Tá Tórbjørn varð lagdur í hondjørn

Eftir at skiparin hevði sett frystifarmaskipið Norvíking á land, og skipið var umvælt og tikið avaftur, kom eitt eftirspæl millum føroyska skiparan og donsku myndugleikarnar, sum tað hoyrdist frá víða um lond

Í síðstu viku endurgóvu vit frágreiðingina, sum Tórbjørn Jacobsen, skipari og nú løgtingsmaður, gav, eftir at farmaskipið, Norðvíkingur, sum hann førdi, var komið illa fyri sunnarlaga í Grønlandi. Tað var 3. juni í 1982, at hol kom á Norðvíking í nógvum ísi, og at skiparin gjørdi av at seta skipið upp á land. Undir leiðslu av skiparanum og í illveðri megnaði maskinmeistarin, Jørmund Gaardlykke úr Lamba, at sveisa tað 123 centimetra langa og ein tumma breiða holið, sum lá einar 70 centimetrar upp á banjarardekkið, aftur, soleiðis at skipið aftur kundi flóta. Norðvíkingur varð tikin út aftur, og vit endaðu síðsta leygardag við, at teir ? eftir at hava fylgst við ferðamannaskipinum Disko ? í bestu líkindum kastaðu akker í Kungnat víkini innanfyri Arsuk.

Frágreiðingin, sum stóð í blaðnum síðsta leygardag, og tann parturin, sum vit seta í blaðið í dag, stóð í Siglingarsøguni bindi 16 hjá Páll Nolsøe, sála. Tórbjørn Jacobsen hevði sjálvur skrivað frágreiðingina, sum hann hevur givið okkum loyvi at seta í blaðið, og nú geva vit honum orðið at siga frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá hann og donsku myndugleikarnir í Grønlandi tingaðust um, hvussu Norðvíkingur aftur skuldi fáast í góðan stand.


Skipið varð lagt

Staðfest varð sama kvøldið, 4. juni, at skipið framvegis lak, og at hol var á fremra lensibrunninum í stýriborði. Ein leki, sum skipið hevði fingið, tá tað stoytti ímóti landi fyrr á degnum. Tað var eisini ein spurningur, hvussu botnurin mundi síggja út yvirhøvur. Tað passaði so mikið væl, at eitt kavarafelag (Polardyk) úr Nuuk var um hesar leiðir, tí teir umvældu eina gamla beding á Arsuk leiðini. Teir vóru komnir hagar við einum 20?tonsara, og skiparin á Norðvíkingi heitti á teir um at hyggja at botninum. Leygarmorgunin 5. juni varð sjónbandsfilmur tikin av botninum, og tað var týðuligt, at skipið var heilt illa farið, og at fleiri rivur vóru upp í botntangarnar. Sama morgunin kom fjarrit frá danska skipasýninum í Nuuk, sum var soljóðandi:

»Urgent føreren Norðvíkingur.

D1544, Norðvíkingur, skibet er foreløbig tilbageholdt som usødygtigt efter haveri. Når skibstilsynet har modtaget underretning om imidlertidig reparation samt dykkerundersøgelse, vil der blive taget stilling til videre sejllads fra Kungnat Bugten«.

Harvið var skipið lagt og lagnan hjá tí fyri so vítt løgd í hendurnar á kavarafelagnum Polardyk. Skiparin heldur, at longu her sást, at sambandið ímillum skipasýnið í Nuuk og kavarafelagið var betri enn gott (seinni spurdi hann eisini umboðsmannin Ivan Brinck Nielsen um, hvussu stóra provisión, ið hesin skuldi hava av umvælingarkostnaðinum ? stutt eftir flutti hesin til Danmarkar aftur og gavst í starvi hjá Skipasýninum).


Gekk ikki fyri seið

Tað gekk ongan veg við umvælingini. Tað var týðuligt, at tað vóru ikki skikkaðir menn, ið fingust við umvælingina ? hvørki fakliga ella í aðrar mátar. Tað, ið vakti mesta ivan, var tann sannroyndin, at menninir stóran part av tíðini gingu í ørviti, rúsaðir av euforiskum evnum. Men teir sóu ljóst uppá tað. Skipið var jú givið upp í teirra vold, so har var ikki annað at gera, enn at síggja hvussu leikur mundi fara.

Bæði sunnudagin 6. og mánadagin 7. juni royndu teir at kava, men úrslitini vóru eingi. Týsdagin 8. juni var so nógvur vindur, og hann sveiggjaði so mikið fyri akkerinum, at tað var ikki hugsningur um at fara niður. Loyvið varð biðið um at flyta skipið úr Kungnat víkini inn á flotastøðina í Grønnedal, har tað kundi leggjast at bryggju, og skipasýnið gav loyvi til hetta. Kl. 1200 varð farið, og klokkan 1445 lá Norðvíkingur við bryggju.

