Tí tekur toskur steinar í magan

Fleiri, sum hava kruvt tosk í 2017 og 2018, hava sæð, at smásteinar hava verið í maganum á fiskinum, men hvat merkir hetta?

- Fleiri, sum hava kruvt tosk í 2017 og 2018, hava sæð, at smásteinar hava verið í maganum á fiskinum, men eg veit bert frá snellu og trolbátum. Eg havi fingið tveir steinar, sum viga 33 og 44 gram.

 

Tað skrivar Eyðun Hansen á Facebook-síðuni - Tá fiskurin kom aftur - har hann plagar at koma við ymiskum forvitnisligum eygleiðingum um fisk og fiskiskap.

 

Eyðun Hansen sigur, at hann gjarna hevði viljað fingið meira at vita um hetta og eisini um eldri søgur um sama fyribrigdi.

 

- Eg havi hoyrt um, at ein steinur kom úr maganum á einum toski í Grønlandi ella á Flemish Kap, sum var á stødd við eitt høsnaregg.

 

Ein, sum viðmerkir á nevndu Facebook-síðu, Torfinn Thomsen, sigur seg hava skilt, at tað eru tvær orsøkir til, at steinar eru í maganum á toski. Onnur er, tá toskur kemur upp úr dýpinum og upp á grynri og hin, tá toskur fer av grunni og niður í dýpið.

 

Torfinn Thomsen sigur frá einari hending, antin í 1996 ella 1997, tá teir fyrrapartin um summarið fiskaðu við línu vestan fyri Suðuroynna, stutt úr landi.

 

- Fiskiskapurin var góður, umleið 300 pund á línuni, sum var 350 húkar. So, ein dagin vit drógu, kom nógvur smásteinur úr kjaftinum á toskium - ja, hetta var upp í einar 3-4 pøsir av steinum, sum vóru umleið ein til tríggjar sentimetrar í stødd.

 

Hann sigur, at dagin eftir hetta drógu teir á nøkulunda somu leið, men tá var allur fiskurin horvin, og teir fingu eini 30-40 pund á stampin. Tað var alt. Hví línufiskurin hvarv tað summarið, veit hann ikki.

 

- Menn hildu, at fiskurin var byrjaður at taka grót inn fyri at ferðast út á djúpari sjógv. Hetta hildu menn vera orsøkin til, at fiskurin var horvin dagin eftir av teimum leiðum, vit tá vanliga royndu, sigur Torfinn Thomsen.

 

Eyðun Hansen leggur aftrat, at hann hevur fingið at vita frá Havstovuni, at tá toskur heldur seg á sama dýpi, javnvigar hann við sjógvin. Men, tá toskur skiftir dýpi, tekur hann steinar í magan fyri at koma lættari niður.

 

- Tá toskur so aftur skal upp á grynri sjógv, tekur hann eisini steinar í magan, so hann ikki flotnar ov harðliga, sigur Eyðun Hansen, ið eitt nú sigldi sum skipari við ísfiskatrolara, áðrenn hann gjørdist avlamin.