gjárkvøldið vóru í Bylgjuni í Runavík. Har er MiniTeenStreet hetta vikuskiftið.
TeenStreet er altjóða ungdómslegan, sum seinnu árini um ólavsøkumundið hevur verið í Týsklandi. Umleið fýra hundrað ungdómar úr Føroyum plaga at vera á leguni, sum er partur av arbeiðinum hjá trúboðarafelagsskapinum OM.
Í fjør um hesa tíðina var MiniTeenStreet í Runavík. Tá vitjaðu fleiri enn túsund ungdómar stevnuna. Fyrireikararnir rokna við, at talið á luttakarum í dag og í kvøld verður uppaftur størri, enn tað var í gjárkvøldið.
Talan er um tvørkirkjuligt tiltak, sum tey, ið hava ábyrgd fyri TeenStreet – væl stuðlað av fólkum úr kirkjum og samkomum – standa fyri. Ábyrgdarpersónarnir eru Margareth Dalheim Djurhuus, Randi Hansen og Símun J. Hansen.
Fyrireikararnir siga, at tiltakið ikki bara er ætlað ungdómum, men øllum sum hava hug og ynskja at vera við.
Høvuðstalarar eru hjúnini Josh og Debs Walker, sum læra út frá Dániels bók um at vera djarvur og djørv. Har, sum ungdómur savnast, er nógvur sangur og tónleikur, og soleiðis er tað eisini á MiniTeenStreet.
Í dag eru seminar klokkan 16 og 17.30. Tá eru føroyskir undirvísarar – Klæmint EWliasen, Jóhan Petur Johannesen, Rói Norðoy, Synnøva av Rana, Elin Neshamar, Bodil Olsen, Høgni Johannesen og Jónleif Danielsen.
Klokkan átta í kvøld fara Josh og Debs Walker úr USA at undirvísa. Tey hava í fleiri ár undirvíst á TeenStreet í Týsklandi. Heima í USA arbeiða tey millum tey, sum hava sitið í fongsli.
Klokkan tíggju í kvøld verður ThroneRoom, sum sang og tónleikaløtan verður nevnd.
Stevnan endar við møti sunnukvøldið klokkan 18.