Hetta bøtti kortini á ongan hátt um umvælingarúrslitini. Skiparin spurdi á flotastøðini, um onkur haðani ikki hevði kunnað farið niður og hugt at botninum, og tað tóktist vera leyst og liðugt beinanvegin. Men teir vildu kortini fyrst tosa við skipasýnið um málið. Uppskotið varð kveistrað av borðinum við tí undanførslu, at skipasýnið hevði fult álit á kavarafelagnum Polardyk.

Teir kavaðu 9. juni og hósdagin 10. juni, og framhaldandi vóru eingi úrslit. Henda seinna dagin segði hann, ið stóð fyri kavarafelagnum, skiparanum frá, at hann frá skipasýninum í Nuuk hevði fingið at vita, at Norðvíkingur ongan veg kundi fara uttan so, at hann var í fylgi við øðrum skipi. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað fór í hvussu so er at ganga ein vika, áðrenn skipið kundi loysa.

Dagin eftir fekk skiparin somu boðini úr Nuuk, sum hann dagin fyri hevði fingið frá kavarafelagnum.


Flýddu á nátt

Avgerðin at flýggja frá kavarafelagnum, skipasýninum og flotastøðini varð tikin fríggjadagin 11. juni. Skiparin sigur í samrøðu við Dimmalætting 10. juli, at tað var vorðið honum fullgreitt, at Polardyk onga aðra ætlan hevði enn hana at súgva so nógvan pening sum gjørligt burturúr teirra vanlagnu. Skiparin segði seg eisini hava ein stóran mistanka um, at skipasýnis umboðsmaðurin í Nuuk var moralskur bakkur aftanfyri henda skitna leik. Og skiparin spurdi, hví sýnsmaðurin ikki kom sjálvur á staðið at hyggja at skipinum í staðin fyri at lata tað upp í hendurnar á ? eftir vanligari mannafatan ? fullkomuliga óskikkaðum monnum.

Maskinmeistarin var hin einasti, ið fekk at vita um flýggjanina hendan dagin, og hann var tilreiðar at vera við í hesi ætlan.

Klokkan hálvgum fýra henda morgunin var skiparin á telegrafstøðini og boðaði reiðaranum, pápa sínum Jóan Jacob Jacobsen, frá, hvat ið hann hevði í hyggju. Klokkan 0500 varð øll manningin útpurrað. Manningin fekk valið ímillum at sigla við skipinum til Nuuk ella at verða fluttir hagar á annan hátt, t.d. við tyrlu. Allir ynsktu at verða umborð.

Kavarabáturin Hanne Gitte, sum lá uttan á Norðvíkingi, varð stillisliga fluttur, uttan at nakar av manningini klárnaði. Síðani vórðu flestu trossarnir loystir, og í somu løtu, sum motorurin gekk, fór skipið frá bryggju. Tá var klokkan 0600.

Full ferð varð sett á, men eydnan var ikki við. Stutt eftir fráferðina køvdi hann av í mjørka, og tá ið nógvur ísur var í økinum, gjørdi skiparin av fyribils at kasta akker í Kungnar víkini, har skipið jú áður hevði ligið.

Stutt eftir at skipið var farið frá bryggju rópti Grønnedal Radio á Norðvíking. Teir boðaðu skiparanum frá, at Statens Skibstilsýn hevði meldað hann til løgregluna. Skiparin svaraði teimum aftur, at hann helt ikki, at teir almennu stovnarnir í Nuuk vóru so tíðliga á fótum. Tað mundi heldur vera kavarasjefurin, ið var vaknaður og hevði órað ilt. Frá at hava verið tveir danskir stovnar vóru teir nú helst tríggir við í hesum skitna komplotti. Tað kvøtti í hvussu so er ongantíð úr fjarritaranum ta ferðina.

Klokkan 2200 hálaði Norðvíkingur innaftur, og tveir dagar seini løgdu teir at bryggju í Nuuk ? hin 14. juni kl. 1600.



Ymisk tíðindi

Túrurin norðuryvir gekk eftir umstøðunum væl, hóast nakað av ísi og mjørka. Skiparin, ið var á brúnni allan túrin, kundi stuttleika sær yvir tíðindasendingarnar, ið enn eina ferð vístu, hvussu gott sambandið var ímillum donsku stovnarnar í Grønlandi. Tað er seinni prógvað, at stórur partur av tíðindunum vóru ósonn.

Á middegi hin 14. juni bar Grønlands Radio hesi tíðindini:

Kystfragtskibet Norðvíkingur der den 4. juni sprang læk i den sydlige del af Simpsons Passage ud for Arsukfjorden og som under eskorte blandt andet af Disko sejlede længere ind i Kungnat Bugten for at ligge i læ for vejret og få udbedret skaden, er sejlet uden tilladelse fra Statens Skibstilsyn.

