Sunudagin søgdu amerikanararnir, at teir høvdu tikið irakska býin Falluja, men í gjár vóru aftur bardagar summastaðni í býnum.
Teir seinastu dagarnar hava fleiri tíðindastovur borið tíðindi um, at nógv fólk í Falluja hava hvørki fingið vátt ella turt í fleiri dagar. Nógv fólk hava eisini fingið skaða av bumbum og granatum, og fleiri eru deyð. Ein tíðindamaður hjá Reuter greiddi í gjár frá, at nógv lík liggja í gøtunum í býnum.
Í gjár komu sjey lastbilar hjá muslimska hjálparfe-lagsskapinum Reyða Hálv-mána til Falluja við neyðhjálp, men amerikonsku hermenninir steðgaðu teimum og góvu teimum boð um at bíða uttan fyri býin.
Amerikanska herleiðslan sigur, at minst 1.200 uppreistrarmenn eru deyðir í bardøgunum um Falluja. 38 amerikanskir hermenn eu deyðir, og næstan 300 eru særdir.