Slík sjónarmið boða frá undirlutakenslum – sum als ikki eru okkum ókendar í Føroyum. Ikki bara millum óvitandi fólk, men eisini fólkum á hægstu rókum og í politikki.
Vit kunnu velja at síggja tað sum ein sigur hjá hesi ódefineraðu rørslu, at tey hava fingið danskt trokað út úr miðnámsskúlunum sum kravda lærugrein.
Útvarpið visti í gjár at siga, at hóast lærugreinin ikki er kravd, so hava 2/3 av næmingunum á stundaskúlunum og HF-skeiðunum valt sær danskt sum lærugrein.
Verkætlanarleiðarin fegnaðist um stóru undirtøkuna, sum var júst so, sum hann hevði væntað og vónað. Ein studentaskúlalærari sum er Phd í donskum var meira ivandi og ávaraði skilagott um vandan við hesi gongd.
Bara tað at siga, at vit skulu javnseta lærugreinina danskt við spanskt og russiskt og enskt og onnur fremmandamál vísir eina arrogansu – sum kanska hevur politiskar undirtónar. Vit kunnu skjótt semjast um, at trongdskygdir sambandsmenn í Føroyum hava skylduna av, at tað gekst so illa at vinna føroyskum tann sjálvsagda rætt, sum føroyskt eigur í føroyskum skúla. Tað er skeivt at siga, at danir noktaðu – størsti trupulleikin var, at Sambandsflokkurin hevði buktina og báðar endarnar á Føroya Løgtingi ta mestu tíðina frá 1906 til 1938, tá danska stjórnin skar ígjøgnum.
Men fyri tað nýtist okkum í dag ikki at hevna okkum inn á lærugreinina »danskt«. Hesa lærugrein, sum bæði í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlunum hevur givið okkum mentanarligt, bókligt og samfelagsligt víðskygni.
Og so ikki minst tað, at vit við donskum hava málsligt samband við øll okkara grannalond – uttan Ísland, sum í sama trongskygni hevur strikað lærugreinina »danskt« og kennir sviðan.
Nú er tað av tilvild danskt, sum er tað málið, vit hava lært. Danskt er málsliga brúgvin hjá okkum til hini norðurlondini – og sum skilagóði studentaskúlalærarin segði – so er danskt okkara mótvág ímóti enskum, sum vinnur á øllum málum.
Tað er eingin ivi um, at tað er ein skeiv kós, sum Mentamálaráðið hevur stungið út í kortið fyri føroyskan ungdóm. Vit verða fátækari, tá færri duga danskt – og tað er politisk ignoransa at tengja hetta saman við, hvat fólk halda um stjórnarviðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Vit skulu styrka og menna undirvísingina í móðurmálinum. Men ikki hevna okkum á danskt-lærugreinina.
Citat: Danskt má lúta fyri nationalistiskum trongskygni