Tøtt telving millum teir næstbestu

Tað er bara spenningur um bronsuplássið í bestu deildini, meðan tað framvegis er spenningur um uppflytingina, har tað er møguleiki fyri, at landsliðið kann fara at spæla eitt puss

Tá ið átjanda leikumfarið í trimum teimum ovastu fótbóltsdeildunum er á skránni í hesum vikuskiftinum, verður alt avgjørt í dag. Vanliga plagar 2. deild at spæla leygardag og hinar báðar deildirnar sunnudag. Men seinnu árini hevur tað verið soleiðis, at í átjanda umfarinum hevur bara verið spælt leygardag, og soleiðis er tað eisini hesa ferð. Hetta er eisini tað, sum stendur í skipanini.
Fótbóltssambandið boðar frá, at allir dystirnir í 3. deild verða spældir á middegi í dag. Klokkan 14 verða allir dystirnir í 2. deild spældir, og klokkan 16 verða allir dystirnir í 1. deild á skránni. Tað vil við øðrum orðum siga, at gullkrónurnar og meistarasteypið, sum Føroya Bjór í 1996 gav at kappast um, eftir at GÍ í 1995 hevði vunnið steypið til ognar, sum Føroya Bjór hevði sett út í 1991, fer at verða handað HB til ognar umleið klokkan knapt seks í kvøld. So er eftir at vóna, at líkindini vera hampuliga góð, soleiðis at tað fer at bera til at avmynda meistaraliðið soleiðis, sum tað eigur at verða gjørt.
Silvurkrónurnar verða handaðar B36 í Gundadali, og bronsumerkini verða handað á Mølini á Eiði. Úrslitið í dag fer at gera av, um tað verður Skála ella EB/Streymur, sum fer at taka ímóti bronsu krónunum.

Gullið á Sevmýri
Í 2. deild er spenningurin rættuliga stórur. TB og B71 liggja stavn um stavn við 35 stigum. Í innanhýsis dystum stendur tað á jøvnum ? B71 og TB hava bæði vunnið heimadystirnar móti hvørjum øðrum ? og í málmuni er TB fimm betri enn B71. AB hevur 32 stig og pluss sjey í málmuni. TB eigur heimavøll móti VB, sum longu er flutt niður í 3. deild, meðan B71 skal spæla móti B36 í Gundadali. AB skal spæla í Vágum.
Um øll tey trý oddaliðini fáa trý stig í síðsta umfarinum, so fer TB at flyta beinleiðis upp, og so skal B71 spæla tveir dystir móti ÍF um plássið í bestu deildini. Um B71 einki fær burturúr í Gundadali, og AB samstundis vinnur í Vágum, so fer at standa á jøvnum í stigum millum B71 og AB. Innnanhýsis hava tey vunnið hvør sína ferðina. AB vann 4-2 á Argjum, og B71 vann 2-1 á Sandi. Tað eru bara stigini og ikki málini í innanhýsis uppgerðum, sum eru avgerandi. Tað vil við øðrum orðum siga, at so verður málmunurin avgerandi, og har er B71 í løtuni væl betri, enn AB er tað. TB hevur +22, B71 +17 og AB +7 mál.
Tað verður ein trupulleiki, um TB fer at enda næstfremst og harvið skal í endaspæl. Óli Johannesen skal týsdagin av landinum við landsliðnum, og hann verður ikki aftur fyrrenn annan hósmorgun. TB fer ikki í møguligt endaspæl uttan liðformannin á landsliðnum. Tað vil siga, at um TB skal spæla móti ÍF, so verður einki á skránni fyrrenn um tvær vikur!