Tætt at einum stigi

B68 formaðurin, Niclas Davidsen, var ikki heilt illa nøgdur við sínar menn

- 1. hálvleik eigur heimaliðið. Eftir steðgin saðlaðu vit eitt sindur um. Tað hjálpti upp á spælið, og okkara menn sýndu hugburðin, sum krevst hvørja ferð. Um vit vóru hepnir, so kundu vit havt javnað til 2-2. Tað gjørdu vit ikki, og nú mugu vit taka 2. hálvleik við okkum av Mølini og nýta hann, nu vit fara at fokusera uppá fyrsta heimadystin, sum verður móti GÍ sunnudagin, segði Niclas Davidsen.