Hverken politiet eller Grønlands Kommando i Grønnedal ved i øjeblikket, hvor skibet befinder sig, Man har forgæves forsøgt at komme i forbindelse med Norðvíkingur?s kaptajn, men man har intet svar fået.

Sagen betragtes med den største alvor af både Statens Skibstilsyn og politiet....

Norðvíkingur har sandsynligvis forladt Kungnat Bugten fredag den 11. eller lørdag den 12. juni .........

Skibet havde givet kaptajnen sejlforbud fordi man ville have nogle rapporter fra skibet, blandt andet en rapport om den foretagne dykkerundersøgelse, inden man ville tillade at skibet sejlede for eksempel fra Kungnat Bugten og til Godthåb.

Man har ikke modtaget nogle rapporter og har derfor ikki villet give en midlertidig sejltilladelse til Norðvíkingur.........

Normalt skal et skib for at kunne sejle have et fartcertifikat, der er udarbejdet af skibstilsynet, men eftir Norðvíkingur?s havari er fartscertifikatet inddraget.

Skibstilsynet vil have mulighed for at kunne bedømme om skibet ved egen kraft kan sejle for eksempel til Nuuk for at komme på bedding, og da man ikke har fået oplysninger er Norðvíkingur blevet gjort opmærksom på at det ikke må sejle, men politiet har nu fået oplysninger om at skibet trods forbudet er begyndt at sejle.

Selv om man ikke ved, hvor skibet befinder sig, har man en formodning om, at det er på vej til Nuuk med sin last.

Ingen ved hvorfor kaptajnen sejler uden tilladelse, og når skibet dukker op, vil kaptajnen blive modtaget med en sigtelse fra politiet for ikke at have efterkommet skibstilsynets forbud. Sagen betragtes af politiet so en ganska alvorlig tilsidesættelse af skibstilsynets direktiv....

Sejlforbudet gælder stadig for Norðvíkingur, og når skibet anløber havn, vil det blive tilbageholdt.

Og sama kvøldið hoyrdust hesi tíðindini:

Kystfragtskibet Norðvíkingur, som i weekenden ulovligt forlod sin ankerplads i Kungnat bugten, kom i eftermiddags til Nuuk. Norðvíkingur sprang læk den 4. juni ved Arsuk fjorden, og havde af Statens Skibstilsyn fået forbud mod at sejle videre indtil Skibstilsynet havde modtaget en dykkerrapport om skibets skader. Skibet forlod imidlertid ? enten fredag eller lørdag ? sin ankerplads i Kungnat bugten. Politiet og Grønlands Kommando har siden forgæves forsøgt at komme i kontakt med skibets kaptajn. Men Norðvíkingur dukkede altså op i Nuuk i eftermiddags.

Politiet optog i eftermiddags rapport om sagen, som af Skibstilsynet betragtes med stor alvor, og i morgen bliver der afholdt søforhør om, hvordan skibet sprang læk.

Politiets rapport vil nu blive fremsendt til Ministeriet for Grønland og Statens Skibstilsyn i Danmark med henblik på, hvad der videre skal ske i sagen.


Í hondjørnum

Tá ið Norðvíkingur legði at bryggju í Nuuk var hópurin av fólki komin at taka ímóti honum, nú hann var vorðin stórtíðindi í útvarpi og bløðum. Skipasýnið og løgreglan vóru eisini møtt. Fartscertifikatið varð tikið av skipinum, skiparin varð lagdur í hondjørn og fluttur á løgreglustøðina til avhoyringar, og har varð hann skuldsettur fyri brot á skipasýnislógina og varð, eftir at hava sitið til avhoyringar í fleiri tímar, leyslatin.

Millum manna ljóðaði, at skipasýnisumboðsmaðurin var so argur um hesa hending, at hann vildi gera alt, sum stóð í hansara valdi, at frátaka skiparanum rættin at føra skip í eitt ávíst áramál eftir hetta.

Sjófrágreiðing var í Kredsrættinum í Nuuk hin 15. juni, og síðani varð skipið tikið upp á sleipistøð til fyribilsumvælingar, soleiðis at siglast kundi til Danmarkar fyri har at fáa hann endaliga umvældan. Skipasýnið lat eitt fyribils fartscertifikat, og eftir at skaðin var umvældur á skipasmiðjuni í Fredericia, fór Norðvíkingur aftur til Grønlands við sama skipara.


Dómurin var linur

Skuldsetingin um brot á skipasýnislógina hekk framvegis skiparanum um hálsin, og árið eftir var hann aftur í Kredsrættinum í Nuuk. Almenni ákærin í Grønlandi ? politimeistarin í Nuuk ? ákærdi skiparan, Tórbjørn Jacobsen, principalt sambært sjólógina, grein 58 og stk 2, jvfr, grein 320 ikki at hava syrgt fyri, at skipið var klárt at sigla eftir havarí, áðrenn tað fóru úr flotastøðini í Grønnedal og til Godthaab. Tað varð mett at vera brot á lógina, at skiparin ikki hevði bíðað eftir kavarakanningini. Tað vil við øðrum orðum siga, at eingin frágreiðing var, sum kundi vera trygd undir einari meting av, um skipið var í nóg góðum standi at sigla.

Og subsidiert varð skiparin ákærdur fyri á ferðini norður til Nuuk at hava sett til viks fráboðanina frá Statens Skibstilsyn, ið helt skipinum aftur, eins og skiparin helt avstað uttan at treytirnar, sum skuldu uppfyllast, áðrenn sigling, vóru uppfyltar.

Men tað gekk væl hjá skiparanum í rættinum. Hann var so gott sum fríkendur og slapp við lítlari bót. Sakarmálskostnaðurin varð goldin av tí almenna, og rættarúrskurðurin, ið frítók skiparan fyri brot á skipasýnislógina, var soljóðandi:

Retten finder ikke, henset til de foreliggende oplysninger om de af tiltalte og skibets besætning foretagne reparationer, at tiltale ved at have undladt at afvente dykkerrapport forinden sejlads fra Grønnedal til Godthaab har gjort sig skyldig i en overtrædelse af en sådan grovhed, at forholdet vil være omfattet af sølovens grein 58, stk. 2 jvfr. grein 320, hvorfor tiltalte vil være at frifinde for anklagemyndighedens prinvipale påstand.

Idet tiltalte ifølge egen forklaring, som støttes af det øvrige i sagen foreliggende, har tilsidesat en af Statens Skibstilsyn meddelt tilbageholdelse, ligesom han afspejlede, uden at de for sejltilladelse stillede betingelser var opfyldte, vil tiltalte være at anse for skyldig i overtrædelse af lovbekendtgørelse nr. 366 af 31. august 1965 om tilsyn med skibe grein 30, jvfr. grein 42, stk. 1. Som en passende foranstaltning herfor findes tiltalte at burde idømmes en statskassen tilfaldende bøde stor kr. 3000.

Og soleiðis endaði nógv umrødda hendingin, sum stóðst av, at Tórbjørn Jacobsen hevði sett Norðvíking á land og manningin hevði tett lekan, áðrenn donsku myndugleikarnir komu uppí, og tað kom vátt í reiðrið millum teir og glyvramannin.


Framtíðin

Síðani Halgafelli fórst í Noregi, hava teir á Glyvrum einki skip havt at floti á, og tí kundi tað kanska hugsast, at teir fóru at missa siglingina, sum teir í so mong ár hava havt í Grønlandi.

Jóan Jacob Jacobsen, pápi til Tórbjørn, var frá 1956 og fram til 1968, tá Norðvíkingur fór av bakkastokki av Tórshavnar Skipasmiðju, í sigling hjá reiðarínum J. Lauritzen. Tað var tá, at hann av fyrstan tíð fór at sigla í Vesturgrønlandi. Tá hann og brøður hansara saman við øðrum fingu Norðvíking helt hann á í hesi siglingini, og Norðlandia og Vestklandia, sum pf. Kenn bygdi á Skála Skipasmiðju, sigldu eisini í Grønlandi.

Feðgarnir báðir, Tórbjørn og Jóan Jacob Jacobsen, eiga felagið Kongshavnar Útgerðarfelag, sum átti Halgafelli, og sambært Torbjørn Jacobsen, so er tað hugsandi, at teir í mai mánaði í ár fara at halda fram við siglingini í Vesturgrønlandi:

? Felagið, sum vit hava siglt fyri, eitur Royal Artic Line. Tað er ein partur av tí gamla Kongaliga handlinum. Frá teimum hava vit fingið at vita, at um vit finna rætta skipið innanfyri eina rímuliga tíð, so stendur okkum í boði at halda fram við siglingini. Vit hava kannað marknaðin, og okkurt er í ljósmála. Eg rokni við, at møguleiki er fyri at greiða kann fáast á møguligum keypi eina ferð í komandi viku, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum sjálvsagt minnist væl til ta ferðina, tá hann ? saman við manningini á Norðvíkingi ? sum 26 ára gamal skipari fyrst setti skipið á land fyri at bjarga tí, og síðani varð lagdur í hondjørn í Nuuk, tí hann hevði siglt við einum skipi, ið eftir metingini hjá myndugleikunum ikki var nóg trygt!